Eg havi havt ein langan stegð, men
nú byrji eg at ummæla filmar aftur. Eg eri sera seinur við hesum, men eg vil
fegin deila mína meining um "The Hobbit: The Battle of the Five Armies". Hetta
er tann triðji og seinasti filmurin í røðini.
Søgan heldur fram beint eftir tvey’arin. Bilbo og dvørgarnir mugu verja skattin á borgini, og samstundis fylgja vit álvunum og Gandalf. Sum eg havi sagt
fyrr, so dámar mær "The Lord of the Rings", men eg eri ikki ein stórur fjeppari. Filmsrøðin "The Hobbit" er ikki líka góð, men mær dámdi rættiliga væl eittarin. Eg helt
eisini, at tvey’arin var bert hampuligur við einum sera góðum enda. Nú havi eg
sæð trý’arin og tíverri dámdi mær hann ikki sera væl. Vissu man er ein fjeppari
av "The Lord of the Rings", so er stórur møguleiki fyri, at man fer at dáma hann. Filmurin tekur
hyggjaran inn í hendan fiktionella heimin saman við persónum frá røðini og
bjóðar nógvar actionsenur. Tað fara fjepparar at dáma og tað skilji eg væl.
Eg haldi, at hetta er tann veikasti "Hobbit"- og "Lord of the Rings"-filmurin higartil. Tann fyrsti "Hobbit"-filmurin
var langdrigin, men gjørdist spennandi og undirhaldandi í seinnu helvtini.
Hesin filmurin følist sum eitt klimaks, sum er strekt út til næstan 2 og ein hálvan
tíma. Tað er kanska meiningin, men tann størsti trupulleikin er, at klimaksið
er ikki nóg gott. Fyri tað fyrsta er Smaug ikki høvuðsskurkurin. Í staðin er
tað er eitt grátt trøll, sum er ein láturligur og sera vánaligur skurkur. Hvørki
hóttandi ella áhugaverdur og eg skilji ikki, hví hann skal vera høvuðsskurkurin
í staðin fyri Smaug.
Søgan er sera tunn. Uttan at avdúka
nakað, so handlar filmurin mest um, at verja skattin hjá dvørgunum. Tað hevði
kanska riggað sum ein hálvur tími av einum øðrum filmi, men Peter Jackson hevur
strekt tað út til ein langan spælifilm. Tað er ov langdrigið og tunt. Hetta er
heldur ikki ein góður endakapittul samanumtikið. Hinir báðir filmarnir hava
bygt upp til hendan og hann er næstan bara ein røð av endurtakandi actionsenum.
Mær dámar sera væl actionfilmar, men hesin fangaði meg ikki. Actionsenurnar eru
flott gjørdar, men ov nógvar í tali og ikki sera spennandi ella kreativar. Tær minna nógv um hvønn
annan og følast meiningsleysar. Tað, sum persónarnir berjast fyri, er ikki stórt
og áhugavert. Har er eingin spenningur. Summar løtur, sum skuldu vera spennandi, vóru láturligar – eg kann ikki avdúka tær. Endin á klimaksinum er ikki nøktandi og
følist sum eitt anti-klimaks. Okkurt av dramainum riggar heldur ikki. Forholdið
millum Tauriel og Kili er "cheesy" og óinteressant, og tað er ein týdningarmikil
partur. Søgugongdin um Thorin er hampulig, men forútsigulig.
Framførslurnar eru góðar, tó ofta rættiliga avmarkaðar. Nógvir persónar eru bert álvarsamir ella illir. Tað
riggar fínt, men tað ger teir ikki sera djúpir og áhugaverdir. Summi geva meira kenslubornar og áhugaverdar framførslur, sum t.d. Martin Freeman, Ian
McKellen og Evangeline Lilly. Mær dámdi eisini væl Billy Connolly og Stephen Fry. Allir leikararnir eru góðir. Summi eru bara
avmarkað av, at handritið ikki gevur teimum nógva variatión. Stemningurin er
sera álvarsamur og tað hevði riggað, vissu søgan var spennandi, men tað er hon
ikki. Tær bestu senurnar eru tvær, sum hava ein meira lættan og positivan
stemning: Ein stutt sena, har Bilbo tosar um eina plantu og sjálvi endin á filminum. Tá var stemingurin øðrvísi og tað riggaði væl.
Hetta er ikki ein sera vánaligur
filmur. Hann er væl gjørdur, men brúkar onkuntíð ov nógvar
teldugjørdar effektir, væl spældur og bjóðar nógvar actionsenur. Man kann gott
hyggja eftir honum, fyri at fáa tíðina at ganga. Endin á filminum er satt at
siga mín yndissena. Filmurin hevur ein rættiliga góðan enda, sum er rørandi,
væl spældur, hevur góðan dialog og hongur væl saman við fyrsta "Lord of the
Rings"-filmin. Men eftir mínari meining er "The Hobbit: The Battle of the Five Armies" samanumtikið gloymandi, langdrigin og skuffandi.
Skurkarnir eru vánaligir, teir flestu persónarnir eru eitt sindur tunnir, søgan
er sera tunn og actionsenurnar eru ikki nóg góðar til, at fylla næstan allan
filmin. Av tí at tað, sum persónarnir berjast fyri, er ov tunt, so følast actionsenurnar meiningsleysar. Hetta er ein tunnur endakapittul, sum byggir upp til eitt anti-klimaks við vánaligum skurkum.
2 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Peter Jackson
Leikarar: Ian McKellen, Martin
Freeman, Richard Armitage, Evangeline Lilly, Lee Pace,
Luke Evans, Cate Blanchett, Orlando Bloom, Benedict Cumberbatch, Ken Stott,
Hugo Weaving, Billy Connolly, Stephen Fry
Ár: 2014
Luke Evans, Cate Blanchett, Orlando Bloom, Benedict Cumberbatch, Ken Stott,
Hugo Weaving, Billy Connolly, Stephen Fry
Ár: 2014
No comments:
Post a Comment