Tuesday, November 21, 2017

Justice League

Í fjør varð "Batman v. Superman: Dawn of Justice" útgivin og hann skuldi byggja upp til "Justice League" í ár. Tíverri var tað ein tann vánaligasti superhetjufilmurin, sum eg hevði sæð, og DC Films høvdu trupulleikar við hesi filmsrøðini. Hinvegin var teirra seinasti filmur, "Wonder Woman", sera góður, so hvussu man úrslitið vera hesuferð?

Aftaná hendingarnar í "Batman v. Superman: Dawn of Justice" gera Bruce Wayne (Ben Affleck) og Diana Prince (Gal Gadot) av, at savna eitt lið av superhetjum. Heimurin verður hóttur av skurkinum Steppenwolf.

Filmsrøðin hjá Marvel er uppbygd soleiðis, at ein superhetja fyrst hevur sín egna film og síðan fær ein leiklut í m.a. "The Avengers". Tey byrjaðu røðina við "Iron Man" og bygdu upp til "The Avengers" nøkur ár seinni. DC Films hava bert givið Superman og Wonder Woman teirra egna film. Í "Justice League" læra vit Aquaman, The Flash og Cyborg at kenna fyri fyrstu ferð. Úrslitið er ein óruddiligur filmur, sum hevur bæði góðar og vánaligar senur.

Mær dámdi væl teknifilmar um Justice League, tá eg var yngri, og tað er gott at endiliga síggja hetta liðið á stórskíggjanum. Tær flestu framførslurnar eru góðar. Ben Affleck er framvegis sera góður sum Batman og Jeremy Irons er framvegis stuttligur. Mær dámdi best Jason Momoa sum Aquaman. Hann er sera kulur og undirhaldandi. Ray Fisher er eisini góður, men eg vildi ynskt, at Cyborg hevði fingið sín egna film, so at vit lærdu hann betri at kenna. Mær dámdi ikki sera væl Ezra Miller sum The Flash. Hansara superkreftir eru flottar og undirhaldandi, men hansara persónleiki og skemt eru irriterandi. Hann er neyðarsligur og sigur næstan altíð okkurt býtt. Aquaman segði onkuntíð okkurt, sum var nógv stuttligari enn skemtið hjá The Flash.

Hesin filmurin varð upptikin í fjør og síðan vórðu nýggjar senur upptiknar í ár. Tískil følist hetta sum tveir ymiskir filmar, ið eru illa samansettir. Tempoið er ov skjótt. Myndatøkan er litrík, men skiftandi og løgin. Ein ávís sena á einum bóndagarði var illa upptikin og hevði ov nógvar reyðar litir. Søgan er vánalig og illa søgd. Eitt gott dømi er ein sena, har ið Aquaman hittir Mera (Amber Heard) og hon skundar sær at greiða frá hansara baksøgu. Tað er ein tilvildarlig sena, sum ikki hongur saman við restina av filminum. Harumframt er Steppenwolf ein vánaligur og láturligur skurkur.

"Justice League" hevur nakrar undirhaldandi og flottar actionsenur. Hann er eisini skemtiligur og persónarnir siga ofta okkurt stuttligt. Aquaman er mín yndispartur av filminum og hansara senur undir sjónum eru sera flottar. Tað er gott at síggja hesar superhetjurnar arbeiða saman, men tíverri eru bæði søgan og skurkurin vánalig. Hesin filmurin er munandi betri enn "Batman v. Superman: Dawn of Justice" og roynir at vera skemtiligur, men úrslitið er óruddiligt.

2,5 / 5 stjørnur 

Leikstjóri:
 Zack Snyder
Leikarar: Ben Affleck, Henry Cavill, Amy Adams, Gal Gadot, Ezra Miller, Jason Momoa, Ray Fisher, Jeremy Irons, Diane Lane, Connie Nielsen, J. K. Simmons, Amber Heard 
Ár: 2017


No comments:

Post a Comment