Wednesday, October 1, 2014

Teenage Mutant Ninja Turtles (2014)

Hollywood gevur ofta út nýggjar filmatiseringar av gomlum røðum og filmum. Fyrr í ár fingu vit RoboCop og Godzilla. Nú hevur Michael Bay framleitt ein nýggjan film um Teenage Mutant Ninja Turtles – vælumtóktir figurar, sum hava verið í m.a. teknirøðum, filmum og spølum. Eg kendi teir eisini, tá ið eg var lítil.

Friday, September 19, 2014

Ludo

Katrin Ottarsdóttir hevur givið út ein nýggjan film við heitinum "Ludo". Hetta er tann fyrsti føroyski spælifilmurin síðan "Bye Bye Blue Bird" í 1999 – eisini gjørdur av Katrini Ottarsdóttir.

Monday, September 8, 2014

The Expendables 3

Eg havi nevnt fyrr, at mær dámar væl óseriøsar actionfilmar. Vit fingu slíkt undirhald við "The Expendables 2" og stutt síðani "Guardians of the Galaxy". Hesin filmurin, "The Expendables 3", sá út til, at bjóða meira yvirdrivið, óseriøst og gamaldags undirhald.

Wednesday, September 3, 2014

Guardians of the Galaxy

Tann fyrsti treylarin fyri "Guardians of the Galaxy" kom út í februar. Í byrjanini av árinum var eg ikki sera áhugaður í filminum, men tá eg sá treylarin, broyttist mín meining fullkomiliga. Hóast hann var stuttur, so var tað ein fangandi og genialur treylari. Tað var kul, at síggja stuttligt skemt og hoyra poppsangin “Hooked on a Feeling”, meðan man sá kríggj og løgnar superhetjur úti í rúmdini. Seinni gjørdist hetta tann filmurin, sum eg gleddi meg mest til í summar.

Monday, July 21, 2014

Dawn of the Planet of the Apes

Fyri trimum árum síðan kom ein filmur út, sum æt “Rise of the Planet of the Apes”. Eg var upprunaliga ikki áhugaður í honum, men tá ið eg so sá hann í biografinum, varð eg sera yvirraskaður. Tað var ein sera góður filmur. Hann endaði á ein hátt, sum bygdi upp til ein tvey’ara. Tann filmurin er nú komin út við heitinum “Dawn of the Planet of the Apes”.

Monday, July 14, 2014

Transformers: Age of Extinction

Tann illa umtókti leikstjórin Michael Bay er afturkomin við einum nýggjum “Transformers”-filmi. Hetta er tann fjórði í røðini. Fyri meg persónliga, so var eittarin góður, tvey’arin sera vánaligur og trý’arin hampuligur.

Sunday, July 13, 2014

How to Train Your Dragon 2

Ein av teimum best umtóktu filmunum hjá DreamWorks er “How to Train Your Dragon”. Mær dámar hann sera væl. Hann hevur nógvar kliché’ir, men gjøgnumførir tær flestu sera væl. Tann filmurin hevur gjørt, so at nógv fólk eru áhugað í tvey'aranum, sum nú er komin út. Eg ummæli ta ensku útgávuna.

Wednesday, July 2, 2014

22 Jump Street

Mín yndisskemtifilmur frá 2012 var “21 Jump Street”. Eg var tískil áhugaður í tvey’aranum, men tað er torført, at gera góðar eftirfylgjarar til skemtifilmar.

Friday, June 13, 2014

47 Ronin

Eg havi onkuntíð hugsað um, at vit hava ikki hoyrt um Keanu Reeves í fleiri ár. Hann er høvuðsleikarin í t.d. “The Matrix” og “Constantine”, og var fyrr ein av heimsins kendastu sjónleikarum. Aftána ein langan stegð er hann afturkomin við einum nýggjum actionfilmi, sum eitur “47 Ronin”.

Wednesday, June 11, 2014

Edge of Tomorrow

Tom Cruise er afturkomin við einum nýggjum actionfilmi, sum eitur "Edge of Tomorrow". Søgan er um ein mann (Tom Cruise), sum verður brádliga hermaður í krígginum ímóti rúmdarverum. Tá hann fer í kríggj, livir hann tann sama dagin umaftur og umaftur. Hann roynir so at gagnnýta tað.

Sunday, May 18, 2014

Godzilla (2014)

Eg hevði glett meg til, at síggja nýggja filmin “Godzilla”. Hann sá fantastiskur og spennandi út. Harafturat var tann gamli amerikanski filmurin “Godzilla” frá 1998 vánaligur, so tað var eitt gott hugskot, at gera ein nýggjan film við sama heitinum.

Monday, May 12, 2014

The Amazing Spider-Man 2

Eitt sindur sum “Man of Steel” í fjør, so var “The Amazing Spider-Man” ein filmur, sum fólk høvdu ymiskar meiningar um. Eg var ein av teimum, sum dámdu hann væl. Eftir mínari meining hevur “The Amazing Spider-Man” sínar feilir, men er samanumtikið ein góður superhetjufilmur, serliga orsakað av persónunum. Harafturat eri eg ikki ein fjeppari av teimum gomlu filmunum um Spider-Man. Nú er tvey’arin komin út.

