"Spider-Man: Far From Home" er ein góður, sjarmerandi og undirhaldandi filmur, tó ikki líka góður sum "Homecoming". Hann er rættiliga ójavnur. Mær dámar væl filmin samanumtikið og tað er serliga orsakað av seinnu helvtini. Tá verður hann spennandi og undirhaldandi. Hinvegin varð eg satt at siga skuffaður av fyrru helvtini. Uttan at avdúka nógv, so er tað orsakað av søguni, sum tekur langa tíð at byggja upp. Í fyrru helvtini, tá ið Peter Parker og vinirnir fara til Evropa, er søgan tunn og gevur ikki nógva meining. Fyrst verða tey álopin av einum óinteressantum ódjóri og tað følist meiningsleyst. Summir partar av søguni eru sera forútsiguligir og vit vita ikki nógv um ætlanina hjá Nick Fury.
Ein týdningarmikil partur av søguni er, at Peter Parker er forelskaður í vinkonuni MJ (Zendaya). Mær dámar væl hugskotið og tey rigga væl saman. Tann søgan er góð í seinnu helvtini, men áðrenn verður hon plágað av einum irriterandi hjápersóni, sum eitur Brad (Remy Hii). Hann er eisini áhugaður í MJ og skumpar Peter til viks, og tað dámdi mær als ikki. Tað er kliché, irriterandi og óneyðugt. Tað ger so, at vit ofta ikki síggja Peter saman við MJ og tískil útviklast forholdið ikki. Eg veit, at hetta er ein kliché, sum ofta sæst í kærleiksfilmum, men tað riggar ikki í hesum førinum. Tað er irriterandi, at Brad blívur við at blanda seg uppí. Tá ið hansara leiklutur endiliga varð minkaður, gjørdist søgan meira fangandi.
Uttan at avdúka nakað, so verður filmurin meira fangandi, tá ið hann komin í helvt. Vit fáa endiliga at vita, hvat meiningin er við søguni, og forholdið millum Peter Parker og MJ verður meira útviklað. Harafturat fáa vit eitt fantastiskt og undirhaldandi klimaks, sum er serliga nøktandi fyri Spider-Man fjepparar – eins og eg. Actionsenurnar eru flottar og undirhaldandi, persónarnir eru dámligir, tónleikurin er góður og framførslurnar eru sera góðar. Tá ið søgan kemur uppá pláss, so fáa vit ein sera undirhaldandi Spider-Man film. Mær dámar eisini væl, at hann fokuserar á vinarbondini millum Peter og floksfelagarnir. Forholdið millum hann og MJ er fitt og áhugavert, men Brad burdi verið tikin burturúr. Hann er irriterandi og oyðileggur partar av søguni. "Spider-Man: Far From Home" er ójavnur og hevur sínar feilir, men samanumtikið góður og undirhaldandi, tí seinna helvtin fær alt at geva meining. Harafturat er klimaksið fantastiskt, persónarnir eru dámligir, effektirnar eru flottar og Spider-Man mennist nógv.
3,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Jon Watts
Handrit: Chris McKenna og Erik Sommers
Leikarar: Tom Holland, Samuel L. Jackson, Zendaya, Cobie Smulders, Jon Favreau, Marisa Tomei, Jake Gyllenhall
No comments:
Post a Comment