Wednesday, February 26, 2014

12 Years a Slave

“12 Years a Slave” fer fram í USA í 19. øld, tá ið myrk fólk vóru trælir hjá teimum hvítu. Hann er gjørdur eftir eina sanna søgu. Ein frælsur myrkur maður, sum eitur Solomon Northup, verður fangaður og seldur sum trælur. Hansara navn verður broytt og nú noyðist hann, at liva sum trælur, hóast tað ikki er rættvíst.

Hesin filmurin hevur fingið fleiri Oscar-tilnevningar, m.a. fyri besta film, og tað hevur hann sanniliga uppiborið. Hetta er ein av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð í langa tíð. Hann er sera ógvusligur og óbehagiligur, so hann er als ikki fyri øll. Hann vísir væl, hvussu tað var, at vera trælur tá í tíðini, og hann er sera væl spældur. Eftir mínari meining er hann eitt meistaraverk.

Leikstjórin, Steve McQueen, syrgir fyri, at man veruliga sær gerandisdagin hjá trælunum. Tempoið er passaliga seint og loyvir summar senur at vara leingi, uttan at tað verður langdrigið. Tað riggar eisini væl, at man sær alt frá sjónarhorninum hjá Solomon. Hann er ein dámligur høvuðspersónur, sum man hevur samkenslu við, og eg ynskti veruliga, at hann skuldi vera settur í frælsi. Filmurin vísir á ein sera realistiskan máta, hvussu trælirnir verða misbrúktir. Tað er ræðuligt at síggja og filmurin hevur sanniliga uppiborið sítt 15 ára aldursmark. Hann virkar sera sannførandi og veruligur, orsakað av sera góðari leikstjórnan.

Fleiri senur hava ongan bakgrundstónleik og eru drignar langt út. Tað kundi verið keðiligt, men tíbetur riggar tað væl og byggir upp spenning. Mær dámar eisini væl, at filmurin onkuntíð brúkar langar upptøkur. Tað ger summar senur óbehagiligar og ræðandi. Hetta er satt at siga ein sera voldligur filmur. Har er t.d. ein ávís ógvuslig sena, sum verður víst í eini óavbrotnari upptøku. Filmurin vísir væl, hvussu góð klipping kann ávirka hyggjaran. Kameraarbeiðið er eisini gott og framførslurnar eru sera góðar.

Chewitel Ejiofor er fantastiskur og sera sannførandi. Hansara kenslur eru sannførandi og sera væl spældar. Mær dámar væl, at man ofta sær hann sveitta, meðan hann arbeiðir. Tað ljóðar sum ein lítil detalja, men tað ger filmin meira sannførandi og veruligan. Michael Fassbender er eisini fantastiskur. Hann spælir ein svakur maður, sum eigir nógvar trælir. Hansara framførsla er sera hóttandi og sannførandi. Lupita Nyong’o er eisini fantastisk og man tekur synd í persóninum, sum hon spældir. Harumframt hevur filmurin góðar framførslur frá Benedict Cumberbatch, Paul Dano og Paul Giamatti. Brad Pitt er hampuliga góður, men eg helt, at hann var ikki heilt rættur til leiklutin. Hon hevði riggað betri til ein meira ókendan sjónleikara, men eg vandi meg við tað.

Eftir mínari meining er “12 Years a Slave” eitt meistaraverk. Hann er ræðandi og sera ógvusligur, men tað vísir væl, hvussu hart lívið hjá trælunum var tá í tíðini. Tónleikurin er góður og senurnar, sum ikki hava nakran tónleik, rigga sera væl. Steve McQueen hevur gjørt eitt fantastiskt arbeiði. Hann syrgir fyri, at man veruliga upplivir gerandisdagin hjá trælunum, millum annað orsakað av seinum tempoi. Framførslurnar eru fantastiskar, serliga Chiwetel Ejiofor og Michael Fassbender. Filmurin hevur uppiborið sítt aldursmark, so hann er ikki fyri øll. Hann hevur eisini uppiborið sínar Oscar-tilnevningar.

5 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Steve McQueen
Leikarar: Chiwetel Ejiofor, Michael Fassbender, Benedict Cumberbatch, Paul Dano, 
Paul Giamatti, Lupita Nyong’o, Sarah Paulson, Brad Pitt
Ár: 2013


1 comment: