Saturday, October 7, 2017

Blade Runner 2049

Í 1982 varð "Blade Runner" útgivin, sum er ein tann kendasti "science fiction" filmurin nakrantíð. Hann var leikstjórnaður av Ridley Scott. Í 2007 varð filmurin kliptur av nýggjum við heitinum "Blade Runner: The Final Cut" og tað er útgávan, sum eg havi sæð. Mær dámar væl filmin. Hann er áhugaverdur og flott gjørdur. Nú er eftirfylgjarin komin út við heitinum "Blade Runner 2049". Ridley Scott hevur verið við til at framleiða hann og leikstjórin er Denis Villeneuve – kendur fyri m.a. "Prisoners" og "Arrival". 

Søgan fer fram í ár 2049, sum er 30 ár eftir hendingarnar í eittaranum. Serstakir robottar, sum eita "replicants", verða jagstraðir at politistum, sum nevnast "Blade Runners". Vit fylgja einum ungum politisti (Ryan Gosling), sum má loysa eina gátu, ið hóttir samfelagið.

Mær dámar væl eittarin, men tað er ikki ein av mínum yndisfilmum. Eg setti tí ikki nøkur ávís krøv til tveyarin. Eg fór inn í biografin og væntaði ikki nógv. Mær dámdi sera væl úrslitið. "Blade Runner 2049" er ein sera góður, áhugaverdur, spennandi og flott gjørdur filmur. Hann er eisini innviklaður, avbjóðandi og ikki hóskandi fyri øll. Hetta er ein innviklað søga og man má ikki vita ov nógv, áðrenn man fer inn í biografin – eg fari tí ikki at avdúka nógv.

Higartil er hetta óivað ársins flottasti filmur. Effektirnar eru fantastiskar, og myndatøkan er ótrúliga vøkur og litrík. Denis Villeneuve hevur gjørt eitt megnararbeiði við at endurskapa umhvørvið frá eittaranum. Tað er sannførandi og virkar sum ein veruligur heimur. Tónleikurin hjá Hans Zimmer og Benjamin Wallfisch er sera góður og hóskandi til filmsrøðina. Denis Villenueve er ein sera dugnaligur leikstjóri, sum respekterar eittarin og samstundis roynir at siga eina nýggja søgu.

Framførslurnar eru sera góðar. Harrison Ford hevur ein leiklut, men høvuðsleikarin er satt at siga Ryan Gosling. Tað er ein væleydnað roynd, at vísa heimin frá einum nýggjum sjónarhorni. Mær dámar væl, at rithøvundurin av eittaranum, Hampton Fancher, hevur verið við til at skriva handritið. Søgan er áhugaverd og spennandi, men eisini avbjóðandi og torfør at skilja. Hon er uppbygd sum ein detektivsøga. Man má fylgja væl við og lurta eftir. Eg var alla tíðina áhugaður og forvitin. Í byrjanini er man ørkymlaður, og síðan lærir man meira og meira. 

Tað ger "Blade Runner 2049" til ein film, sum eg vil fegin síggja umaftur og læra okkurt nýtt. Hann skal síggjast í biografinum, tí bæði myndatøkan og ljóðblandið eru fantastisk. Mín størsti kritikkur er, at spælitíðin er ov lang – næstan tríggir tímar. Annars er hetta ein sera spennandi, dapur, áhugaverdur og flott gjørdur "science fiction" filmur. Hann er ikki hóskandi fyri øll, tí søgan er innviklað og avbjóðandi, men eg helt sjálvur, at tað gjørdi hana meira áhugaverda. Eg var onkuntíð ørkymlaður, men alla tíðina áhugaður. Tað er ein fyrimunur at fyrst hyggja eftir "Blade Runner: The Final Cut", men "Blade Runner 2049" er tíbetur eisini hóskandi fyri tey, sum ikki hava sæð eittarin.

4 / 5 stjørnur 


Leikstjóri:
 Denis Villeneuve 

Leikarar: Ryan Gosling, Harrison Ford, Ana de Armas, Sylvia Hoeks, Robin Wright, Mackenzie Davis, Dave Bautista, Jared Leto 
Ár: 2017

No comments:

Post a Comment