Sunday, July 12, 2015

Terminator Genisys

Arnold Schwarzenegger er farin aftur til ein av hansara kendastu leiklutum, Terminator. Tað var torført at rokna út frammanundan, hvat hesin filmurin, "Terminator Genisys", fór at handla um. Hetta er tann fimti í røðini. Mær dámar væl eittarin og tveyarin. Satt at siga er "Terminator 2" ein av mínum yndisfilmum.

Byrjanin av "Terminator Genisys" er ein endurinnspæling av eittaranum. Vit eru stødd í framtíðini. Maskinurnar hava yvirtikið alt og menniskjuni, sum verða leidd av John Connor (Jason Clarke), kríggjast ímóti teimum. Ein Terminator fer aftur í tíðina til 1984, fyri at drepa mammuna hjá John, Sarah Connor (Emilia Clarke). Tískil má hermaðurin Kyle Reese (Jai Courtney) eisini fara aftur til 1984 og steðga honum. Tá hann kemur har, finnur hann út av, at tíðarlinjan er broytt. Sarah Connor arbeiðir saman við einum gomlum Terminator (Arnold Schwarzenegger) og tey hava bæði longu dripið hin Terminator, sum Kyle Reese skuldi steðga. Síðan verða tey jagstrað av einum øðrum Terminator afturat við navninum T-1000 (Byung-hun Lee).

Hatta var innviklað at greiða frá, men hatta er bara byrjanin av filminum. Eg havi ikki avdúkað nakað, sum man ikki skal vita frammanundan – og tað fari eg ikki at gera. Hesin filmurin er ikki ein beinleiðis eftirfylgjari. Hann virkar sum ein nýggj byrjan á filmsrøðina, eins og t.d. "Star Trek" frá 2009. Men tað er ikki ein góð byrjan. Hetta er óivað ársins mest ørkymlandi filmur. Tíverri ein vánaligur "Terminator"-filmur afturat. 

Søgan er ov innviklað og fløkjaslig. Filmar, sum handla um at ferðast gjøgnum tíðina, plaga at hava nakrir feilir í søguni. Tað góðtaki eg, tí tað sleppur man ikki undan. Man verður í ørviti, um man hugsar ov nógv um, hvussu ein broyting í fortíðini ávirkar nútíðina. Hesin filmurin ger tann feilin, at hann brúkar ov nógva tíð til at tosa um, at ferðast gjøgnum tíðina. Næstan hvør einasta samrøða inniheldur langar frágreiðingar um tað – gjøgnum allan filmin. Persónarnir skunda sær at greiða frá ørkymlandi teorium og eg gjørdist troyttur av, at lurta eftir tí. Eg kláraði ikki at fylgja við.

Søgan gevur ikki meining. Tá ið man hugsar um hana aftaná, verður man í ørviti. Tíbetur greiða tey í minsta lagi frá, hví Terminator er vorðin gamal. Tað gav meining. Eg havi ein annan stóran kritikk, sum eg ikki kann greiða frá, tí so avdúki eg ov nógv. Eg sigi bara, at mær dámdi ikki eina ávísa yvirraskilsi í filminum, sum hevði stóra ávirkan á søguna. Tað er ein broyting frá hinum filmunum, sum er eitt býtt hugskot. Sum hyggjari fer man antin at góðtaka tað ella ikki. Framførslurnar eru hampuliga góðar, men Arnold Schwarzenegger var eitt vónbrot. Hann var ikki góður. Í fleiri senum ger hann einki til nyttu og hansara skemt miseydnaðist næstan altíð. Jai Courtney er hampuliga góður, men hansara leiklutur, Kyle Reese, er ikki sera dámligur. Í byrjanini er hann dámligur, men eftir at hann møtir Sarah Connor, verður hann grenjutur og negativur. Tey skeldast ofta og tað var irriterandi at lurta eftir.

Jason Clarke og J. K. Simmons eru góðir. Emilia Clarke hóskar væl til leiklutin sum Sarah Connor. Hon er rættiliga góð í actionsenunum og ein sannførandi actionsjónleikari. Í summum dramatiskum senum var hon ikki sannførandi, men kanska var tað orsakað av dialoginum. Hon gjørdi eitt gott arbeiði og Sarah Connor var ein dámligur persónur. Effektirnar eru góðar. Actionsenurnar eru hampuligar og væl gjørdar. Tær hava nakrar undirhaldandi løtur. Eg vildi bara ynskt, at persónarnir hildu uppat við, at roksa um ørkymlandi teoriir.

"Terminator Genisys" er tíverri eitt yvirambitiøst órudd. Hann byrjar sum ein óneyðug, men hampulig endurinnspæling av eittaranum. Tann parturin er einki serligt, men man kann hyggja eftir tí fyri undirhald. Men síðan verður søgan ov fløkjaslig og roynir at vera djúpri, enn hon nýtist at vera. Filmurin blandar alt møguligt frá eittaranum, tveyaranum og eina nýggja søgu saman. Hann hevur nakrar undirhaldandi løtur, men tann fløkasliga søgan og dialogurin oyðileggja alt.

1,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Alan Taylor 
Leikarar: Arnold Schwarzenegger, Jason Clarke, Emilia Clarke, Jai Courtney, 
J. K. Simmons, Matt Smith, Byung-hun Lee 
Ár: 2015


No comments:

Post a Comment