Monday, March 11, 2013

A Good Day to Die Hard (2013)

Leikstjóri
John Moore
Bruce Willis hevur altíð verið kendur fyri filmsrøðina “Die Hard“. John McClane fer altíð at vera hansara kendasti leiklutur. Nú er tann fimti filmurin í “Die Hard”-røðini komin út. Mær dámar sjálvur sera væl “Die Hard”-filmarnir, serliga eittarin og trýarin. Men eg væntaði lítið av nýggja filminum, ”A Good Day to Die Hard”, tí hann hevði fingið sera ring ummæli. 

Søgan er rættiliga einføld. Sonurin hjá John McClane, Jack, býr í Moskva í Russlandi. John heldur, at hann er ein brotsmaður, so hann ferðast til Moskva, fyri at hjálpa honum. Men tað vísir seg, at Jack er ein CIA-agentur og tá ið ein missión miseydnast, gera teir av, at arbeiða saman fyri at vinna yvir nøkrum russiskum skurkum.

Eg má siga, at søgan er øgiliga tunn fyri ein “Die Hard”-film. Handlingin er øgiliga einføld og filmurin er bert uml. 90 minuttir, og tað ger hetta til tann stytsta “Die Hard”-filmin higartil. Men er “A Good Day to Die Hard” í minsta lagi undirhaldandi? Ja, tað er hann. Hesin filmurin er einki serligt, men okey og undirhaldandi. Eg skilji, hví hann hevur fingið ring ummæli, tí hann hevur nógvar trupulleikar. Men hann var betri, enn eg hevði væntað, tí hann var undirhaldandi allan vegin gjøgnum. Men sum sagt, so var hann bert okey. Hann var eisini rættiliga gloymandi.

Framførslurnar vóru góðar; faktiskt nógv betri, enn eg hevði væntað. Bruce Willis er framvegis líka góður og sannførandi sum John McClane. Jai Courtney, sum spælir sonur hansara, var eisini góður og teirra samanspæl riggaði yvirraskandi væl. Filmurin koyrir eisini alla tíðina við einum skjótum tempoi, so man keðir seg ongantíð. Søgan er ikki sera góð, men man er forvitin eftir at vita, hvat fer at henda, tí hon er í minsta lagi óforútsigulig. Filmurin hevur eisini undirhaldandi actionsenur og nøkur rættiliga kul “stunts”.

Men filmurin er ikki sera væl gjørdur, tí hann hevur nógvar trupulleikar. Fyri tað fyrsta er kameraarbeiðið ofta øgiliga vánaligt. Tað ristir ov nógv og brúkar ov nógvar nærmyndir. Filmurin hevur eina kula biljagtsenu, sum verður næstan oyðiløgd av øgiliga vánaligum kameraarbeiði. Kameraið bleiv við at rista og zooma inn og út, so eg varð púra ørkymlaður. Klippingin er eisini onkuntíð ov skjót. Filmurin burdi havt fleiri langar upptøkur av heildarmyndum, í staðin fyri alla tíðina at klippa millum nærmyndir.

Søgan er heldur ikki sera góð. Hon er sera tunn og summir partar av henni eru torførar at skilja. Hon byrjar øgiliga knappligt við eina stutta frágreiðing um okkurt og tað hendi so skjótt, at eg fekk tað ikki við. Tað gjørdi, so at eg var ørkymlaður í uml. teimum fyrstu 10 minuttunum. Men søgan hevur eina einfalda handling og eina hampuliga góða søgugongd um John McClane og sonin, sum gera filmin fangandi. Men søgugongdin um John McClane og sonin fekk onkuntíð ov nógv fokus. Hon burdi passa betri inn í høvuðssøguna, í staðin fyri at følast sum ein sjálvstøðug søga. Men í minsta lagi var hon hampuliga áhugaverd.

Eg má eisini siga, at filmurin hevur nógvar býttar løtur, sum t.d. ein sena, har ein russari tosar við dóttrina hjá sær. Tey tosa sjálvandi russiskt, men knappliga siga tey ein setning við hvønn annan á enskum við eina russiska “accent”. Tað var løgið. Endin á klimaksinum er eisini rættiliga býttur. Filmurin endar eisini ov knappligt og dialogurin hevur nakrar sera vánaligar replikkir av og á.

“A Good Day to Die Hard” er ein illa gjørdur, men hampuliga undirhaldandi actionfilmur. Hann er bert okey. Eg væntaði ikki, at eg fór at dáma hann, men hann hevur skjótt tempo, eitt sindur av góðum spenningi og nakrar undirhaldandi actionsenur, so hann er ikki so galin. Bruce Willis er eisini framvegis líka kulur og sannførandi. Men sum sagt, so er filmurin einki serligt. Hann er bert hampuligt undirhald, sum man gloymir burtur stutt aftaná. Hann hevur eisini tað vánaligasta kameraarbeiðið, sum eg havi sæð í langa tíð. Men hann var undirhaldandi og eg helt ikki, at eg hevði spilt mína tíð, so hann fær ein hampuligan karakter.

3 / 5 stjørnur

No comments:

Post a Comment