James Cameron leikstjórnaði Terminator 1 og 2, men hevði síðan einki við hinir filmarnir at gera. Eg haldi framvegis, at tveyarin er tann besti í røðini og eingin annar kemur upp á sama støðið. Eg minnist, hvussu skuffandi og frustrerandi tað var, at hyggja eftir Terminator Genisys í biografinum. Nú er James Cameron komin aftur sum framleiðari og leikstjórin er Tim Miller, sum er kendur fyri "Deadpool". "Terminator: Dark Fate" er sætti filmurin í røðini, men ein beinleiðis eftirfylgjari til tveyarin og ignorerar nummar 3, 4 og 5. Sarah Connor (Linda Hamilton) og ein cyborg frá framtíðini, Grace (Mackenzie Davis), mugu verja eina gentu (Natalie Reyes) frá einum óndum Terminator (Gabriel Luna).
Eg var skeptiskur, av tí at Terminator Genisys var serstakliga vánaligur. Men "Terminator: Dark Fate" sá út til at hava eitt gott toymi: James Cameron sum framleiðari, leikstjórin av "Deadpool", Arnold Schwarzenegger og eisini Linda Hamilton. Hon var ein sera góður høvuðsleikari í nummar 1 og 2, og hevur ikki leikt í einum stórum filmi í fleiri ár. Úrslitið er eitt sindur skuffandi, hóast hetta er tann frægasti síðani tveyarin. Filmurin hevur undirhaldandi partar, men trupulleikin er, at hann bjóðar bara meira av tí sama.
Hóast søgan er meira samanhangandi og lættari at fylgja við hesuferð, so er hon ikki sera góð ella áhugaverd. Summi ting henda í byrjanini, sum eru ørkymlandi og óneyðug. Tað kundi verið verri, men eg skilti ikki, hvussu tað hekk saman við tveyarin. Eg gjørdist meira optimistiskur, tá vit hittu ein av høvuðsleikarunum, Mackenzie Davis. Hon er rættiliga góð, dámlig og eisini dugnalig í actionsenunum. Leikararnir vóru góðir, inntil Linda Hamilton kom uppí. Eg varð skuffaður av henni. Hon gevur eina sera vánaliga framførslu og tosar sum um, at hon ikki er áhugað í hesum leiklutinum. Hon er ein ódámligur høvuðsleikari. Hinvegin er Arnold Schwarzenegger sera góður, men hann hevur ikki ein stóran leiklut.
Annars eru bardagarnir og flestu effektirnar góðar. Í byrjanini var eg áhugaður í actionsenunum og helt filmin vera hampuliga undirhaldandi. Men eg misti áhugan, tá ið søgan vísti seg at vera ein kopi av tveyaranum: Ein cyborg/Terminator frá framtíðini skal verja eitt barn frá einum óndum Terminator. Nú er tað bara forútsiguligt og endurtakandi. Harafturat er dialogurin onkuntíð sera illa skrivaður. Sarah Connor sigur nakrar replikkir, sum eru flovisligar. "Terminator: Dark Fate" hevur nakrar undirhaldandi actionsenur, ein góðan skurk og góðar effektir. Arnold Schwarzenegger hevur ein lítlan leiklut og er hæddarpunktið í filminum, men eg varð skuffaður av Linda Hamilton. Onkuntíð er dialogurin vánaligur og søgan er bara kopierað. Satt at siga havi eg ikki hug at síggja ein film afturat í røðini.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Tim Miller
Handrit: David Goyer, Justin Rhodes, Billy Ray
Søga: James Cameron, Charles H. Eglee, Josh Friedman, David Goyer, Justin Rhodes
Leikarar: Linda Hamilton, Arnold Schwarzenegger, Mackenzie Davis, Natalia Reyes, Gabriel Luna, Diego Boneta
Ár: 2019
No comments:
Post a Comment