Sunday, February 19, 2017

Berlinale 2017: The Party & Viceroy's House

Í ár fekk eg møguleikan at fara á Berlinale í nakrir dagar. Tað er altjóða filmfestivalurin í Berlin og tað var ein stór uppliving. Sýningarnar vórðu skjótt útseldar, so man valdi tilvildarligir filmar, sum man megnaði at fáa atgongumerkir til. Eg hugdi eftir m.a. bretsku filmunum "The Party" og "Viceroy’s House", týska filminum "Amelie Rennt" og donsku sjónvarpsrøðini "Gidseltagningen". Eg havi avgjørt at skriva stutt ummæli av hesum filmunum. Eg byrji við "The Party" og "Viceroy’s House", og ummæli hinir seinni.

The Party
Hetta er ein bretskur skemtifilmur um eitt húskið – leikt av Kristin Scott Thomas og Timothy Spall – sum bjóða nakrir vinir heim til eina veistlu. Tá ið tey hittast, byrja konfliktir at koma fram, sum eg ikki vil avdúka. "The Party" er ein fjasutur og stuttligur, men samstundis dapur og óvanligur skemtifilmur. Hann er væleydnaður, orsakað av einum sera góðum handriti. Handlingin er einføld, spælitíðin er bert 71 minuttir og alt fer fram í einum húsi, men Sally Potter, sum er bæði leikstjórin og rithøvundurin, ger filmin nógv djúpri enn væntað.
Dialogurin er sera væl skrivaður og persónarnir eru undirhaldandi. Øll eru løgin og hava ymisk loyndarmál. Hóast handlingin er einføld, so er søgan djúp, óforútsigulig og hendingarík. Hyggjarin lærir alla tíðina okkurt nýtt og dialogurin er sera áhugaverdur. Framførslurnar eru sera góðar, og tað eru serliga Kristin Scott Thomas og Cillian Murphy, sum eru minnilig. Hetta er ein sera góður, áhugaverdur og stuttligur skemtifilmur, sum hevur eitt serstakliga gott handrit. Hann er tó ikki hóskandi fyri øll, tí hann er óvanligur og løgin.

4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Sally Potter
Leikarar: Patricia Clarkson, Bruno Ganz, Cherry Jones, Emily Mortimer, Cillian Murphy, Kristin Scott Thomas, Timothy Spall


The Party

Viceroy's House
Hetta er ein søguligur bretskur dramafilmur, sum fer fram í India í 1947. Lord Mountbatten (Hugh Bonneville) er tann síðsti bretski landshøvdingin og skal tí skipa fyri broytingina til indiskt sjálvstýri. Tað er eitt torført politiskt mál, tí har er stríð millum hinduistar og muslimar í landinum. Tað ávirkar m.a. hinduistiska tænarin Jeet (Manish Dayal) og muslimsku kvinnuna Aalia (Huma Qureshi), sum eru forelskað, men kunnu ikki vera saman.
Filmurin tekur hetta politiska málið og setir tað saman við eina kærleikssøgu, sum minnir um "Romeo og Juliet". Tað er eitt mistak. Samansetingin er miseydnað og oyðileggur filmin. Politiska søgan kemur seint í gongd, men verður seinni áhugaverd og spennandi. Hinvegin er kærleikssøgan vánalig, týpisk og illa gjøgnumførd. Forholdið millum Jeet og Aalia er ikki áhugavert, og dialogurin millum teirra er illa skrivaður. Í fyrru helvtini av filminum roynir Jeet alla tíðina eftir Aalia, hóast hon sigur nei, og tað ger hann ódámligan. Tað er altíð skuffandi, tá ið søgan skiftir frá politiska stríðið til teirra forhold.
Ein annar trupulleiki er stemningurin, sum er sera ójavnur. Filmurin byrjar sum ein lættur skemtifilmur, og skiftir síðan millum dapur søguligur dramafilmur og lættur klicé kærleiksfilmur. Tríggjar ymiskar sjangrur, sum eru illa samansettar. Hinvegin eru framførslurnar góðar – serliga Hugh Bonneville. Michael Gambon er góður, men yvirspælir eitt sindur. Politiska søgan er onkuntíð ørkymlandi, men samanumtikið góð og áhugaverd. Tíverri er endin vánaligur, órealistiskur og láturligur. Tað ger "Viceroy's House" til ein ónøktandi og óruddiligan film.

2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Gurinder Chadha
Leikarar: Hugh Bonneville, Gillian Anderson, Manish Dayal, Huma Qureshi, Om Puri, Michael Gambon, Simon Callow, Lily Travers

Viceroy's House

No comments:

Post a Comment