Friday, January 27, 2017

Split

Fyri nógvum árum síðani var M. Night Shyamalan ein sera vælumtóktur leikstjóri, orsakað av filminum "The Sixth Sense". Seinni fór hansara karriera av sporinum, tí hann gjørdi eina rúgvu av vánaligum filmum – til dømis "The Happening", "The Last Airbender" og "After Earth". Hann gjørdist tískil ein illa umtóktur leikstjóri. Hinvegin hevur hansara nýggjasti filmur, "Split", fingið góð ummæli, so man hetta vera eitt framstig? 

Thursday, January 26, 2017

xXx: Return of Xander Cage

Vin Diesel er kendast fyri "Fast & Furious"-filmarnir, men fyri 10 árum síðan spældi hann eisini í øðrum filmsrøðum: "Riddick" og "xXx" – úttalað "Triple X". Tær røðirnar steðgaðu upp í fleiri ár inntil 2013, tá ið filmurin "Riddick" kom út. Nú er tann triði filmurin í "xXx"-røðini endiliga komin út. Eittarin varð útgivin í 2002 og í 2005 kom tveyarin, sum satt at siga hevði Ice Cube í høvuðsleiklutinum í staðin fyri Vin Diesel.

Wednesday, January 18, 2017

La La Land

"Whiplash" var ein tann mest vælumtókti filmurin, sum kom út í 2014. Mær dámdi hann eisini væl og tað var fyrsti spælifilmurin hjá einum nýggjum leikstjóra, sum eitur Damien Chazelle. "La La Land" er hansara næsti og nýggjasti filmur. Eg sá hann stutt síðani í Onglandi og hann kemur til Føroyar í endanum av februar.

Thursday, January 12, 2017

Assassin's Creed

Hollywood hava enn einaferð roynt at filmatisera eitt telduspæl. Í fjør varð "Warcraft: The Beginning" útgivin og tað var satt at siga ein hampuliga góður filmur. Hvør veit? Kann tað eydnast aftur við "Assassin’s Creed"?