Tuesday, April 29, 2014

Klippfisk á ferð 2014

Í gjár var eg í Atlantis Bio og luttók í tiltakinum “Klippfisk á ferð”. Salurin var næstan fullur og eg eri glaður fyri at síggja, at tiltakið hevur eydnast væl. Hetta er ein góður máti, at stuðla føroysku filmsvinnuni. Eg fari at skriva stutt ummæli av øllum filmunum, sum vórðu sýndir. Hetta er mín persónliga meining.

Sunday, April 27, 2014

Captain America: The Winter Soldier

Mær dámar væl superhetjufilmar, men eg var tó ikki sera spentur til tann nýggja Marvel-filmin, “Captain America: The Winter Soldier”. Hann sá út til at vera góður, men eg helt, at aftaná “The Avengers” vóru filmarnir hjá Marvel byrjaðir at gerast endurtakandi. Men eg eri glaður fyri at siga, at hesin filmurin er øðrvísi og nógv betri, enn eg hevði væntað.

Tuesday, April 15, 2014

Non-Stop

Eg tók ein langan steðg frá, at ummæla filmar, men eg eri ikki givin. Í síðstu viku var eg í Havnar Bio og hugdi eftir “Non-Stop”. Eg eri ein stórur fjeppari av Liam Neeson. Hann er ein sera góður sjónleikari og hóskar væl til leiklutir í actionfilmum.