“RoboCop” er ein “science fiction”-filmur, sum fer fram í ár 2028. Í
summum londum arbeiða robottar sum politistar, men í USA eru teir ólógligir.
Amerikanski sjónvarpsverturin Pat Novak (Samuel L. Jackson) og felagið OmniCorp
royna at argumentera fyri, hví robottar burdu verið lógligir.
Ein dagin verður ein politistur, sum eitur Alex Murphy (Joel Kinnaman), álvarsliga
skaddur. Hann verður síðan umgjørdur av OmniCorp til ein robott, sum kallast
RoboCop. Hann er nú heimsins fyrsti politistur, sum er hálvur robottur og hálvt
menniskja.
Mær dámar væl tann gamla filmin frá 1987, sum eisini eitur “RoboCop”. Eg
eri ikki ein stórur fjeppari, men mær dámar hann væl sum ein undirhaldandi og
ógvusligan actionfilm. Hesin filmurin roynir ikki at kopiera tann filmin. Hann hevur
gjørt nógvar broytingar í søguni og følist tískil meira sum ein øðrvísi tulking
enn ein endurinnspæling. Tað er gott, at filmsfólkini hava roynt, at gera
sjálvstøðugan film, men úrslitið er tíverri ein tunnur, óinteressantur og
gloymandi actionfilmur. Hetta er ein av teimum poppkornfilmunum, sum man hyggur
eftir eina ferð og síðan gloymir burtur.
Tann reyði tráðurin í søguni er konfliktin um, at Alex má halda skil á
sítt arbeiði og sína familju. Hann hevur konu og ein son, men hansara nýggi
robottkroppur bindir hann meira til hansara arbeiði. Tað er stutt sagt ein
konflikt um, at hann er hálvur robottur og hálvt menniskja. Tað burdi verið
áhugavert og spennandi, men tað er eitt sindur miseydnað. Alex og familjan
hjá honum eru bara ikki nóg mikið áhugaverd og dámlig. Eg hevði ikki samkenslu
við teimum og var tískil ikki sera áhugaður í konfliktini. Sonurin er fittur og
dámligur, men er lítið við í filminum.
Alex Murphy er tíverri ein óinteressantur og gloymandi høvuðspersónur.
Har vóru nakrar løtur, har eg tók synd í honum, men tað hendi sjáldan.
Framførslan hjá Joel Kinnaman er heldur einki serligt. Onkuntíð gevur hann eina góða og kensluborna framførslu, men samanumtikið er hansara framførsla bert hampulig. Í byrjanini, áðrenn
hann gjørdist RoboCop, var hansara framførsla keðilig og monoton. Hann tosaði
alla tíðina sum um, at hann var súrur og líkaglaður, og tískil varð hann ikki
uppsettur sum ein dámligur høvuðspersónur. Hansara framførsla gjørdist munandi
betri, tá ið hann varð umbroyttur til RoboCop, men tá var hann bert hampuligur.
Filmurin hevur nakrar
sera góðar leikarar. Michael Keaton og Samuel L. Jackson geva sera góðar og
fangandi framførslur. Abbie Cornish er eisini góð og drongurin, sum spælir
sonurin hjá Alex, er ein rættiliga dugnaligur sjónleikari. Forholdið millum sonin
og Alex er væl spælt, og hevur nakrar væl eydnaðar dramatiskar løtur. Tann
besta framførslan í filminum kemur frá Gary Oldman. Hann er sera dámligur og
sannførandi. Jackie Earle Haley er hampuliga góður, men hevur ikki ein væl
skrivaðan leiklut. Hann er alla tíðina óreinur við RoboCop og tað er løgið, at
hann í byrjanini ikki hevur samkenslu við ein mann, sum er vorðin álvarsliga
skaddur. Zach Grenier, sum spælir Senator Hubert Dreyfuss, gevur satt at siga
eina vánaliga og keðiliga framførslu. Hann tosar so seint og montont, at tað
ljóðar sum um, at hann lesur sínar replikkir upp úr handritinum. Tað var ikki ein
sannførandi framførsla.
Filmurin er rættiliga flott gjørdur. Effektirnar eru sannførandi og summar actionsenur eru undirhaldandi.
Men aðrar actionsenur eru ikki góðar, tí kameraarbeiðið er onkuntíð rokasligt. Onkuntíð
ristir tað ov illa og einaferð fór ein skotbardagi fram í bølamyrkri, har tað
var ringt at síggja, hvat hendi. Harafturat blinkaðu ljósini frá skotunum so nógv,
at tað var óbehagiligt fyri eyguni. Filmurin hevur eisini eina láturliga
actionsenu, har RoboCop venir seg við, at skjóta eftir robottum. Robottarnir
eru bygdir til at reagera skjótt, men tá ið RoboCop berjist ímóti teimum, eru
teir fullkomiliga ódugnaligir. Teir raka ikki, hóast teir eru nær við og í meiriluta,
og summi renna ímóti honum, uttan at skjóta. Tað gevur ikki meining. Harafturat órógvar bakgrundstónleikurin í senuni illa, tí hann hóskar ikki til ein skotbardaga.
”RoboCop” er ein
flott gjørdur, men óinteressantur og gloymandi ”science fiction”-filmur. Høvuðspersónurin er ikki
áhugaverdur og summar actionsenur eru illa upptiknar. Filmurin syrgir tó fyri
nøkrum undirhaldandi actionsenum og góðum dramatiskum løtum. Summar
framførslur eru sera góðar, men Joel Kinnaman er bert hampuligur – ikki sera áhugaverdur og fangandi – og Zach Grenier er ikki sannførandi. Tempoið er rættiliga seint í byrjanini, men
aftaná Alex Murphy verður RoboCop, er tempoið so mikið skjótt, at filmurin ikki
følist langdrigin. Harumframt er endin á filminum eitt skuffandi anti-klimaks, sum er skjótt yvirstaðið. Hetta er ein filmur, sum hevur nakrar undirhaldandi løtur og góðar framførslur,
men er samanumtikið gloymandi.
2 / 5 stjørnur
Leikstjóri: José
Padilha
Leikarar: Joel
Kinnaman, Gary Oldman, Michael Keaton, Samuel L. Jackson,
Abbie Cornish, Jackie Earle Haley, Jay
Baruchel, Zach Grenier
Ár: 2014
No comments:
Post a Comment