Wednesday, April 10, 2019

Shazam!

DC Films bjóða okkum eina óvanliga superhetju, sum uppførir seg sum eitt barn. 14 ára gamli drongurin Billy Batson (Asher Angel) er foreldraleysur, tí mamma hansara hvarv, tá hann var smábarn. Hann verður adopteraður av eini fosturfamilju ímóti sínum vilja. Ein dagin hittir hann ein gamlan gandakall, sum gevur honum sínar kreftir. Hvørja ferð Billy sigur navnið "Shazam", verður hann umbroyttur til superhetjuna, ið er ein vaksin maður (Zachary Levi).

DC Films hava skuffað meg fleiri ferðir seinastu árini. "Wonder Woman" var sera góður, men mær dámdi ikki "Batman v. Superman", "Justice League" og "Aquaman". Eg gav teimum ein møguleika afturat við "Shazam!", serliga tí at mær dámdi hugskotið: Hvat hendir, vissu ein ungur tannáringur verður brádliga ein vaksin superhetja? Eg var vísur í, at tey høvdu valt tann rætta sjónleikaran, Zachary Levi. Hann plagar at vera stuttligur og dámligur. Tíbetur er úrslitið mín yndisfilmur hjá DC Films nýliga. 

Hetta er ein sera sjarmerandi, stuttligur, undirhaldandi og barnsligur superhetjufilmur. Hann er barnsligur á tann rætta mátan. Tað er stuttligt at síggja, hvussu eitt barn uppførir seg sum ein superhetja. Ein av høvuðsorsøkunum er Zachary Levi, sum er ein fantastiskur, stuttligur og dámligur høvuðsleikari. Hann uppførir seg sum ein 14 ára gamal drongur og man trýr veruliga, at hann spælir sama leiklutin sum ungi Asher Angel. Hinir sjónleikararnir eru eisini góðir og børnini duga væl at spæla. Asher Angel er ein góður sjónleikari og mær dámar væl hansara samanspæl við fosturfamiljuna. Mark Strong spælir ein týpiskur skurkur, men hann dugir væl og ger tað undirhaldandi. Hann hevur tíbetur góða motivatión til at vera óndur.

Hóast filmurin er eitt sindur forútsiguligur, so riggar hann væl, tí hann vísir superhetjusjangruna frá sjónarhornunum hjá børnum. Besti vinurin hjá Billy, Freddy, er ein nørdur, sum veit alt um superhetjur og tískil lærir honum at brúka kreftirnar. Á tann hátt ger filmurin gjøldur burtur úr superhetju-kliché’um og tað dámar mær sera væl. Harafturat eru effektirnar góðar og actionsenurnar undirhaldandi. Hinvegin er tann størsti veikleikin, at stemningurin er ójavnur, tí skurkurin og ódjórini eru ræðandi og ógvuslig. Tey minna um okkurt frá ræðufilmum og tað hóskar illa til senurnar við høvuðspersóninum, sum eru barnsligar og lætt undirhald. Tískil er filmurin ov óhugnaligur fyri smábørn, hóast søgan burdi verið hóskandi. Tað er møguliga orsakað av, at leikstjórin, David F. Sandberg, er vanur við at gera ræðufilmar. Í staðin fyri at vera bæði óhugnaligur og barnsligur, so burdi Sandberg heldur havt valt ein stíl. 

Annars er "Shazam!" ein sera undirhaldandi, stuttligur og sjarmerandi superhetjufilmur, og óivað ein tann besti hjá DC Films. Hann minti meg eitt sindur um teir gomlu Superman filmarnir við Christopher Reeve, sum vóru lætt undirhald. Hetta er tíbetur ikki ein keðiligur og deprimerandi superhetjufilmur eins og "Batman v. Superman". DC Films hava droppað tann stílin og royna nú okkurt, sum er meira positivt. Hesin filmurin roynir bert at undirhalda og tað eydnast. Shazam er ein sera dámligur persónur og Zachary Levi hóskar serstakliga væl til leiklutin. Eg vil fegin síggja hann í komandi filmum.

4 / 5 stjørnur

Leikstjóri: 
David F. Sandberg

Handrit: Henry Gayden
Søga: Henry Gayden, Darren Lemke
Leikarar: Zachary Levi, Mark Strong, Asher Angel, Jack Dylan Grazer, Djimon Hounsou
Ár: 2019

No comments:

Post a Comment