Eg tók ein langan steðg frá, at ummæla filmar, men eg
eri ikki givin. Í síðstu viku var eg í Havnar Bio og hugdi eftir “Non-Stop”. Eg eri ein stórur fjeppari av Liam
Neeson. Hann er ein sera góður sjónleikari og hóskar væl til leiklutir í
actionfilmum.
“Non-Stop” er um ein mann, Bill Marks (Liam Neeson),
sum fer til arbeiðis á einum flogfari – hann er ein “air marshal”; eitt
slag av politisti. Brádliga fær hann eini SMS-boð frá einum ókendum persóni.
Hesin persónurin skrivar, at hvønn 20. minutt fer onkur umborð á flogfarinum at
doyggja, inntil hann fær 150 milliónir dollarar.
Hetta er ein einfaldur spenningsfilmur, sum
bert vil vera undirhald. Hann hevur ikki líka nógv action, sum eg hevði væntað. Hetta er meira ein spenningsfilmur við eitt sindur av action og satt at siga, so er tað ikki so galið. Hesin filmurin er hampuliga góður, spennandi og
undirhaldandi. Hann hevur nógvar feilir og søgan er ikki góð – tað vendi eg
aftur til – men samanumtikið er hann undirhaldandi. Eg var eitt sindur stúrin
fyri, at hann fór at vera eins og “Taken 2” – ein tann vánaligasti
actionfilmurin hjá Liam Neeson. Tað er hann tíbetur ikki. Hann er væl leikstjórnaður
og spældur.
Liam Neeson gevur eina góða og fangandi framførslu sum
vanligt. Julianne Moore, Lupita Nyong’o, Cory Stroll og hinir leikararnir eru eisini góðir. Tað
var gott at síggja Corey Stroll, sum er kendur fyri sín leiklut í “House of
Cards”. Søgan er satt at siga góð í fyrru helvtini av filminum, men verður
rættiliga býtt í seinnu helvtini. Tíbetur klára Liam Neeson og actionsenurnar
at bjarga seinnu helvtini, so at hon framvegis er undirhaldandi – men ikki líka
góð sum fyrra helvtin.
Actionsenurnar eru væl leikstjórnaðar og hampuliga
undirhaldandi. Mær dámdi væl ein ávísan bardaga, sum fór fram inni á vesinum á flogfarinum. Tað er eitt lítið og trongt rúm, men bardagin er kortini væl
upptikin. Kameravinklarnir vísa væl, at rúmið er trongt og samstundis sær man
væl alt, sum hendir – í mun til “Taken 2”, har tað rokasliga kameraarbeiðið oyðilegði
bardagarnir. Mær dámdi eisini væl gátuna um, hvør sendi Liam Neeson
SMS-boðini. Tað var fangandi, áhugavert og tíbetur ikki lætt at rokna út. Men
sum eg segði í áðni, so hevur filmurin nógvar feilir og eina trupla seinnu
helvt.
Fyri tað fyrsta er Bill Marks ikki altíð ein dámligur
høvuðspersónur. Hann tekur nakrar býttar avgerðir. Hann er t.d. ofta
ov harðligur við ferðafólkini. Hann skeldar og hóttir fólk, sum hann misteinkir, við einum revolvara. Tað er býtt og
ófornuftigt, tí so fara tey sjálvandi ikki at líta á hann. Fyri tað næsta er
søgan rættiliga býtt og órealistisk. Tað verður torført at góðtaka í seinnu
helvtini. Harafturat hevur filmurin nøkur stutt klipp uttanfyri flogfarinum, sum innihalda vánaligar effektir. Men tann størsti trupulleikin er, at endin á filminum er vánaligur og “cheesy”, um man kann siga soleiðis.
Tað hóskar ikki til restina av filminum, sum er meira dapur og spennandi.
Men samanumtikið er “Non-Stop” ein hampuliga góður og
undirhaldandi spenningsfilmur. Hann leverar gott action og eina spennandi handling. Søgan fer av sporinum í seinnu helvtini og hevur ein vánaligan enda,
men filmurin var samanumtikið undirhaldandi. Tað er ikki ein filmur,
sum eg umhugsi at hyggja eftir umaftur, men sum ein einfaldur poppkornfilmur, so er hann hampuliga góður. Harafturat gevur Liam Neeson eina góða framførslu, hóast
hansara leiklutur ikki er sera væl skrivaður.
3 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Jaume
Collet-Serra
Leikarar: Liam Neeson,
Julianne Moore, Scoot McNairy, Michelle Dockery, Corey Stroll, Lupita Nyong’o
Ár: 2014
No comments:
Post a Comment