Sunday, February 9, 2014

Áhugaverdir komandi filmar í 2014

Eg havi gjørt ein lista yvir nøkrum filmum, sum eg eri áhugaður í at síggja í 2014. Hann er í alfabetiskari raðfylgju. Eg veit, at American Hustle” og Anchorman 2ganga nú í Havnar Bio, men eg havi ikki sæð teir enn.

12 Years a Slave
Hesin filmurin hevur fingið sera góð ummæli í USA. Hann sigst at vera sera óbehagiligur, men hann er um eitt áhugavert og álvarsamt evni, so eg vil síggja hann í hvussu er eina ferð.

22 Jump Street
“21 Jump Street” var mín yndisskemtifilmur frá 2012. Tvey’arar til skemtifilmar plaga ofta at skuffa (t.d. “The Hangover: Part 2”), men hesin filmurin kann eydnast væl, av tí hann hevur somu leikstjórarnir, Phil Lord og Christopher Miller. Teirra filmar hava sera stuttligt skemt.

American Hustle
Tann nýggjasti filmurin hjá David O. Russell, sum eisini leikstjórnaði “Silver Linings Playbook” og “The Fighter”. Hann hevur ein fantastiskan lista av sjónleikarum: Christian Bale, Bradley Cooper, Amy Adams, Jennifer Lawrence og Jeremy Renner.

Anchorman 2: The Legend Continues
Av øllum skemtifilmunum, sum hava Will Ferrell sum høvuðsleikara, so dámar mær best “Anchorman”. Eg vóni, at tvey’arin hevur tað sama stuttliga skemtið og ikki skuffar.

Dawn of the Planet of the Apes
Eftir mínari meining var “Rise of the Planet of the Apes” tann mest yvirraskandi filmurin frá 2011. Eg væntaði, at hann fór at vera vánaligur, men ístaðin var hann sera góður og áhugaverdur. Tað er spell, at tvey’arin ikki hevur sama leikstjóran, men tíbetur hevur hann framvegis Andy Serkis í høvuðsleiklutinum.

Dumb and Dumber To
Mær dámar sera væl “Dumb and Dumber” og eg eri áhugaður í tvey’aranum, av tí at høvuðsleikararnir, Jim Carrey og Jeff Daniels, koma aftur. Men eg eri eisini eitt sindur skeptiskur, av tí at leikstjórarnir ikki hava gjørt sera góðir filmar tey seinastu árini.

The Expendables 3
Tað verður spennandi, at síggja ein actionfilm afturat við øllum hesum sjónleikarunum. 
Mær dámar væl, at nýggju leikararnir verða m.a. Harrison Ford, Mel Gibson og Antonio Banderas. Eg vóni bara, at filmurin er óseriøsur og undirhaldandi eins og tvey'arin, tí eg eri ikki ein fjeppari av eittaranum.

Godzilla
Hesin filmurin sær fantastiskur út. Um hann er væl gjøgnumførdur, so kann hann gerast ein av ársins bestu actionfilmum. Eg gleði meg eisini til at síggja, hvussu Godzilla sær út.

Inside Llewyn Davis
Tann nýggjasti filmurin hjá Joel og Ethan Coen. Teir hava gjørt m.a. “No Country for Old Men”, “The Big Lebowski” og “True Grit”. Hesin filmurin sær út til, at hava góðan tónleik, eina áhugaverda søgu og góðar framførslur. Harafturat er John Goodman ein av mínum yndissjónleikarum  men hann hevur ikki høvuðsleiklutin.

Interstellar
Eg gleði meg til hendan filmin, av tí at leikstjórin er Christopher Nolan – hann hevur gjørt m.a. The Dark Knight og Inception. Harafturat er hetta ein ”science fiction”-filmur við einum fantastiskum lista av sjónleikarum: Matthew McConaughey, Anne Hathaway, Jessica Chastain, Michael Caine og onnur.


Nebraska
Eg veit ikki nógv um hendan filmin, men eg eri áhugaður, av tí at hann er leikstjórnaður av Alexander Payne og fekk fleiri Oscar-tilnevningar. Mær dámdi sera væl filmarnir Sideways” og “The Descendants”, sum Alexander Payne gjørdi fyri nøkrum árum síðan.


Saving Mr. Banks
Hesin filmurin er um framleiðsluna av Disney-filminum “Mary Poppins. Tað ljóðar sera áhugavert. Walt Disney og P.L. Travers – rithøvundurin av bókini – verða leikt av Tom Hanks og Emma Thompson.

Transcendense
Eg veit ikki, hvat eg skal vænta av hesum filminum, men eg eri forvitin, av tí at leikstjórin er Wally Pfister. Hann hevur verið kameramaður á teimum flestu filmunum hjá Christopher Nolan og hetta er fyrstu ferð, at hann leikstjórnar. Filmurin hevur ein góðan lista av sjónleikarum, t.d. Johnny Depp, Kate Mara, Morgan Freeman og Cillian Murphy.

No comments:

Post a Comment