Saturday, February 14, 2015

The Spectacular Now

Eg vil fegin onkuntíð ummæla ein film, sum ikki gongur í biografinum og kanska er ókendur. Eg fór á Netflix og hugdi eftir einum ókendum kærleiks-/ungdómsfilmi við heitinum "The Spectacular Now". Hann kom út í 2013 og eg haldi, at hann hevur uppiborið fleiri hyggjarar.

Filmurin er um ein miðnámsskúlanæming, Sutter (Miles Teller), sum er væl umtóktur og ballast ofta. Hansara lív byrjar at broytast, tá hann hittir eina fitta gentu, Aimee (Shailene Woodley), sum gongur á sama skúlanum.

Hetta er ein einfaldur og øðrvísi kærleiksfilmur, sum er framleiddur við einum lágum budget’i. Hann hevur ikki flottar effektir ella sera kendir sjónleikarar. Søgan er einføld og handlingin ljóðar kliché, tá ið man lesur tað, men satt at siga er søgan øðrvísi og rættiliga original. Hon er um eitt kærleiksforhold, men er gjøgnumførd á ein øðrvísi hátt – ikki sum vanligt í øðrum filmum. Hetta er ein sera realistiskur kærleiks-/ungdómsfilmur og mær dámdi hann sera væl.

Filmurin riggar serliga orsakað av handritinum og framførslunum. Handritið er sera gott og væl skrivað. Tað kemur frá somu rithøvundunum, sum skrivaðu filmin "(500) Days of Summer" – hann dámdi mær eisini. Dialogurin var eitt tað fyrsta, sum fangaði meg. Samrøðurnar eru realistiskar og áhugaverdar. Handritið leggur nógvan dent á, at menna persónarnir. Sutter og Amiee eru bæði sera dámlig og mennast gjøgnum filmin.

Allir leikararnir eru góðir og sannførandi. Miles Teller og Shailene Woodley eru sera góð. Tey spæla væl saman, og teirra forhold er áhugavert og sannførandi. Man sær, hvussu forholdið ávirkar teirra lív og gerandisdag. Aimee fær meira sjálvsálit og Sutter byrjar at gerast meira ábyrgdarsamur. Persónarnir mennast og tað ger forholdið meira áhugavert. Miles Teller gevur eina fantastiska framførslu. Í byrjanini virkar hann sum ein týpiskur tannáringur, men seinni verður hansara framførsla meira djúp og dramatisk. Shailene Woodley er sera góð og sjarmerandi.

Sum ein ungdómsfilmur er hetta ein av teimum bestu, sum eg havi sæð. Hann vísir væl gerandisdagin og ymiskar avbjóðingar, sum tannáringar uppliva í miðnámsskúlanum – m.a. hvat man skal gera, tá man er liðugur í skúlanum. Mær dámar væl, at søgan inniheldur slíkar søgugongdir í bakgrundini. Filmurin er dramatiskur og rørandi. Í seinnu helvtini fór eg onkuntíð at tára. Um eg skal koma við kritikki, so má eg nevna, at onkuntíð verður filmurin dapur eitt sindur ov brádliga og Sutter er onkuntíð næstan ódámligur – tíbetur hendir tað sjáldan. Hetta er smákritikkur. Tað riggar hampuliga væl, tá man seinni setir tað í samband við restina av filminum – tað er umráðandi fyri søguna.

"The Spectacular Now" byrjar sum ein góður filmur, og verður síðan betri og betri, sum tíðin gongur. Eg var sera rørdur og fór onkuntíð at tára. Úrslitið er ein fantastiskur filmur og tað er serliga orsakað av, at persónarnir eru sera dámligir. Eg var áhugaður í teimum og kærleiksforholdinum. Søgan er sera góð, væl skrivað og fangandi. Miles Teller og Shailene Woodley eru sera góð og spæla væl saman. Handritið er sera væl skrivað og realistiskt. Eg havi ofta brúkt orðið "realistiskt" og tað lýsir væl allan filmin. Hann droppar tær flestu kliché’irnar, sum hoyra til amerikanskar kærleiksfilmar.

4,5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: James Ponsoldt
Leikarar: Miles Teller, Shailene Woodley, Brie Larson, Jennifer Jason Leigh, Kyle Chandler, Mary Elizabeth Winstead
Ár: 2013


No comments:

Post a Comment