Monday, October 14, 2019

Joker

DC Films hava áður framleitt superhetjufilmar sum t.d. "Aquaman", "Justice League" og "Shazam", men nú royna tey okkurt øðrvísi. Hetta er ein sjálvstøðugur spenningsfilmur um teirra størsta og kendasta skurk, Joker. Ein sálarliga sjúkur klovnur, Arthur Fleck (Joaquin Pheonix), verður illa viðfarin av samfelagnum í Gotham City og byrjar eitt nýtt lív sum brotsmaður.

"Joker" er ikki ein superhetjufilmur. Hann er ógvusligur, óhóskandi fyri børn og roynir ikki at vera lætt undirhald. Hann tekur persónar úr Batman røðini og uppbyggir ein vanligan dramafilm, sum ikki nýtist at hava tilknýti til teknirøðir. Tað sigst, at filmurin varð íblástur av gomlum krimifilmum sum t.d. "Taxi Driver" frá 1970’unum og tað sæst í úrslitinum. Báðir fylgja einum persóni, sum verður yvirsæddur í samfelagnum og byrjar at gerast voldligur. Myndagóðskan er ikki perfekt og líkist onkrum frá 70’unum, men samstundis fáa vit ótrúliga flottar kameravinklar.

Alt verður stýrt av einum sera dugnaligum høvuðsleikara, Joaquin Pheonix. Hann gevur eina fantastiska og fangandi framførslu. Eitt týdningarmiki evni í filminum er látur, tí Arthur Fleck hevur trupulleikar við, at hann av óvart brestir út at flenna. Joker er kendur fyri hansara flenn og Joaquin Pheonix megnar serstakliga væl at vísa ymiskar kenslur, meðan hann flennir. Ofta er hann keddur og sær út at pínast. Harafturat riggar hann sera væl sum Joker og tað er ein leiklutur, sum fleiri aðrir leikarar hava spælt. Seinast var tað Jared Leto í "Suicide Squad" og tað óvist, um hann fer at koma aftur. Mær dámar munandi betri Joaquin Pheonix í leiklutinum. 

Hetta er ein realistisk útgáva av Joker. Hann er ein anti-hetja og hóast vit ikki taka undir við hansara óndu gerðum, so skilja vit væl, hví hann ger tað. Søgan megnar væl at visa, hvussu alt samfelagið er ímóti honum. Spakuliga, stig fyri stig, verður hann traðkaður niður. "Joker" er ein óbehagiligur, nervapirrandi og væleydnaður krimifilmur. Tempoið var seint í fyrru helvtini, men mær dámdi tað væl, tí Joaquin Pheonix gjørdi tað fangandi og tað var áhugavert at læra um hansara lív. Seinna helvtin var ógvuslig, spennandi og sjokerandi. Filmurin siktar eftir at vera voldligur og óbehagiligur, og tað eydnast.

4 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Todd Phillips
Handrit: Todd Phillips, Scott Silver
Leikarar: Joaquin Pheonix, Robert De Niro, Zazie Beetz, Frances Conroy
Ár: 2019

No comments:

Post a Comment