Nøkur ár eftir tann vánaliga "Terminator 3: Rise of the
Machines" kom tann fjórði filmurin út við heitinum "Terminator
Salvation". Hetta er tann fyrsti, sum ikki hevur Arnold Schwarzenegger í
høvuðsleiklutinum. Í staðin er høvuðsleikarin Christian Bale. Hann spælir ein
vaksin John Connor.
Søgan fer fram í 2018 og hetta er framtíðin, sum vit sóu nøkur brot av í eittaranum og tveyaranum. Heimurin er oyðilagdur og maskinurnar hava yvirtikið alt. Vit fylgja John Connor og hini menniskjuni, sum royna at gera uppreistur. Hetta er ein stórur bardagi millum menniskju og maskinur. Ein dagin hitta John Connor og tey ein gátuføran mann, Marcus Wright (Sam Worthington), sum hevur ligið í koma í fleiri ár.
Hetta verður eitt stutt ummæli. Hesin filmurin er ikki sera góður, men
hann er hampuligur. Man kann hyggja eftir honum einaferð, fyri at fáa tíðina at
ganga. Mær dámar væl heimin. Hann er flott gjørdur og sannførandi. Tað er
sannførandi, at fólkini búgva í einum ræðuligum umhvørvi.
Actionsenurnar eru hampuliga góðar. Summar í byrjanini følast sum eitt
telduspæl, men tað er eitt sindur stuttligt at hyggja eftir. Klimaksið er
rættiliga undirhaldandi. Tað hevur m.a. ein kulan bardaga, sum er tann besti og mest minniligi parturin av filminum.
Framførslurnar eru hampuliga góðar, men eg haldi ikki, at Christian Bale
er sera góður í filminum. Hann er ein sera góður sjónleikari, men í hesum
førinum er hansara framførsla einstáttað og keðilig. Hann er góður
í actionsenunum, men í restini av filminum er hann bara súrur, friðaligur og
monotonur. Hann er sannførandi, men ikki sera áhugaverdur. Kanska var hetta ein
leiklutur, sum hann bara spældi fyri pengarnar. Sam Worthington og Anton
Yelchin eru góðir.
Tann størsti trupulleikin við filminum er, at persónarnir eru bert
hampuligir og søgan hevur ongan týdning. Vit sleppa at uppliva heimin, sum vit
sóu brot av í hinum filmunum, men sjálva søgan hevur ikki nógv at bjóða. Hon er
tunn og óneyðug. Ein stórur partur av henni er bert, at royna at bjarga nakrir
gíslar – og tað er bert hampuliga undirhaldandi. Summir persónar
verða mentir, men tað er einki serligt, tí tað er forútsiguligt. "Terminator Salvation" er hampuliga undirhaldandi, men einki serligt
og ikki sera minniligur. Eg haldi ikki, at hann er verdur at hyggja eftir
umaftur. Tað er ein filmur, sum man kann hyggja eftir, fyri at fáa
eitt sindur av undirhaldi og so hugsar man ikki nógv um hann aftaná.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: McG
Leikarar: Christian Bale, Sam Worthington, Anton Yelchin,
Moon Bloodgood, Bryce Dallas Howard, Helena Bonham Carter
Ár: 2009
No comments:
Post a Comment