Hollywood
gevur ofta út nýggjar filmatiseringar av gomlum røðum og filmum. Fyrr í ár
fingu vit RoboCop og Godzilla. Nú hevur Michael Bay framleitt ein nýggjan
film um Teenage Mutant Ninja Turtles – vælumtóktir figurar, sum hava verið í m.a. teknirøðum, filmum og spølum. Eg kendi teir eisini, tá ið eg var lítil.
Søgan um
hesar skjaldbøkurnar hevur altíð verið løgin. Tað hevur ongantíð verið
meiningin, at man skal taka tað í álvara. Tað er undirhald fyri børn. Hinvegin
ger hesin filmurin søguna meira dapra og álvarsama, men
varðveitir samstundis skemtið og undirhaldið. Har vóru fáir áskoðarar í
biografinum, tá eg sá filmin, men tey flestu sóu út til at dáma hann. Eg haldi
ikki, at hann er sera góður. Hann er bert hampuligur.
Hetta er
ikki ein sera vánaligur filmur. Hann er toluligur og undirhaldandi. Men tað er
ein av teimum mest gloymandi filmunum, sum eg havi sæð í ár. Hann koyrir við
skjótum tempoi og er skjótt yvirstaðin – hann er bert uml. ein tíma og 40
minuttir langur. Mín størsti kritikkur er stemningurin. Hann er dapur og álvarsamur,
men hvørja ferð skjaldbøkurnar eru uppií, er hann meira skemtingarsamur. Tað
riggar ikki væl saman í hesum førinum. Tað virkar sum ein filmur, sum ikki
veit, um hann vil vera seriøsur ella óseriøsur. Hann skiftir millum og tað er
ófokuserað.
Handritið
er tunt skrivað. Man lærir lítið um persónarnir, og søgan er tunn og fer ikki í
nógvar detaljur. Mátin ið skjaldbøkurnar læra seg ninjutsu er illa skrivað. April O’Neill er persónurin, sum man lærir mest um, men hon er
ikki ein áhugaverdur persónur. Tað er m.a. orsakað av, at Megan Fox er ikki
tann rætti sjónleikarin til leiklutin. Hon er ikki ein góður sjónleikari, og
hennara framførsla er óinteressant og monoton. Will Arnett er hampuliga góður í
leiklutinum sum myndamaðurin hjá henni, men hann hevur lítið at gera, uttan at
siga frá vánaligum jokes’um. Tað er spell, tí hann er ein stuttligur
sjónleikari. Whoopi Goldberg hevur ein lítlan leiklut, sum ikki hóskar til hana
og gevur henni einki at gera.
Áskoðararnir
í biografinum flentu ofta og tað er í lagi. Skemt er subjektivt. Ávís sløg av
skemti fær summi fólk at flenna og onnur ikki. Skemtið í filminum riggaði ikki
fyri meg. Eg haldi sjálvur, at tað er ikki sera gott. Onkuntíð kom ein joke,
sum fekk meg at flenna eitt sindur – serliga ein ávís undirhaldandi sena í
einum elevatori – men tað hendi sjáldan. Tað plágar persónarnir í filminum, tí
onkuntíð tá teir siga frá vánaligum jokes’um, verða teir irriterandi. Leonardo,
Michelangelo, Donatello og Raphael eru dámligir og kulir, men onkuntíð er
Michelangelo eitt sindur irriterandi. Hann hevur altíð fyrr verið tann
stuttligasti, men í hesum filminum eru hansara jokes onkuntíð irriterandi og
endurtakandi.
William
Fichtner gevur eina góða og undirhaldandi framførslu. Hann er tann besti sjónleikarin.
Filmurin hevur eisini nakrar góðar actionsenur. Ein ávís actionsena í fjøllunum
er sera góð og undirhaldandi. Tað er kul, at síggja høvuðspersónarnir arbeiða
saman. Effektirnar eru eisini góðar. Leonardo, Michelangelo, Donatello og
Raphael síggja ikki penir út, men eru flott gjørdir. Men mær dámdi ikki
Splinter og Shredder. Splinter sær ljótur út, er illa gjørdur og er ikki ein
dámligur persónur. Hann er bara illur alla tíðina. Shredder er ein vánaligur
skurkur, sum uppførir seg sum ein stórur robottur.
“Teenage
Mutant Ninja Turtles” er flott gjørdur og toluligur at hyggja eftir, men ikki
ein góður filmur. Hann syrgir fyri eitt sindur av undirhaldi, men ikki nóg
mikið av innihaldi. Handritið er tunt, stemningurin er óruddiligur og onkuntíð er kameraarbeiðið rokasligt. Søgan er
ikki áhugaverd og leikararnir hava lítið at arbeiða við. Filmurin hevur eisini góðar partar. Wiliam Fichtner gevur eina undirhaldandi framførslu, summar actionsenur eru sera undirhaldandi og
effektirnar eru góðar, men hetta er samanumtikið ein av ársins mest gloymandi filmum.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Jonathan Liebesman
Leikarar:
Megan Fox, Will Arnett, Johnny Knoxvile, Alan Ritchson, Noel Fisher, Jeremy
Howard, Tony Shalhoub, William Fichtner, Whoopi Goldberg
Ár: 2014
Ár: 2014
No comments:
Post a Comment