Tann fyrsti treylarin fyri "Guardians of the Galaxy" kom út í
februar. Í byrjanini av árinum var eg ikki sera áhugaður í filminum, men tá eg
sá treylarin, broyttist mín meining fullkomiliga. Hóast hann var stuttur, so
var tað ein fangandi og genialur treylari. Tað var kul, at síggja stuttligt
skemt og hoyra poppsangin “Hooked on a Feeling”, meðan man sá kríggj og løgnar
superhetjur úti í rúmdini. Seinni gjørdist hetta tann filmurin, sum eg gleddi
meg mest til í summar.
Vit fylgja einum brotsmanni úti í rúmdini, sum eitur Peter
Quill (Chris Pratt) og verður nevndur Star Lord. Hann er eitt menniskja, men hevur
búð úti í rúmdini, síðan hann varð tikin av rúmdarverum sum barn. Ein dagin
endar hann í fongsli saman við eini rúmdarveru, Gomora (Zoe Saldana), einum træi,
Groot (Vin Diesel), og eini tváttarbjørn, Rocket (Bradley Cooper), sum duga at
tosa, og einum svakum krígsmanni, Drax (Dave Bautista). Tey gera av, at savnast sum eitt lið við navninum "Guardians of the Galaxy" og royna, at vinna yvir einum skurki.
Hesin filmurin hevur eitt løgið og ekstremt konsept: Eitt
menniskja, ein grøn rúmdarvera, eitt træ og ein tváttabjørn, sum duga at tosa,
og ein krígsmaður (rúmdarvera) arbeiða saman sum superhetjur. Á pappíri ljóðar tað sum eitt láturligt
konsept, men tíbetur hava Marvel og leikstjórin, James Gunn, gjørt av, at gera
tað til ein óseriøsan superhetjufilm. Hesin filmurin roynir fyrst og fremst, at
vera gott og óseriøst undirhald, og tað er orsøkin til, at hann er væleydnaður. "Guardians of the Galaxy" er ein sera undirhaldandi og stuttligur filmur.
Hetta er satt at siga tann stuttligasti filmurin hjá Marvel higartil. Hann er fullur av jokes’um og eg flenti ofta. Dialogurin er sera góður
og undirhaldandi, og skemtið er væl gjøgnumført. Filmurin ger onkuntíð gjøldur
burtur úr sær sjálvum og tað er genialt – t.d. teir flestu persónarnir dáma ikki
navnið Star Lord, hóast tað er navnið hjá eini superhetju í filminum. Man
skuldi trúð, at James Gunn veit av, at filmurin er løgin og gevur tí áskoðarunum
loyvi, at flenna eftir honum.
Persónarnir eru kulir og framførslurnar eru góðar. Chris
Pratt er góður og dámligur sum Peter Quill. Hann hevur eina góða baksøgu, ein kulan persónleika og mennist gjøgnum filmin.
Tváttarbjørnin Rocket er mín yndispersónur í filminum. Hann er stuttligur, kulur, flott gjørdur og sera undirhaldandi. Bradley Cooper leggur rødd til hann og ger eitt gott
arbeiði. Hann broytti røddina hjá sær eitt sindur, so eg gloymdi, at tað var
hann. Vin Diesel hevur lítið at gera, men hansara persónur, Groot, er
eisini góður og dámligur. Dave Bautista er sera góður og stuttligur.
Samanspælið millum høvuðspersónarnir er sera gott og
undirhaldandi. Tað er kul, at síggja hesar løgnu verurnar arbeiða saman og fara
í kríggj. Actionsenurnar eru kular, sera undirhaldandi og fullkomiliga yvirdrivnar. Mær dámar væl óseriøsar actionfilmar, og eg gjørdist sera glaður og spentur, tá eg sá eina tváttarbjørn við eini maskinbyrsu standa á einum livandi træi og skjóta eftir skurkum. Hvør skuldi trúð, at man fór
at síggja sovorðið í einum actionfilmi? Mær dámar eisini væl tónleikin í
filminum. Hann brúkar nógvar poppsangir frá 70’unum og tað syrgir fyri nøkrum
sera undirhaldandi senum. Filmurin hevur eisini nakrar rørandi dramatiskar løtur.
"Guardians of the Galaxy" er ein sera undirhaldandi, løgin, yvirdrivin
og stuttligur superhetjufilmur. Tann einasti kritikkurin er, at søgan er satt
at siga ikki sera góð. Handlingin er hampulig, men sjálva søgan er tunn og ikki
sera spennandi. Skurkurin er hampuligur, men ætlanin hjá honum er ikki áhugaverd.
Filmurin leggur tó meira dent á persónarnir enn søguna, so hann klárar, at
vinna yvir trupulleikanum. Actionsenurnar eru yvirdrivnar, ekstremar og tískil undirhaldandi,
effektirnar eru góðar, persónarnir eru kulir og framførslurnar eru góðar. Hetta
er kanska tann mest undirhaldandi filmurin, sum eg havi sæð higartil í ár.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: James Gunn
Leikarar: Chris Pratt, Zoe Saldana, Dave
Bautista, Bradley Cooper, Vin Diesel, John C. Reilly, Lee Pace, Glenn Close,
Benicio del Toro
No comments:
Post a Comment