Katrin Ottarsdóttir hevur givið út ein nýggjan film við heitinum "Ludo". Hetta er tann fyrsti føroyski
spælifilmurin síðan "Bye Bye Blue Bird" í 1999 – eisini gjørdur av
Katrini Ottarsdóttir.
Tað er gott, at tann føroyska filmsvinnan hevur gingið frameftir tey seinastu árini. Nógvir stuttfilmar verða framleiddir, "Klippfisk á ferð" hevur verið tvær ferðir og nú er ein nýggjur spælifilmur komin út. Katrin Ottarsdóttir gjørdi eisini teir fyrstu føroysku spælifilmarnir. Hesin filmurin, "Ludo", er um eina 11 ára gamla gentu, sum hevur ein sera truplan gerandisdag heima. Mamma hennara er sálarliga sjúk, og pápin er passivur og ger lítið við tað.
Hesin filmurin hevur fingið góð ummæli og eg haldi, at hann er flott gjørdur. Men eftir mínari meining er hetta tíverri eitt dømi um ein film, sum er
flott gjørdur og væl upptikin, men hevur ikki nóg gott innihald – tískil ein flottur, men keðiligur filmur. Alt tað tøkniliga
er samanumtikið væleydnað. Myndatøkan er fantastisk og litrík. Ein ávís sena í
byrjanini brúkar nógvar reyðar litir og tað er flott gjørt. Framførslurnar eru
eisini góðar. Lea Blaaberg, sum spælir dóttirin, dugir væl at spæla sjónleik, og
Hjálmar Dam er rættiliga góður og sannførandi. Hildigunn Eyðfinnsdóttir hevur
tann mest krevjandi leiklutin sum mamman. Hon gevur eina sera góða framførslu.
Hennara kenslur eru sannførandi.
Filmurin er flott gjørdur og væl spældur, men
tað er ikki nóg mikið til, at gera ein góðan film. Tað er sera týdningarmikið,
at hava eina góða og áhugaverda søgu, sum leiðir hyggjaran gjøgnum filmin. Tað
roynir hesin filmurin at gera, men tað er miseydnað. Søgan er tunn og hevur ov
lítið innihald til ein heilan spælifilm. Hon vísir nakrir partar av gerandisdegnum hjá familjuni og dregur teir langt út. Søgan kundi verið søgd í einum
stuttfilmi. Hetta følist sum ein stuttfilmur, sum er strektur út til meir enn
ein tíma. Filmurin er satt at siga minni enn 90 minuttir langur og er kortini sera langdrigin.
Tempoið er ov seint og eg síggi væl, hvat
meiningin er við tí. Tempoið er seint fyri at byggja upp spenning, og gera
summar senur nervarpirrandi og óbehagiligar. Onkuntíð eydnaðist tað. Summar
senur eru nervapirrandi og eg var onkuntíð nervøsur fyri, hvat fór at henda.
Men ofta er tað seina tempoið frustrerandi. Í einari senu sita høvuðspersónarnir í fleiri
minuttir og eta pannukøkur. Eg skilti væl, at filmurin royndi at gera senuna
nervapirrandi, men tað riggaði ikki. Hon var langdrigin og keðilig. Tað
sama hendir í summum senum, har mamman grætir. Tær vóru øgiliga langdrignar og eg veit, at tær vóru langar fyri, at vera óbehagiligar, men tað riggaði ikki.
Hetta er samanumtikið ein sera langdrigin filmur.
Persónarnir eru ikki sera áhugaverdir. Mær dámdi eitt sindur pápan og dóttrina, men eg var ikki
sera áhugaður í teimum. Filmurin hevur eisini nógvar ravnar, sum verða brúktir
sum myndatala. Onkuntíð riggaði tað fínt, men eg helt, at teir vórðu vístir ov ofta. Tað virkaði sum um, at man sá ein ravn hvønn triðja minutt
og at enda gjørdist tað so endurtakandi, at tað var eitt sindur láturligt. Tað
er sjálvandi í lagi, at koyra nógva myndatalu í ein film, men tá ið man vísir
tað sama umaftur, umaftur og umaftur, so verður tað ov nógv av tí góða. Tað
sama hendir við "slow motion"-effektina, sum man ofta sær í filminum. Hon
verður brúkt ov ofta og onkuntíð í løgnum støðum. Tað verður irriterandi og eitt sindur láturligt.
"Ludo" er ein væl spældur og sera
flottur filmur, men eisini keðiligur og langdrigin. Søgan er ov tunn og tempoið er ov seint. Summar senur eru nervapirrandi og myndatøkan er fantastisk, men tað er ikki nóg mikið. Søgan er ov tunn til ein spælifilm. Hon hevði kanska riggað til ein
stuttfilm, tí man kann siga hana á stutta tíð. Filmurin er flott gjørdur og alt tað tøkniliga er væleydnað, men handritið kundi verið betri. Tá ið man gevur ein spælifilm út til
almenningin, so er tað ikki nóg mikið, at hava vakrar myndir og góðar framførslur. Filmurin má eisini hava eina góða søgu og gott innihald, sum fangar áhugan
hjá hyggjaranum. Tað hevur hesin filmurin tíverri ikki.
2 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Katrin Ottarsdóttir
Leikarar: Lea Blaaberg, Hjálmar Dam,
Hildigunn Eyðfinsdóttir, Gunnvá Zachariasen,
Bárður Persson
Bárður Persson
No comments:
Post a Comment