Sunday, December 16, 2018

Aquaman

Eg varð skuffaður av "Justice League" í fjør, men mín yndispartur var Aquaman. Hann var sera kulur, undirhaldandi og minniligur – serliga orsakað av framførsluni hjá Jason Momoa. Eg vildi fegin síggja ein heilan film um hann og nú hava DC Films givið okkum tað. "Aquaman" sigur okkum upprunasøguna um Arthur Curry (Jason Momoa), ið er hálvt menniskja og hálvur "Atlantean" (úr Atlantis). Hann er uppvaksin á landi saman við pápanum. Ein dagin biður Mera (Amber Heard) hann koma til Atlantis og gerast kongur, tí hansara hálvbeiggi Orm (Patrick Wilson) hevur óndar ætlanir sum leiðari.

Saturday, December 15, 2018

Spider-Man: Into the Spider-Verse

Eg eri ein stórur fjeppari av Spider-Man, so eg havi einki ímóti einum filmi afturat. Hesuferð er tað ein teknifilmur, sum sigur eina øðrvísi søgu um skúlanæmingin Miles Morales. Hann býr í Brooklyn og trívist illa í skúlanum. Samstundis verjir Peter Parker býin sum Spider-Man. Ein dagin verður Miles bitin av einum serligum eiturkoppi, sum gevur honum superkreftir eins og Peter Parker. Teir hittast og uppdaga, at Kingpin hevur opnað ein portal til aðrar dimensiónir, sum hava ymiskar útgávur av Spider-Man.