Leikstjóri Mike Magidson |
Filmurin fer fram í Grønlandi og er um ein drong, sum eitur Inuk. Hann
er tanáringur og tá ið hann var smádrongur, doyði pápi hansara í eini vanlukku. Síðan vaks hann
upp í Nuuk saman við hansara fátæku familju og mamma hansara ansar illa eftir
honum. Tað førir til, at hann verður sendur til eitt barnaheim í eini bygd. Ein
dagin fara hann og hini børnini á eina útferð saman við nøkrum veiðimonnum –
fyri at veiða kóp.
Eg var serliga áhugaður í at síggja hendan filmin, av tí at hann var
grøndlendskur. Tað er sera sjáldsamt, at man fær møguleikan at síggja ein slíkan
film í biografinum í Føroyum. “Inuk” er ein rættiliga góður filmur. Hann er
ikki fantastiskur, eftir mínari meining, men mær dámdi hann væl og hann er
verdur at hyggja eftir. Ein av orsøkunum er, at hann er rættiliga áhugaverdur. Hann
vísir nógv av mentanini í Grønlandi, sum t.d. hvussu tað er, at veiða úti á ísinum.
Eg havi ongantíð verið í Grønlandi, so tað var sera áhugavert at síggja. Hann
vísir m.a., hvussu man fyrireikar seg til eina veiðiferð í Grønlandi og ansar eftir, at
ísurin ikki er ov tunnur. Tað havi eg ikki sæð fyrr í einum filmi.
Men endamálið við filminum er sjálvandi søgan um Inuk. Tað er ein søga
um ein einsamallan drong, sum manglar góð foreldur. Og jú, søgan er góð. Hon
vísir væl, hvussu tað er hjá einum ungum dreingi, at liva eitt
slíkt lív. Eitt, sum mær dámdi serstakliga væl við søguni, var tempoið. Leikstjórin, Mike Magidson, hevur gott skil fyri tempoi, tí alt gongur passaliga skjótt fyri seg.
Filmurin vísir deiliga stutt og greitt, hvussu lívið hjá Inuk er. Mær dámdi væl
m.a., at man einaferð í byrjanini sær nakrar tómar ølfløskur í køliskápinum
heima hjá honum, fyri at vísa stutt og greitt, at mamma hansara drekkur.
Soleiðis sigur man frá eini søgu við myndum og eg elski, tá ið filmar gera tað
væl. Mær dámdi eisini væl forholdið millum Inuk og ein av veiðimonnunum. Tað
var ein góð og áhugaverd søgugongd.
Eitt, sum er fantastiskt við filminum, er kameraarbeiðið. Tað er sera
flott og vakurt. Náttúran í Grønlandi er vøkur og filmurin gagnnýtir tað væl.
Tað mesta av filminum fer fram uttandura og tað syrgir fyri nógvum ótrúliga
flottum myndum av landskapinum. Kameraarbeiðið er fantastiskt. Framførslurnar eru eisini góðar. Eg
veit ikki, hvussu sjónleikararnir eita, men har vóru serliga tveir persónar,
sum góvu góðar framførslur: Drongurin, sum spældi Inuk, og ein veiðimaður, sum
verður vinur hansara. Inuk er friðaligur og sigur ikki nógv, men tað hóskar væl
til. Tað gevur meining, at ein drongur, sum hevur eitt slíkt lív, er
friðaligur og smæðin; og sjónleikarin spælir tað væl og sannførandi. Sjónleikarin,
sum spælir veiðimaðurin, gevur eina sera góða og sannførandi framførslu.
Filmurin hevur nakrar trupulleikar við handritinum, sum hindra honum í at
vera fantastiskur. Handritið er
gott, men summi ting kundu verið betri. Í seinnu helvtini roynir filmurin at
fokusera eitt sindur á alkoholismu og tað riggaði fínt, men mátin, ið tað kom
fram, riggaði ikki. Tað føldist ov knappligt. Tað burdi havt verið meira uppbygt,
men aftaná ta ørkymlandi byrjanina, riggaði tann søgugongdin fínt. Harafturat
er sjálva søgan í filminum góð og áhugaverd, men ikki fantastisk. Hon riggar
væl og koyrir við einum góðum tempoi, men følist ikki sum nakað nýtt ella
serligt. Men eg má tó siga, at í seinnu helvtini av filminum gjørdist søgan
meira spennandi, tí tá vísti hon, hvussu tað er at veiða í Grønlandi. Tað var
sera áhugavert.
“Inuk” er ein góður og áhugaverdur filmur, sum bæði lærir hyggjaranum eitt
sindur um Grønland og sigur frá eina góða søgu. Mær dámdi eisini væl, at hann
vísti munin á lívið í stórbýnum og úti í náttúruni. Tað var ein góð detalja. Kamaraarbeiðið
er fantastiskt, framførslurnar eru góðar og tempoið er rættiliga gott. Eg haldi ikki, at filmurin er fantastiskur,
men mær dámdi hann væl. Tað er ein góður og áhugaverdur filmur, sum er verdur
at hyggja eftir.
3,5 / 5 stjørnur
Thank you :)
ReplyDelete