Friday, March 29, 2013

G.I. Joe: Retaliation (2013)


Leikstjóri
Jon M. Chu
Í 2009 kom ein actionfilmur út, sum æt “G.I. Joe: The Rise of Cobra”. Tað var ein filmur, sum var gjørdur eftir leikutoy-røðini “G.I. Joe”. Eg rokni ikki við, at nógv minnast tann filmin, men nú er faktiskt ein tvey’ari komin út, sum eitur “G.I. Joe: Retaliation”. 

Eins og í eittaranum, so fylgja vit einum amerikanskum herliði, sum kallast “G.I. Joes”. Amerikanski forsetin sendir liðið á eina missión í einum øðrum landi, men tað vísir seg at vera ein fella. Teir verða álopnir og næstan allir hermenninir doyggja. Tað vísir seg, at forsetin er ein óndur dupultgangari, sum arbeiðir fyri Cobra Commander (skurkurin í eittaranum), og tann veruligi forsetin er tikin sum gísli. Hermaðurin Roadblock (Dwayne Johnson) og restin av liðnum seta sær fyri, at finna út av, hvørjar ætlanir skurkarnir hava – við hjálp frá einum fyrrverandi generali, Joseph Colton (Bruce Willis).

Eg hugdi eftir eittaranum, áðrenn eg sá tvey’arin, og mær dámdi hann ikki. Hann var illa leikstjórnaður, handritið var sera vánaligt og framførslurnar vóru óinteressantar og vánaligar. Eg vónaði, at tvey’arin fór at vera betri, tí hann hevði tíbetur aðrir sjónleikarar (uttan Channing Tatum) og ein annan leikstjóra. “G.I. Joe: Retaliation” er faktiskt undirhaldandi og nógv betri enn eittarin, men ikki fantastiskur á nakran máta. Hetta er bert ein hampuliga undirhaldandi actionfilmur, sum ikki er nakað serligt. Hann hevur eisini nakrar stórar trupulleikar.

Filmurin hevur eitt rættiliga ójavnt handrit. Onkuntíð er handritið gott og onkuntíð er tað minni gott. Summar senur hava góðan og væl skrivaðan dialog millum persónarnir, meðan aðrar senur hava láturligan dialog. Søgan er týpisk og óoriginal, men nóg mikið fangandi. Mær dámdi væl m.a., tá hon bygdi út á baksøguna hjá einum persóni, sum eitur Storm Shadow. Filmurin hevur eisini dámligir høvuðspersónar, sum t.d. Roadblock. Mær dámar væl Dwayne Johnson (The Rock”) sum sjónleikara og hann hóskar væl til slíkar actionfilmar. Hann er dámligur og gevur eina góða framførslu. Allar framførslurnar eru góðar, men ikki fantastiskar. Mær dámdi tó sera væl tann falska forsetan. Hann var ein undirhaldandi skurkur, og sjónleikarin gav eina góða og undirhaldandi framførslu. Men mær dámdi illa, at Bruce Willis var bara við í filminum í uml. 10 minuttir. Tað er sera skuffandi, av tí at marknaðarføringin av filminum lýsti nógv, at hann hevði ein leiklut.

Filmurin er hampuliga undirhaldandi, tí hann hevur nógv action og koyrir alla tíðina við skjótum tempoi. Hann hevur eisini gott og sannførandi samanspæl millum persónarnar – tað hevði eittarin ikki. Høvuðspersónarnir arbeiða væl saman og man følir væl, at teir eru góðir vinir. Mær dámar eisini væl, at actionsenurnar hava bæði skotbardagar og martial arts”-action. Actionsenurnar eru kreativar, væl gjøgnumførdar og hampuliga undirhaldandi. Onkuntíð brúkar tær ov nógv slow motion”, men samanumtikið eru tær góðar. Men filmurin manglar spenning og tískil eru tær ikki fantastiskar ella sera spennandi. Persónarnir eru dámligir, men ikki so mikið áhugaverdir og djúpir, at man hevur nógva samkenslu við teimum. Teir mennast ikki og man leggur ikki nógv í teir.

Ein annar trupulleiki er, at summir persónar hava so lítið at gera, at teir eru gloymandi – t.v.s. man hugsar ikki nógv um teir aftaná, at filmurin er liðugur. Ein hermaður, sum arbeiðir saman við Roadblock gjøgnum allan filmin, hevur næstan einki at gera og er tískil gloymandi. Ein actionfilmur við fleiri høvuðspersónum eigur at geva allir persónarnir okkurt at gera, so at teir følast neyðugir, men tað ger hesin ikki. Cobra Commander er eisini so lítið við í filminum, at man næstan gloymir, at hann er tann hægsti skurkurin. Men tað, sum mær dámar serliga illa við filminum, er ein konflikt í endanum. Eg kann ikki siga nógv um tað, tí so avdúki eg ov nógv av søguni. Eg sigi bara, at skurkarnir skapa eina stóra konflikt, sum verður loyst ov lætt. Harumframt hendir okkurt ógvusligt, sum verður bara gloymt beinavegin. Tað var býtt og ov órealistiskt – sjálvt í einum slíkum actionfilmi.

G.I. Joe: Retaliation” er ein hampuliga undirhaldandi actionfilmur, sum verður togaður niður av nøkrum stórum trupulleikum - men hann er nógv betri enn eittarin. Tá ið man hugsar um hann aftaná, byrjar man at dáma hann minni og minni. Handritið er ójavnt, leikstjórnanin er góð, men ikki fantastisk, og summir persónar hava ov lítið at gera. Ein persónur doyr faktiskt so tíðliga í filminum, at man fær ikki tíð at hava samkenslu við honum og leggja nógv í tað. Men filmurin hevur eisini góðar actionsenur, gott samanspæl millum persónarnir, eitt sindur av góðum skemti og ein undirhaldandi skurk. Søgan er fangandi, men einki serligt og verður ov býtt í endanum á filminum. Hesin filmurin er okey og hampuligt poppkorn-undirhald, men ikki sera minniligur.

2,5 / 5 stjørnur


No comments:

Post a Comment