Tuesday, October 31, 2017

Thor: Ragnarok

Tann síðsti Marvel superhetjufilmurin í ár er "Thor: Ragnarok". Hann hongur saman við "Avengers: Infinity War", sum kemur út næsta ár. Thor (Chris Hemsworth) verður settur í fongsul og noyðist onkursvegna at sleppa aftur til heimbýin Asgaard, ið er vorðin álopin av gudinum Hela (Cate Blanchett).

Saturday, October 7, 2017

Blade Runner 2049

Í 1982 varð "Blade Runner" útgivin, sum er ein tann kendasti "science fiction" filmurin nakrantíð. Hann var leikstjórnaður av Ridley Scott. Í 2007 varð filmurin kliptur av nýggjum við heitinum "Blade Runner: The Final Cut" og tað er útgávan, sum eg havi sæð. Mær dámar væl filmin. Hann er áhugaverdur og flott gjørdur. Nú er eftirfylgjarin komin út við heitinum "Blade Runner 2049". Ridley Scott hevur verið við til at framleiða hann og leikstjórin er Denis Villeneuve – kendur fyri m.a. "Prisoners" og "Arrival".