Ryan Reynolds hevur ynskt
í fleiri ár, at spæla høvuðsleiklutin í eini filmatisering av superhetjuni
Deadpool. Hann spældi tann leiklutin í "X-Men Origins: Wolverine", men úrslitið
var illa móttikið og ikki trúfast ímóti teknirøðini. Nú verður roynt umaftur og hesuferð er superhetjan líka sum í teknirøðini. Fólkini handan filmin hava valt at byrja av nýggjum og tað var rætta avgerðin.
Filmurin er um ein leiguhermann, Wade Wilson (Ryan Reynolds), sum luttekur í eini vísindaligari roynd. Úrslitið gevur honum superkreftir – hansara kroppur verður altíð grøddur – og hann byrjar at liva eitt dupultlív sum superhetjan Deadpool. Hann er ein óreinur, ógvusligur og sarkastiskur persónur, sum tosar ov nógv.
Filmurin er um ein leiguhermann, Wade Wilson (Ryan Reynolds), sum luttekur í eini vísindaligari roynd. Úrslitið gevur honum superkreftir – hansara kroppur verður altíð grøddur – og hann byrjar at liva eitt dupultlív sum superhetjan Deadpool. Hann er ein óreinur, ógvusligur og sarkastiskur persónur, sum tosar ov nógv.
Nógvir superhetjufilmar koma út fyri tíðina, men "Deadpool" er ein av teimum fáu, sum hava 15 ára aldursmark. Hesin filmurin er øðrvísi enn restin, tí hann er óhóskandi fyri børn. Hann er ógvusligur og høvuðspersónurin bannast nógv. Deadpool er ein superhetja, sum hoyrir heima í ein filmi við høgum aldursmarki og úrslitið er sera væleydnað. Hetta er ein fantastiskur, sera stuttligur, undirhaldandi og satiriskur superhetjufilmur.
Hesin filmurin ger gjøldur burtur úr superhetjusjangruni, so tað er
hóskandi, at hann kemur út nú, tá ið slíkir filmar eru væl umtóktir.
Hann ger gjøldur burtur úr klichéum í superhetjufilmum og tað er sera góð
satira. Deadpool er ein superhetja, sum veit av, at hann spælir í einum filmi. Hann
tosar við áskoðararnir og tað er sera stuttligt at síggja.
Ryan Reynolds er perfektur til leiklutin sum Deadpool. Tað er ein
leiklutur, sum hóskar væl til hansara skemt og persónleika. Hann er sera
stuttligur og undirhaldandi, og eg rósi honum fyri, at hann klárar at gera ein
óreinan og ófólkaligan høvuðspersón dámligan – tað er ikki lætt. Hinir
leikararnir eru eisini góðir. Ed Skrein spælir ein góður skurkur, T.J. Miller
er stuttligur og Colossus (Stefan Kapičić) er ein kul superhetja, sum spælir væl saman við
Deadpool.
Filmurin riggar serliga orsakað av einum sera góðum handriti, ið er skrivað av rithøvundunum handan "Zombieland". Dialogurin er undirhaldandi og skemtið er
sera stuttligt. Tað er serliga satiran, sum er væl skrivað. Filmurin er eisini
væl leikstjórnaður av Tim Miller. Actionsenurnar eru sera undirhaldandi,
stuttligar og kreativar – og ikki minst ógvusligar. Tað riggar væl, at søgan er akronologisk. Tað er ein øðrvísi og uppfrískandi háttur at siga frá
upprunasøguni hjá eini superhetju.
Eg havi ein lítlan kritikk og tað er, at onkuntíð er stemningurin eitt
sindur ójavnur – skiftir ov brádliga millum skemt og drama. Tað hendir sjáldan
og er smákritikkur. Søgan er ikki original, men tað havi eg einki ímóti, tí hon ger gjøldur burtur úr superhetjuklichéum – tískil er tað hóskandi, at hon líkist øðrum filmum í sjangruni. "Deadpool" er ein fantastiskur, undirhaldandi, ógvusligur og ikki minst stuttligur superhetjufilmur. Ryan Reynolds gevur ein av hansara bestu og mest undirhaldandi
framførslum, og filmurin er sera góð satira av modernaðum superhetjufilmum. Hann hevur eisini eina senu aftaná rullitekstirnir, sum er verd at bíða eftir.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Tim Miller
Leikarar: Ryan Reynolds, Morena Baccarin, Ed Skrein, T.J. Miller, Gina Carano,
Brianna Hildebrand, Stefan Kapičić
Leikarar: Ryan Reynolds, Morena Baccarin, Ed Skrein, T.J. Miller, Gina Carano,
Brianna Hildebrand, Stefan Kapičić
No comments:
Post a Comment