Ein filmur, sum eg ikki sá í biografinum í fjør, var bretski
kærleiksfilmurin “About Time”. Hann er skrivaður og leikstjórnaður av Richard
Curtis, sum eisini hevur gjørt “Love Actually” og skrivað m.a. “Notting Hill”
og “Four Weddings and a Funeral”. Hann er mest kendur fyri sínir kærleiksfilmar
og hann hevur kunngjørt, at “About Time” er møguliga tann síðsti filmurin, sum
hann leikstjórnar.
Tá ið Tim (Domhnall Gleeson) fyllir 21 ár, fær hann at vita frá pápa
sínum (Bill Nighy), at menninir í familjuni kunnu ferðast aftur í tíðina.
Teir kunnu liva partar av teirra egna lívi umaftur og gera tað øðrvísi. Tim flytir
síðan til London og verður forelskaður í eini kvinnu úr USA, sum eitur Mary
(Rachel McAdams). Hann byrjar so, at ferðast gjøgnum tíðina, fyri at gera
hansara lív betri – og eisini hansara forhold við Mary.
Eg var upprunaliga ikki áhugaður í hesum filminum. Plakatin og treylarin
gjørdu, so at hann líktist einum sera týpiskum kærleiksfilmi, sum bert hevði eina
handling um, at ferðast gjøgnum tíðina, í bakgrundini. Ein týpiskur
kærleiksfilmur kann vera góður, men í hesum førinum helt eg ikki, at hann sá út
til, at vera nakað serligt. Men eg gav honum ein kjans, tí hann fekk nøkur
góð ummæli og Richard Curtis er ein dugnaligur rithøvundur. Eg eri glaður fyri
at siga, at “About Time” er ein góð yvirraskilsi.
Hetta er ein sera góður filmur, sum hevur eina søgu, ið ikki er bert um
eitt kærleiksforhold. Hon er satt at siga nógv djúpri enn tað og eg fari
sjálvandi ikki, at avdúka nakrir týdningarmiklir partar. Richard
Curtis hevur skrivað eitt sera gott handrit, sum brúkar væl handlingina um, at
ferðast gjøgnum tíðina. Tað verður ikki brúkt ov ofta. Onkuntíð verður tað
brúkt til skemt og onkuntíð til drama. Tað er tíbetur væl balanserað og verður
ongantíð irriterandi ella ørkymlandi. Søgan er samanumtikið sera góð og áhugaverd, og hevur ein viðkomandi boðskap.
Handritið hevur eisini góðan dialog og gott skemt. Dialogurin var tað
fyrsta, sum fangaði meg í byrjanini á filminum. Samrøðurnar eru væl skrivaðar
og áhugaverdar. Mær dámdi sera væl samrøðurnar milllum Tim og pápan. Forholdið
millum teirra er áhugavert og væl gjøgnumført. Skemtið er stuttligt, einfalt og
passaliga undirhaldandi. Dramaið er sera gott og væl eydnað. Tað var eg
yvirraskaður av. Eg varð satt at siga onkuntíð keddur og rørdur. Framførslurnar
eru sera góðar. Domhnall Gleeson er ein góður og dámligur høvuðsleikari.
Rachel McAdams er sera góð og sjarmerandi. Samanspælið millum teirra er gott og
sannførandi.
Bill Nighy gevur eina sera góða framførslu. Hann er sera dámligur og fangandi.
Filmurin hevur eisini stuttligar framførslur frá Tom Hollander og Joshua
McGuire. Eg má leggja afturat, at ein onnur grund til, at søgan riggar væl,
er, at persónarnir eru dámligir. Mær dámdi væl Tim og Mary, og mær dámdi sera
væl pápan. Forholdini millum persónarnir eru áhugaverd og væl skrivað.
Kærleiksforholdið millum Tim og Mary er sannførandi og áhugavert, og familjuforholdini
rigga eisini væl.
“About Time” er ein sera góður kærleiksfilmur við eini søgu, sum er nógv
djúpri, enn man hevði væntað. Framførslurnar eru sera góðar, serliga Bill
Nighy, dialogurin er góður og persónarnir eru dámligir. Fyri at koma við
kritikki, so má eg fyrst og fremst nevna, at onkuntíð verður tempoið ov seint.
Tá verður filmurin eitt sindur langdrigin. Handlingin um, at ferðast gjøgnum tíðina,
hevur nakrar feilir, men tað hava slíkar søgur næstan altíð. Hon verður tíbetur
ikki brúkt ov ofta og Richard Curtis klárar væl, at brúka tað til bæði skemt og
drama. Filmurin hevur eisini ein góðan og viðkomandi boðskap, sum eg ikki ætli mær at avdúka.
4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Richard Curtis
Leikarar: Domhnall Gleeson, Rachel McAdams, Bill
Nighy, Lydia Wilson, Lindsay Duncan,
Tom Hollander, Margot Robbie, Joshua McGuire
No comments:
Post a Comment