Eftir meira enn 10 ár hava Marvel endiliga gjørt ein superhetjufilm við eini kvinnu í høvuðsleiklutinum. Teirra kappingarneyt, DC Films, kláraðu seg væl við "Wonder Woman", so nú fáa vit upprunasøguna hjá Captain Marvel. Í 1995 neyðlendir rúmdarveran Vers (Brie Larson) á jørðini. Eftir at hon hittir Nick Fury (Samuel L. Jackson), noyðast tey at samstarva og steðga fíggindum, sum gera innrás á jørðini. Samstundis lærir hon um sína fortíð og serstaku kreftir.
Eg eri ein fjeppari av Marvel og mær dámar flestu filmarnir í røðini. Men hesuferð varð eg skuffaður. "Captain Marvel" er ein hampuliga undirhaldandi, men óruddiligur og illa gjøgnumførdur superhetjufilmur. Hann hevur bæði góðar og vánaligar partar. Hæddarpunktið er Nick Fury og hann hevur ein stóran leiklut. Hann hevur gott samanspæl við Vers og man trýr veruliga, at tey gerast vinir. Samuel L. Jackson gevur eina góða og stuttliga framførslu, og effektirnar, sum fáa hann at síggja 20 ár yngri út, eru væl gjørdar. Flestu framførslurnar eru góðar, men eg varð skuffaður av Brie Larson. Hon plagar at vera ein góður sjónleikari, men hesuferð er hon rættiliga keðilig og monoton. Onkuntíð sleppur hon at smílast og vera sjarmerandi, men annars er hennara framførsla óinteressant og avmarkað.
Hinvegin dámar mær væl effektirnar, actionsenurnar og skemtið – uttan tá ið tað verður býttisligt í síðsta hálva tímanum. Eg má viðganga, at bardagarnir eru ikki sera minniligir, men teir eru kortini hampuliga undirhaldandi. Hetta er eisini ein stuttligur filmur og tað er serliga orsakað av sitatum frá Nick Fury. Mær dámar eisini væl, at søgan fer fram í 1995. Eg vaks upp í 1990’unum og filmurin bjóðar nostalgiskar løtur – umhvørvið er væl endurskapt. Flestu persónarnir eru dámligir, serliga unga gentan Monica. Filmurin var nóg mikið undirhaldandi, so at eg vildi hyggja allan vegin gjøgnum. Men eg varð órógvaður av søguni og leikstjórnanini.
"Captain Marvel" er leikstjórnaður av Anna Boden og Ryan Fleck, sum eru nýggj ískoyti til filmsrøðina. Tey hava eisini skrivað saman við trimum øðrum og tað vil siga, at handritið hevur fimm rithøvundar. Tað sæst væl í úrslitinum, tí størsti trupulleikin er søgan. Hon er fløkjaslig, ójøvn og eitt sindur óinteressant. Hon riggar best, tá ið hon fokuserar á samstarvið millum Vers og Nick Fury. Handritið er ójavnt, og filmurin er illa leikstjórnaður av Anna Boden og Ryan Fleck. Søgan er ikki serstakliga væl søgd, skemtið er onkuntíð ov løgið, summar senur eru yvirdramatiskar og myndatøkan av bardagunum er eitt sindur ørkymlandi. Eg eri ikki sannførdur um, at Anna Boden og Ryan Fleck hóska til Marvel. Sum leikstjórar koyrdu tey onkuntíð bæði skemtið og dramaið yvir um markið, so at tað var býttisligt ella yvirdramatiskt. Tey megnaðu heldur ikki at halda skil á handritinum, sum hevði ov nógvar rithøvundar.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjórar: Anna Boden og Ryan Fleck
Handrit: Anna Boden, Ryan Fleck, Geneva Robertson-Dworet
Søga: Nicole Perlman, Meg LeFauve, Anna Boden, Ryan Fleck, Geneva Robertson-Dworet
Leikarar: Brie Larson, Samuel L. Jackson, Ben Mendelsohn, Djimon Hounsou, Lee Pace, Lashana Lynch, Gemma Chan, Annette Bening, Clark Gregg, Jude Law
No comments:
Post a Comment