Wednesday, February 4, 2015

Taken 3

Hóast mær dámar eittarin, so var eg ikki áhugaður í "Taken 3". Tvey’arin var vánaligur og prógvaði, at tað var tíverri óneyðugt at gera ein eftirfylgjara til "Taken". Eittarin og tvey’arin høvdu ymiskar leikstjórar, og man sá væl munin. Eittarin var væl leikstjórnaður og tað var tvey’arin ikki. Leikstjórin av tvey’aranum, Olivier Megaton, er komin aftur til trý’arin.
 
Lívið hjá Bryan Mills (Liam Neeson) er nú friðaligt og gott. Hann hevur eitt gott forhold við familjuna. Men ein dagin hendir okkurt ræðuligt og hann verður mistonktur fyri eina brotsgerð, sum hann ikki hevur gjørt. Nú verður hann jagstraður av løgregluni og noyðist at prógva, hann er ósekur.

Partar av hesum filminum eru betri enn tvey’arin, men samanumtikið er hetta ein sera vánaligur actionfilmur, sum er verri enn tvey’arin. Í fyrru helvtini var hann ikki so galin samanumtikið. Tá var hann ikki góður, men toluligur og man kundi hyggja eftir honum, fyri at fáa einfalt og gloymandi undirhald. Hann roynir at líkjast eittaranum, við at vera bæði ein action- og krimifilmur – ikki bert action. Tað er eitt gott hugskot, men úrslitið er miseydnað og ójavnt. Sum ein actionfilmur er "Taken 3" fullkomiliga miseydnaður. Sum ein krimifilmur er hann toluligur í fyrru helvtini og sera vánaligur í seinnu helvtini. Hann fer av sporinum, tá ið hann er komin í helvt og tað oyðileggur alt.

Byrjanin av filminum, áðrenn Bryan Mills flýggjar frá løgregluni, er rættiliga vánalig. Flovisligt og vánaligt skemt, og "cheesy" drama. Men tá ið Bryan Mills flýddi, gjørdist søgan frægari og meira tolulig. Meðan actionsenurnar vóru vánaligar – tað tosi eg um seinni – so var krimisøgan tolulig. Hon var ikki góð, men syrgdi fyri einfalt undirhald. Tað hjálpti eisini at hava tveir góðar sjónleikarar í stórum leiklutum: Liam Neeson og Forest Whitaker. Liam Neeson er góður sum vanligt, og ger dialogin sannførandi og áhugaverdan. Forest Whitaker hevur ikki nógv at gera, men gevur eina góða framførslu og spælir ein tann mest fornuftigi persónurin í filminum. Famke Janssen er hampulig, men Maggie Grace er byrjað at blíva irriterandi, tí hennara leiklutur er næstan bara at grenja og gráta.

Sum tíðin gekk, so fór krimisøgan av sporinum, og gjørdist vánalig og býtt. Bryan Mills er blivin til ein superhetja, sum ikki kann doyggja. Einaferð kemur hann í eina ógvusliga bilvanlukku í einum elevatori og í næstu senuni tosar hann brádliga í telefon á einum øðrum staði, uttan nakra frágreiðing um, hvussu hann yvirlivdi. Tað hongur ikki saman og gevur onga meining. Eg veit, at hetta er ein poppkornfilmur, sum man ikki skal taka seriøst, men hatta fór yvir um markið. Filmurin hevur eisini nakrar russiskar skurkar, sum eiga at vera hóttandi, men eru láturligir. Sjónleikarin, sum spælir stjórin hjá teimum, gevur eina vánaliga framførslu. Hann yvirspælir og hevur eitt býtt andlitsbrá, tá hann roynir at vera illur. Ein sera vánaligur skurkur.

Tann størsti trupulleikin við søguni er endin. Nær við endanum hendir okkurt, sum er sera vánaligt, forútsiguligt og skuffandi. Tað ger, so at partar av søguni ikki geva meining. Tað togaði allan filmin niður. Eg nevndi, at "Taken 3" er miseydnaður sum ein actionfilmur. Orsøkin er, at actionsenurnar, sum burdu verið undirhaldandi, eru øgiliga vánaligar – burtursæð frá einum skotbardaga í eini gongd, sum er hampuligur. Kameraabeiðið í actionsenunum er so rokasligt og ørkymlandi, at man ofta ikki sær nakað – serliga ein ávís biljagtsena við politibilum. Olivier Megaton hevur prógvað við "Taken 2" og "Taken 3", at hann dugir ikki at leikstjórna action. Eg veit ikki, hví hann varð valdur til, at gera trý'arin. Tað hevur hann ikki uppiborið.

"Taken 3" hevur undirhaldandi partar í fyrru helvtini, men er samanumtikið ein sera vánaligur og kliché actionfilmur. Seinna helvtin og endin eru so mikið vánalig, at mær dámdi filmin minni enn tvey’arin. Liam Neeson og Forest Whitaker eru góðir, men summar framførslur eru rættiliga vánaligar – serliga ein ávísur russiskur skurkur. Summir politistar eru óreinir og ófólkaligir, uttan nakra góða grund, dialogurin er vánaligur og onkuntíð er tónleikurin ov dramatiskur. Actionsenurnar eru ikki undirhaldandi, tí Olivier Megaton hevur oyðilagt tær við hansara rokasliga kameraarbeiði og klipping. Hvussu kann man njóta eina actionsenu, tá ið man ikki sær nakað? Á plakatini stendur, at hetta er tann síðsti "Taken"-filmurin og tað vóni eg eisini.

1,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Olivier Megaton
Leikarar: Liam Neeson, Forest Whitaker, Maggie Grace, Famke Janssen, Dougray Scott
Ár: 2015

No comments:

Post a Comment