Sunday, December 18, 2011

Terminator 2: Judgment Day (1991)

Instruktørur
James Cameron
Mær dámdi væl eittarin, men "Terminator 2: Judgment Day" er eitt sjáldsamt dømi um ein tvey'ara, sum er nógv betri enn eittarin. Ein nýggjur Terminator (Arnold Schwarzenegger) verður sendur aftur í tíðina frá ár 2029 fyri at verja sonin hjá Sarah Connor, John Connor. Hann skal verja honum frá einum øðrum, meira modernaðum Terminator, sum er sendur fyri at drepa hann.

Tá ið man hoyrir, hvat søgan handlar um, ljóðar tað sum um, at hon líkist nógv eittaranum. Men tað ger hon tíbetur ikki! Mær dámdi søguna í eittaranum, men søgan í hesum filminum er faktiskt nógv betri. Og hvat er tað so, sum ger filmin, eftir mínari meining, betri enn eittarin? 

Fyri tað fyrsta er Arnold Schwarzenegger hetjan hesuferð. Nú er tað meiningin, at vit skulu halda við honum, og tað ger filmin meira undirhaldandi enn eittarin. Arnold riggar betri sum hetjan enn tann óndi. Søgan er eisini nógv meira djúp. Instruktørurin, James Cameron, hevur gjørt av at koyra meira persónsmenning uppí og tað ger filmin meira dramatiskan og fangandi. Søgan er sera góð og spennandi. Vit læra Terminator betri at kenna hesuferð og hann mennist gjøgnum filmin. Tað sæst eisini, at filmurin hevur eitt høgt budget, tí hann inniheldur sera flottar effektir, sum als ikki síggja gamaldags út. 

Actionsenurnar eru eisini sera spennandi - tað er nakað, sum Cameron altíð dugir serstakliga væl. Harafturat er framførslurnar sera góðar. Arnold ger eitt uppaftur betri arbeiði og av tí at hann hesuferð er hetjan, so fær hann nógv meira at gera. Eg varð yvirraskaður av dronginum, sum spældi John Connor. Hann gevur eina sera góða framførslu. Robert Patrick riggar sera væl sum tann óndi Terminator. Hóast hann als ikki er líka kraftigur sum Arnold, so virkar hann nógv meira hóttandi og vandamikil enn hann. Orsøkin til, at hann riggar so væl, er hansara framførsla. Í nógvum senum sigur hann onki, men hyggur bara við einum einum illum, hóttandi andlitsbrái, og tað er nóg mikið til at gera hann hóttandi og ræðandi.

Samanumtikið er hetta ein sera spennandi, flott gjørdur, undirhaldandi actionfilmur, sum eisini hevur eina góða søgu og djúpir persónar. Tað er sera sjáldan, at ein tvey'ari er betri enn eittarin, men soleiðis er við "Terminator 2". Hetta er ein av teimum bestu filmunum hjá bæði Arnold Schwarzenegger og James Cameron.

5 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment