Hollywood hava enn einaferð roynt at filmatisera eitt telduspæl. Í fjør varð "Warcraft: The Beginning" útgivin og tað var satt
at siga ein hampuliga góður filmur. Hvør veit? Kann tað eydnast aftur við
"Assassin’s Creed"?
Søgan er um ein drápsmann, Callum
Lynch (Michael Fassbender), sum er skuldsettur og situr í fangahúsi. Hansara
dómur er, at luttaka í einum vísindaligum programmi. Hann verður bundin til
eina maskinu, sum ger so, at hann livir lívið hjá sínum ættarfaðir í Spania í
15. øld – men tað er bara ein simulatión, eins og eitt telduspæl. Ættarfaðirin
er limur í felagsskapinum Assassin’s Creed og endamálið er, at finna ein ávísan
lut, sum leiðslan í fangahúsinum tørvar.
Hetta er tíverri ein vánaligur og óruddiligur actionfilmur, sum onkursvegna hevur sera góðir sjónleikarar. Spælitíðin
er uml. 1 tíma og 40 minuttir, og tann fyrsti tímin er toluligur. Tá var hetta ein
gloymandi, men hampuligur filmur, sum man kann hyggja eftir eina ferð og fáa tíðina
at ganga – ikki serstakliga góður, men eitt sindur áhugaverdur. Síðan kemur
síðsti hálvi tímin og tá dettur alt sundur. Filmurin broytist frá toluligur til
ótrúliga vánaligur. Uttan at avdúka nakað, so verður søgan óruddilig og
fløkjaslig. Persónar greiða frá ørkymlandi upplýsingum, sum hyggjarin burdi vitað
langt frammanundan og síðan endar filmurin við einum stórum anti-klimaksi. Man
skuldi trúð, at filmsfólkini royndu bert at gera eitt vánaligt upplegg til ein
tveyara – tískil ikki hava ein nøktandi enda. Um filmurin kom út í Føroyum í fjør,
so hevði eg sagt, at hann hevði ársins vánaligasta enda.
Hinvegin er høvuðsleikarin, Michael
Fassbender, tann størsti fyrimunurin. Hann er ein sera góður sjónleikari og gevur
eina góða framførslu. Hann hóskar væl til leiklutin og ger tær dramatisku
senurnar sannførandi. Hinir sjónleikararnir eru eisini góðir – tó ikki sera
minniligir. Marion Cotillard, Jeremy Irons og Brendan Gleeson eru sannførandi. Summir
bardagar eru hampuliga undirhaldandi, men trupulleikin er, at actionsenurnar
eru ikki spennandi. Tað er serliga orsakað av, at filmurin áminnir hyggjarin ov
ofta, at senurnar í Spania eru ein simulatión. Tá ið Callum berjist ímóti
fíggindum, klippir filmurin ofta millum fortíðina og nútíðina. Í byrjanini var
tað ein kreativ effekt, men síðan oyðilegði tað spenningin, tí man varð
ámintur, at bardagarnir ikki henda í veruleikanum.
Ein annar trupulleiki við actionsenunum er, at tær fara fram í oyðimørkini og hava so nógvan mjørka, at tað er keðiligt at hyggja eftir. Sandstormurin ger so, at man sær illa bardagarnir. Tónleikurin er heldur ikki góður. Tað er larmutur horntónleikur, sum ljóðar eins og ein vánalig herming av "Inception". Harumframt er filmurin ikki fangandi, tí vit læra ongantíð limirnir í Assassin's Creed at kenna. Teir eru ikki dámligir og vit vita einki um teir. Samanumtikið er hetta ein vánaligur, óruddiligur og gloymandi actionfilmur, sum hevur ein serstakliga vánaligan enda. Framførslan hjá Michael Fassbender er besti parturin av filminum. Søgan er illa søgd, tí summar baksøgur fær man ikki at vita og aðrar upplýsingar koma fram ov seint. Kanska lótu filmsfólkini vera við skriva søguna liðna, tí tey ynsktu at goyma okkurt til tveyarin. Tað er ein vánalig umbering.

2 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Justin Kurzel
Leikarar: Michael Fassbender, Marion Cotillard, Jeremy Irons,
Brendan Gleeson,
Charlotte Rampling, Michael K. Williams
Ár: 2016
Charlotte Rampling, Michael K. Williams
Ár: 2016
No comments:
Post a Comment