Sunday, July 12, 2015

Terminator Genisys

Arnold Schwarzenegger er farin aftur til ein av hansara kendastu leiklutum, Terminator. Tað var torført at rokna út frammanundan, hvat hesin filmurin, "Terminator Genisys", fór at handla um. Hetta er tann fimti í røðini. Mær dámar væl eittarin og tveyarin. Satt at siga er "Terminator 2" ein av mínum yndisfilmum.

Friday, July 10, 2015

Terminator Salvation

Nøkur ár eftir tann vánaliga "Terminator 3: Rise of the Machines" kom tann fjórði filmurin út við heitinum "Terminator Salvation". Hetta er tann fyrsti, sum ikki hevur Arnold Schwarzenegger í høvuðsleiklutinum. Í staðin er høvuðsleikarin Christian Bale. Hann spælir ein vaksin John Connor.

Terminator 3: Rise of the Machines

Eg ætli mær skjótt at hyggja eftir "Terminator Genisys", sum gongur í biografinum – tann fimti "Terminator"-filmurin. Fyri nøkrum árum síðan ummælti eg fyrsta og næsta filmin í røðini, so eg havi gjørt av, at skriva stutt ummæli av trýaranum og fýraranum.

Wednesday, July 1, 2015

Jurassic World

Hetta árið bjóðar nógvir eftirfylgjarar til gamlir filmar og ein teirra er fjórði "Jurassic Park"-filmurin. Parkin er nú opnað við heitinum "Jurassic World". Vit fylgja tveimum dreingjum, sum eru ferðafólk í parkini, Owen (Chris Pratt), sum venir dinosaurar, og Claire (Bryce Dallas Howard), sum er fyriskipari. Vísindafólkini hava skapt ein dinosaur, sum er gjørdur úr ymiskum sløgum. Tað vísir seg at hava stórar fylgir.