Mær dámar væl superhetjufilmar, men eg var tó ikki
sera spentur til tann nýggja Marvel-filmin, “Captain America: The Winter
Soldier”. Hann sá út til at vera góður, men eg helt, at aftaná “The Avengers”
vóru filmarnir hjá Marvel byrjaðir at gerast endurtakandi. Men eg eri glaður
fyri at siga, at hesin filmurin er øðrvísi og nógv betri, enn eg hevði væntað.
Mær dámdi hendan filmin nógv betri enn “Iron Man 3” og
“Thor: The Dark World”. Hetta er tann fyrsti fantastiski filmurin hjá Marvel
síðan “The Avengers”. Ein av orsøkunum er, at stílurin er øðrvísi. Hetta
er ein krimifilmur í staðin fyri bert ein actionfilmur. Hann leverar
actionsenurnar, sum hoyra til ein slíkan superhetjufilm, men er fyrst og fremst ein
krimifilmur. Hann leggur dent á eina gátuføra søgu – eitt sindur sum ein
detektivfilmur. Tað er tíbetur rættiliga væl gjøgnumført, og úrslitið er ein
fangandi og áhugaverd søga.
Eg havi hoyrt ymiskar meiningar um tann fyrra filmin
um Captain America, sum kom út í 2011. Eg kenni fleiri fólk, sum ikki dáma
hann. Eg sá ongantíð allan filmin, men eftir tí at døma, sum eg sá, so helt eg
hann vera hampuliga góðan. Hann var ikki nakað serligt, men hevði ein dámligan
høvuðspersón og vísti seinna heimsbardaga frá einum áhugaverdum sjónarhorni. Men
tvey’arin er nógv betri. Hann er meira áhugaverdur, spennandi og undirhaldandi.
Teir nýggju leikstjórarnir, Anthony og Joe Russo, hava gjørt eitt sera gott
arbeiði.
Fyri tað fyrsta eru actionsenurnar fantastiskar og
sera væl leikstjórnaðar. Effektirnar eru flottar og sannførandi. Eg havi hoyrt,
at filmurin brúkar nógvar praktiskar effektir og tað sæst, tí eg uppdagaði
ongantíð eina opinlýsa teldugjørda effekt. Kameraarbeiðið er serstakliga gott.
Filmurin brúkar nógvar góðar heildarmyndir, sum rigga sera væl í actionsenunum.
Filmurin er samanumtikið sera væl upptikin og brúkar nakrar penar heildarmyndir, sum
eg ikki havi sæð fyrr í slíkum superhetjufilmum. Tónleikurin er eisini rættiliga góður.
Framførslurnar eru sera góðar. Chris Evans er góður og
ein sera dámligur høvuðsleikari.
Hann er sjarmerandi, og dugir at vera bæði stuttligur og álvarsamur, tá ið tað er neyðugt. Scarlett Johansson er eisini góð og spælir væl saman við Chris Evans. Mær dámar væl, at Black Widow hevur ein góðan persónleika í filminum. Hon er ikki bara pen og ein sannførandi actionhetja, men eisini ein dámligur persónur. Samuel L. Jackson er framvegis kulur sum Nick Fury og Robert Redford er sera góður. Mær dámdi eisini væl tann nýggja persónin, Sam Wilson, sum verður leiktur av einum sera dámligum sjónleikara, Anthony Mackie.
Hann er sjarmerandi, og dugir at vera bæði stuttligur og álvarsamur, tá ið tað er neyðugt. Scarlett Johansson er eisini góð og spælir væl saman við Chris Evans. Mær dámar væl, at Black Widow hevur ein góðan persónleika í filminum. Hon er ikki bara pen og ein sannførandi actionhetja, men eisini ein dámligur persónur. Samuel L. Jackson er framvegis kulur sum Nick Fury og Robert Redford er sera góður. Mær dámdi eisini væl tann nýggja persónin, Sam Wilson, sum verður leiktur av einum sera dámligum sjónleikara, Anthony Mackie.
Eg eri eisini glaður fyri at siga, at skurkurin er rættiliga góður. Í fjør varð eg skuffaður av skurkunum í øllum superhetjufilmunum, men nú hava Marvel endiliga rættað tann feilin.
Tá eg hugsi aftur á filmarnir hjá Marvel higartil, so er hesin tann, sum mær beint nú dámar triðbest – aftaná “The Avengers” og “Iron Man”. Hann er sera undirhaldandi, væl spældur og væl upptikin. Framførslurnar eru góðar og søgan er fangandi. Filmurin hevur eisini stuttligt skemt, sum tíbetur ikki verður brúkt ov ofta – tað var ein trupulleiki í “Thor: The Dark World”. Eg má tó leggja afturat, at filmurin er ikki verdur at hyggja eftir í 3D. Effektin sæst næstan ikki og er tískil óneyðug, so eg viðmæli 2D-útgávuna.
No comments:
Post a Comment