Tuesday, April 29, 2014

Klippfisk á ferð 2014

Í gjár var eg í Atlantis Bio og luttók í tiltakinum “Klippfisk á ferð”. Salurin var næstan fullur og eg eri glaður fyri at síggja, at tiltakið hevur eydnast væl. Hetta er ein góður máti, at stuðla føroysku filmsvinnuni. Eg fari at skriva stutt ummæli av øllum filmunum, sum vórðu sýndir. Hetta er mín persónliga meining.

Sunday, April 27, 2014

Captain America: The Winter Soldier

Mær dámar væl superhetjufilmar, men eg var tó ikki sera spentur til tann nýggja Marvel-filmin, “Captain America: The Winter Soldier”. Hann sá út til at vera góður, men eg helt, at aftaná “The Avengers” vóru filmarnir hjá Marvel byrjaðir at gerast endurtakandi. Men eg eri glaður fyri at siga, at hesin filmurin er øðrvísi og nógv betri, enn eg hevði væntað.

Tuesday, April 15, 2014

Non-Stop

Eg tók ein langan steðg frá, at ummæla filmar, men eg eri ikki givin. Í síðstu viku var eg í Havnar Bio og hugdi eftir “Non-Stop”. Eg eri ein stórur fjeppari av Liam Neeson. Hann er ein sera góður sjónleikari og hóskar væl til leiklutir í actionfilmum.

Wednesday, February 26, 2014

12 Years a Slave

“12 Years a Slave” fer fram í USA í 19. øld, tá ið myrk fólk vóru trælir hjá teimum hvítu. Hann er gjørdur eftir eina sanna søgu. Ein frælsur myrkur maður, sum eitur Solomon Northup, verður fangaður og seldur sum trælur. Hansara navn verður broytt og nú noyðist hann, at liva sum trælur, hóast tað ikki er rættvíst.

Tuesday, February 18, 2014

American Hustle

Ein filmur, sum hevur fingið nógvar Oscar-tilnevningar í ár, er “American Hustle”. Hann er leikstjórnaður av David O. Russell, sum eisini gjørdi m.a. “The Fighter” og “Silver Linings Playbook”. Hann hevur eisini ein sera góðan lista av sjónleikarum: Christian Bale, Amy Adams, Bradley Cooper, Jennifer Lawrence, Jeremy Renner og onnur.

Monday, February 17, 2014

About Time

Ein filmur, sum eg ikki sá í biografinum í fjør, var bretski kærleiksfilmurin “About Time”. Hann er skrivaður og leikstjórnaður av Richard Curtis, sum eisini hevur gjørt “Love Actually” og skrivað m.a. “Notting Hill” og “Four Weddings and a Funeral”. Hann er mest kendur fyri sínir kærleiksfilmar og hann hevur kunngjørt, at “About Time” er møguliga tann síðsti filmurin, sum hann leikstjórnar.

Sunday, February 9, 2014

Áhugaverdir komandi filmar í 2014

Eg havi gjørt ein lista yvir nøkrum filmum, sum eg eri áhugaður í at síggja í 2014. Hann er í alfabetiskari raðfylgju. Eg veit, at American Hustle” og Anchorman 2ganga nú í Havnar Bio, men eg havi ikki sæð teir enn.

Saturday, February 8, 2014

RoboCop (2014)

“RoboCop” er ein “science fiction”-filmur, sum fer fram í ár 2028. Í summum londum arbeiða robottar sum politistar, men í USA eru teir ólógligir. Amerikanski sjónvarpsverturin Pat Novak (Samuel L. Jackson) og felagið OmniCorp royna at argumentera fyri, hví robottar burdu verið lógligir. 

Friday, January 24, 2014

Mínir yndisfilmar frá 2013

Eg havi gjørt tveir topplistar yvir filmum frá 2013, sum eg havi sæð. Eg havi ikki sæð "American Hustle", "The Hunger Games: Catching Fire" og "Frozen". Men av teimum filmunum, sum eg havi sæð, so eru hetta teir, sum mær dámdi best og minst. 

Tuesday, January 21, 2014

The Secret Life of Walter Mitty

“The Secret Life of Walter Mitty” er ein ambitiøsur filmur um ein mann, Walter Mitty (Ben Stiller), sum dagdroymir fleiri ferðir um dagin. Hann livir í sínum egna heimi og hevur ein lívligan fantasi. Ein dagin hvørvur eitt filmsspor við eini mynd, sum blaðið, ið hann arbeiðir fyri, skal brúka til forsíðuna. Tískil fer hann á eina spennandi ferð uttanlanda, fyri at leita eftir myndamanninum.

Monday, January 13, 2014

The Wolf of Wall Street

“The Wolf of Wall Street” er tann nýggi filmurin hjá Martin Scorcese, sum er ein av heimsins kendastu leikstjórum. Hann hevur gjørt m.a. “Goodfellas”, “The Departed”, “Shutter Island” og “Hugo”. Harumframt hevur filmurin Leonardo DiCaprio í høvuðsleiklutinum, sum ofta samstarvar við Scorsese.

Sunday, January 5, 2014

The Hobbit: The Desolation of Smaug

“The Hobbit: The Desolation of Smaug” er næsti parturin í trilogi’ini. Hann heldur fram søguna um ferðina hjá Bilbo Baggins og dvørgunum, sum eru á veg til Erebor, fyri at fáa teirra heimland aftur frá Smaug.