Friday, January 27, 2017

Split

Fyri nógvum árum síðani var M. Night Shyamalan ein sera vælumtóktur leikstjóri, orsakað av filminum "The Sixth Sense". Seinni fór hansara karriera av sporinum, tí hann gjørdi eina rúgvu av vánaligum filmum – til dømis "The Happening", "The Last Airbender" og "After Earth". Hann gjørdist tískil ein illa umtóktur leikstjóri. Hinvegin hevur hansara nýggjasti filmur, "Split", fingið góð ummæli, so man hetta vera eitt framstig? 

"Split" er ein ræðufilmur um ein sálarliga sjúkan mann (James McAvoy), sum hevur 23 ymiskar persónleikar. Hann kidnappar tríggjar gentir (Anya Taylor-Joy, Haley Lu Richardson, Jessica Sula) og steingir tær inni í einum rúmi.

Eg eri ikki ein fjeppari av M. Night Shyamalan. Eg havi sæð nakrir filmar hjá honum – tó ikki "The Sixth Sense" og "The Visit" – og tann einasti, sum mær dámar, er "Unbreakable". Tað er ein sera góður filmur. Hinir dámdi mær ikki, men tíbetur er "Split" eitt undantak. Hetta er ein sera góður og spennandi ræðufilmur, sum er eitt stórt framstig fyri Shyamalan. Filmurin hevur nakrar feilir, men er samanumtikið ein nervapirrandi uppliving.

Vanligt plagi eg ikki at dáma framførslurnar í filmunum hjá Shyamalan  uttan "Unbreakable"  men í hesum førinum eru tær sera góðar. James McAvoy er ein av orsøkunum til, at filmurin er væleydnaður. Hann gevur eina fantastiska framførslu og spælir ymiskir persónleikar, sum hava nógva variatión. Hann kann skifta millum at vera t.d. stuttligur og óhugnaligur. Genturnar eru eisini góðir sjónleikarar, serliga Anya Taylor-Joy. Betty Buckley, sum spælir ein sálarfrøðingur, var onkuntíð ikki sannførandi, men sum oftast góð.

Tað riggar serstakliga væl, at søgan fer fram í lítlum rúmum, har sum genturnar eru innistongdar. Sum hyggjari følist tað sum um, at man er innistongdur og veit ikki, hvussu man sleppur út. Fyrra helvtin av filminum kemur eitt sindur seint í gongd, men byggir spakuliga spenningin upp og í síðsta triðinginum leverar hann. Klimaksið er nervapirrandi og sera væl gjøgnumført. Hetta er eisini ein ógvusligur filmur, sum hevur uppiborið eitt høgt aldursmark.

Søgan er innviklað, men áhugaverd og spennandi. Tað er áhugavert at læra mannin at kenna og síggja hann frá sjónarhorninum hjá gentum, sum eru fangaðar. Hann byrjar sum ein gátuførur og ræðandi barnarænari, og so lærir man hann betri at kenna. Shyamalan hevur skrivað eina góða søgu, sum spakuliga uppbyggir bæði spenning og persónar. Men filmurin hevur eisini nakrar feilir, sum eg vanligt plagi at finna í hansara filmum. 

Dialogurin kundi verið betri skrivaður. Í summum senum følast samrøðurnar eitt sindur ónátúrligar, tí dialogurin er ikki sera realistiskur. Persónar siga ymiskt, sum man ikki sigur í veruleikanum, og tískil ljóðar tað onkuntíð sum eitt handrit verður lisið upp. Hinvegin rigga replikkirnar hjá James McAvoy væl, hóast tær eru ofta ørkymlandi og innviklaðar. Hann spælir ein sinnissjúkur persónur og tí er tað hóskandi, at hann ofta roksar og sigur okkurt løgið.

"Split" er ein spennandi, áhugaverdur og undirhaldandi ræðufilmur, sum er óivað besti filmurin hjá M. Night Shyamalan í nýggjari tíð. Hetta kann møguliga vera eitt vendipunkt í hansara karrieru. James McAvoy klárar at vera bæði stuttligur og ræðandi, tá ið tað er neyðugt, og samstundis klárar filmurin at balansera skemt og spenning – hann hevur nakrar stuttligar løtur, sum eru hóskandi. Onkuntíð er dialogurin ella onkur framførsla ikki sannførandi og tað er ein afturvendandi trupulleiki hjá Shyamalan. Tíbetur hendir tað sjáldan í hesum førinum og størstiparturin er væleydnaður.

4 / 5 stjørnur 

Leikstjóri: M. Night Shyamalan 
Leikarar: James McAvoy, Anya Taylor-Joy, Betty Buckley, Haley Lu Richardson,
Jessica Sula 
Ár: 2016

No comments:

Post a Comment