Saturday, April 27, 2019

Avengers: Endgame

Hetta sigst at vera stóra finalan hjá Marvel, í hvussu er í samband við The Avengers. Eftir hendingarnar í "Avengers: Infinity War", royna hetjurnar at bøta um avleiðingarnar. Hesin filmurin er serliga gjørdur til fjepparar av Marvel. Allir filmarnir hava bygt upp til hetta og eg eri sera glaður fyri úrslitið. Men tað er torført at tosa um filmin, uttan at avdúka nakað. Marvel hava roynt at hildið søguna loyniligt, so hetta verður eitt stutt ummæli. Eg kann ikki avdúka nakað.

Mær dámdi sera væl "Avengers: Infinity War" og hesin er uppaftur betri. Hann er eitt sindur ójavnur, men kortini ein fantastiskur, stuttligur og undirhaldandi superhetjufilmur. Hann er tríggir tímar langur og bjóðar alt møguligt, sum eyðkennir Marvel – t.d. gott skemt, drama, dámligir persónar og flottar actionsenur. "Avengers: Endgame" er ein nøktandi endakapittul á røðina um The Avengers. Hann vísir væl m.a. fylgirnar av hendingunum í "Infinity War". Byrjanin er sera dramatisk og rørandi.

Seinni verður filmurin meira skemtiligur og eg flenti nógv. Dialogurin er framvegis stuttligur og tað er gott at síggja samanspælið millum hetjurnar. Høvuðspersónarnir mennast nógv. Captain Marvel er satt at siga meira dámlig hesuferð og Brie Larson gevur eina góða framførslu. Thanos var betri í fyrra filminum, men hann er kortini ein góður skurkur. Mær dámar serstakliga væl, hvussu filmurin hongur saman við restina av filmsrøðini. Tað er genialt og sera undirhaldandi. Harafturat fáa vit nakrar av teimum bestu actionsenunum í røðini.

"Avengers: Endgame" er óivað tann størsti filmurin hjá Marvel higartil. Spælitíðin er long, nógvir persónar, stórar effektir og ein hendingarrík søga. Tað eydnast væl og eg varð undirhildin alla tíðina. Søgan hevur fleiri yvirraskilsir, allar hetjurnar fáa okkurt at gera og øll hava minniligar løtur. Endin er fantastiskur og sera undirhaldandi. Eg kann tíverri ikki avdúka nakað, men eg eri væl nøgdur við úrslitið. Mín kritikkur er fyrst og fremst, at stemningurin er ójavnur. Onkuntíð er filmurin sera dramatiskur og onkuntíð nýtir hann barnsligt skemt. Tað hóskar ikki altíð saman. Harafturat er søgan onkuntíð eitt sindur fløkjaslig, men samanumtikið er tað væleydnað. Alt byggir upp til ein fantastiskan og nøktandi enda.

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjórar: 
Anthony Russo, Joe Russo
Handrit: Christopher Markus, Stephen McFeely
Leikarar: Robert Downey Jr., Chris Evans, Mark Ruffalo, Chris Hemsworth, Scarlett Johansson, Jeremy Renner, Don Cheadle, Paul Rudd, Brie Larson, Karen Gillan, Bradley Cooper, Josh Brolin
Ár: 2019

No comments:

Post a Comment