Friday, March 15, 2019

How to Train Your Dragon: The Hidden World

Eg eri seinur við hesum, men eg vil fegin siga mína meining um "How to Train Your Dragon: The Hidden World". Hetta er triði og síðsti filmurin í røðini, og sum ein fjeppari vildi eg síggja, hvussu tað fór at enda. Hiccup (Jay Baruchel), drekin Toothless og vinirnir leita eftir einum gátuførum heimi, sum tey hava hoyrt sagnir um. Samstundis hitta tey ein hon-dreka, sum er sama slag sum Toothless.

Bæði eittarin og tveyarin eru millum bestu filmarnir hjá DreamWorks. Tað sigst, at ætlanin var at byggja teir sum eina trilogi og tískil endar tað her. Allir hanga væl saman og byggja søguna víðari. "How to Train Your Dragon: The Hidden World" er ein sera góður, sjarmerandi, rørandi og undirhaldandi filmur. Tíbetur er hetta eisini ein nøktandi og fantastiskur endi á trilogiina. Animatiónin er fantastisk og persónarnir eru framvegis dámligir. Hesin filmurin handlar mest sum Toothless, sum hevur altíð verið mín favorittur. Hann verður forelskaður í ein hon-dreka og tað er ein fitt søga. Hvørgin teirra dugir at tosa, so vit mugu avlesa teirra kropsmál og andlitsbrá. Tað er sera góð animatión. Man veit altíð, hvat Toothless hugsar, hóast hann einki sigur.

Samstundis síggja vit, hvussu víkingarnir mennast. Samfelagið er yvirfólkað og Hiccup er teirra nýggi høvdingi. Tað ger so, at bæði Hiccup og Toothless mennast og hava hvør sínar avbjóðingar. Hetta er ein persónlig søga. Astrid (America Ferreraa) og Gobber (Craig Ferguson) hava eisini stórar leiklutir, men eg vildi tó ynskt, at summir hjápersónar fingu meira at gera. Vinirnir hjá Hiccup eru framvegis stuttligir og dámligir, men hava ikki altíð viðkomandi leiklutir. Tað er serliga Eret (Kit Harington), sum hevur næstan einki at gera. Harafturat er skurkurin hampuliga góður, men eitt sindur gloymandi  tað hevur altíð verið veikasti parturin av røðini. Teir minni góðu hjápersónarnir eru ikki stórir trupulleikar, tí vit hava nóg mikið av høvuðspersónum.

Tann besti parturin er endin, sum eg sjálvandi ikki fari at avdúka. Tað er sera týdningarmikið at enda trilogiina og úrslitið er nøktandi. Endin er fantastiskur og rørandi. Tað føldist sum ein hóskandi endi á eina langa samanhangandi søgu og eg varð sera rørdur. Tá eg hyggi aftur á røðina, so hevur hon eina góða byrjan, miðju og enda. "How to Train Your Dragon: The Hidden World" er samanumtikið ein hóskandi endakapittul, sum bjóðar undirhaldandi actionsenur, góðan tónleik, fantastiska animatión og dámligir persónar. Hann megnar eisini at hava stuttligt skemt fyri børn og eina dramatiska søgu fyri vaksin. Í løtuni dámar mær best eittarin, men hetta er ein sera væleydnað trilogi.

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Dean DeBlois
Handrit: Dean DeBlois
Leikarar: Jay Baruchel, America Ferrera, Cate Blanchett, Craig Ferguson, F. Murray Abraham, Jonah Hill, Christopher Mintz-Plasse, Kristen Wiig, Kit Harington
Ár: 2019

No comments:

Post a Comment