Tuesday, February 26, 2013

Inuk (2012)


Leikstjóri
Mike Magidson
Í síðstu viku var eg í biografinum í Klaksvík og hugdi eftir nýggja grønlendska filminum “Inuk”. Salurin var fullur av fólki og tað var faktiskt útselt. Leikstjórin, Mike Magidson, føroyski framleiðarin, Ann Andreasen, og nøkur onnur fólk handan filmin vóru eisini til staðar, og leikstjórin segði nøkur orð um filmin, áðrenn hann varð vístur. Tað var áhugavert at síggja.

Sunday, February 3, 2013

Django Unchained (2012)


Leikstjóri
Quentin Tarantino
Eg visti ikki, hvat eg skuldi vænta av “Django Unchained”. Eg ivaðist í, um ein ógvusligur Quentin Tarantino-westernfilmur fór at vera nakað fyri meg. Eg fór bara inn í biografin og gav honum ein kjans – m.a. orsakað av teimum góðu ummælunum. Tá ið uml. bert 5 minuttir vóru farnir, var eg longu sera væl nøgdur.