Sunday, December 18, 2011

The Terminator (1984)

Instruktørur
James Cameron
Eg má tíverri viðganga, at eg hevði ongantíð sæð
"The Terminator" fyrr. Eg kom bara ongantíð til tað. Men nú havi eg endiliga sæð hann. Eg má siga, at hann var ikki akkurát soleiðis, sum eg hevði væntað. Av tí at Arnold Schwarzenegger er á permuni og verður so at siga reklameraður sum høvuðspersónurin, so væntaði eg, at hann fór at vera hetjan í filminum. Men hann er faktiskt tann óndi. Tað var ein yvirraskilsi. Men tað er ikki ein trupulleiki ella nakað, tí mær dámdi sera væl filmin.

Søgan er stutt sagt um ein Terminator (Schwarzenegger), sum verður send frá ár 2029 til 1984 fyri at drepa eina kvinnu, sum eitur Sarah Connor. Samstundis verður ein soldatur, Kyle Reese, sendur fyri at verja hana. Og hvat er so ein "Terminator"? Tað er ein "cyborg", sum sær út sum eitt menniskja. 


Instruktørurin er James Cameron, sum eisini instrueraði m.a. "Avatar" og "Titanic". Hann er ein sera góður action-instruktørur. Actionsenurnar er sera spennandi og flott gjørdar. Cameron syrgir altíð fyri, at action-senurnar eru undirhaldandi og spennandi, og samstundis so mikið væl upptiknar, at tað ber til at fylgja við - hann ristir ikki kameraið ov nógv ella upptekur ov nær.

Framførslurnar eru góðar, serliga Arnold Schwarzenegger. Hann er perfektur til leiklutin sum Terminator. Hann fær ikki so nógvan dialog og ofta, tá ið hann ikki sigur nakað, virkar hann sera hóttandi. Av tí at hann er kraftigur og ein sannførandi actionhetja, so er hann hóttandi og trúverdigur sum Terminator. Harafturat kemur hann við nøkrum genialum, minniligur sitatum, sum t.d. tann kenda "I'll be back!".

Effektirnar eru flottar og eg kundi ikki trúgvað tí, tá eg fann út av, at filmurin hevði eitt lágt budget. James Cameron hevur í hvussu er gjørt eitt sera gott arbeiði við hesum budget'inum. Mær dámdi eisini væl tónleikin, serliga temasangin. Hetta er samanumtikið ein flott gjørdur, undirhaldandi og sera spennandi actionfilmur við eini sera minniligari framførslu frá Arnold Schwarzenegger.

4 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment