Leikstjóri Kim Jee-woon |
Filmurin er um ein gamlan sheriff, sum eitur Ray Owens (Arnold
Schwarzenegger). Hann arbeiddi fyrr sum politistur í Los Angeles, men er nú
sheriffur í eini lítlari bygd, Sommerton Junction, í oyðimørkini. Eina nátt skal
FBI, leitt av agentinum John Bannister (Forest Whitaker), flyta ein fanga úr
einum stórbýi, men hann flýggjar og koyrir við einum øgiliga skjótum bili ímóti
landamarkið til Mexico. Fyri at sleppa til Mexico, skal hann koyra gjøgnum
bygdina hjá Ray. Ray setur sær fyri at steðga honum.
Mær dámar væl gamlir actionfilmar við Arnold Schwarzenegger,
so eg var áhugaður í, at síggja ein slíkan film aftur. Eg væntaði bert, at
hesin filmurin fór at vera undirhaldandi. Og tað var hann eisini. Hann var ikki
ein non-stop actionfilmur, sum eg hevði væntað, men kortini ein kulur, óseriøsur
og undirhaldandi filmur. Men sum eg segði í áðni, so er hann ikki ein non-stop
actionfilmur. Hann byrjar við, at menna persónarnir eitt sindur. Vit síggja
eitt sindur av einum frídegi hjá Ray Owens og tað var áhugavert at síggja. Eg
má tó viðganga, at filmurin kom eitt sindur seint í gongd, tí í byrjanini hendir
ikki nógv. Men aftaná uml. 15 minuttir byrjaði søgan at gerast fangandi. Mær
dámdi eisini væl senurnar, har man sær fangan flýggja. Tað var spennandi og væl
gjørt.
Framførslurnar eru góðar og undirhaldandi. Arnold
Schwarzenegger hevur ongantíð verið ein góður sjónleikari, men hansara framførsla
er undirhaldandi og hóskar væl til filmin. Mær dámar væl, at filmurin ásannar,
at hann er gamal. Hann spælir ikki ein hermaður, sum klárar alt uttan nakran
trupulleika, men ein gamal sheriffur, sum dugir væl, men kann verða troyttur og
særdur. Johnny Knoxville gevur eina hampuliga undirhaldandi framførslu og mær
dámdi sera væl Luis Guzmán sum ein av politistunum hjá Ray. Forest Whitaker
gevur eisini eina góða framførslu.
Søgan er ikki sera djúp, men heldur ikki ov tunn. Handlingin
er einføld, men filmurin gevur kortini Ray eina baksøgu, so at søgan ikki er yvirfladisk.
Søgan er ikki nakað serligt, men hon er fangandi, passaliga einføld og
áhugaverd. Mær dámdi væl, at hon í fyrru helvtini skifti sjónarhorn millum FBI
og Ray, fyri at vísa, hvussu fangin nærkaðist bygdini. Filmurin er eisini rættiliga
væl leikstjórnaður av Kim Jee-woon. Hann sigur frá søguni stutt og greitt og
leikstjórnar filmin við skjótum tempoi, eitt sindur av góðum spenningi og sera
góðum kameraarbeiði. Hann brúkar nógvar kreativar kameravinklar í t.d.
biljagtsenunum. Actionsenurnar eru eisini undirhaldandi og innihalda nakrar stuttligar
løtur. Arnold Schwarzenegger er framvegis ein sannførandi actionsjónleikari, av
tí at filmurin ásannar, at hann er gamal. Mær dámar eisini væl, at filmurin følist
eitt sindur sum ein modernaður westernfilmur – hetta er ikki ein westernfilmur,
men hann hevur ein slíkan stemning, av tí at hann fer fram í oyðimørkini og er
um ein sheriff.
Filmurin hevur nakrar trupulleikar. Eg havi nevnt, at hann
kemur eitt sindur seint í gongd. Fyri tað næsta eru summir persónar ikki so
mikið djúpir og dámligir, at man stúrir fyri, um teir fara at doyggja ella
yvirliva. Skemtið í filminum er ikki altíð sera gott. Í seinnu helvtini av
filminum verður skemtið gott, men í fyrru helvtini miseydnast tað ofta. Summar
hendingar í søguni geva ikki nógva meining og eg má eisini siga, at í endanum á
ta síðstu senuni í filminum er klippingin ikki sera góð. Skurkarnir eru heldur
ikki sera áhugaverdir, men teir eru tíbetur eitt sindur undirhaldandi.
Samanumtikið er ”The Last Stand” ein kulur og undirhaldandi
actionfilmur. Hann hevur ikki nógv action í fyrru helvtini, men er kortini
undirhaldandi, orsakað av eina einfalda og fangandi søgu. Arnold Schwarzenegger
er undirhaldandi og dámligur sum vanligt, og hansara samanspæl við hinir
persónarnir riggar væl. ”The Last Stand” er ikki ein fantastiskur filmur, men
gott poppkorn-undirhald – hvørki meir ella minni.
No comments:
Post a Comment