Friday, April 5, 2013

Klippfisk á ferð 2013


Klippfisk skipar í løtuni fyri einum tiltaki, sum eitur “Klippfisk á ferð”. Tey ferðast kring landið og sýna átta føroyskir stuttfilmar. Tað er eitt gott hugskot og ein góður máti at stuðla føroyingum, sum gera filmar. Mikukvøldið 3. apríl var tiltakið í Atlantis Bio í Klaksvík og eg fór at hyggja. Í hesum blogginum fari eg at siga frá í stuttum, hvat eg helt um filmarnir. 


Tann fyrsti filmurin var “A Hipstory” hjá Heiðrik á Heygum. Ein filmur um tvær føroyskar gentur, sum eru lesandi í Danmark. Hann fylgir einum degi, har tær fara í ball. Hesin filmurin hevur eina góða søgu við evnum, sum øll, ið lesa uttanlanda, kunnu kenna aftur. Hann hevur góðar og realistiskar framførslur frá høvuðspersónunum, og sera gott og kreativt ljóðbland. Mær dámdi serliga væl eina senu, har ein genta hugsar um Føroyar. Mátin, ið tað varð víst, var genialt og sera væl gjørt. Onkuntíð vóru bakgrundsljóðini so hørð, at man hoyrdi illa, hvat persónarnir søgdu, men burtursæð frá tí, so var ljóðblandið gott. Samanumtikið ein góður, væl gjørdur og áhugaverdur filmur – 3,5 / 5 stjørnur.

Síðan vórðu tríggir filmar, ið ung høvdu gjørt, sýndir: “Svartideyði” hjá Rana Petersen, “Ein Vitjan” og “Einsemi”. “Svartideyði” var ein ræðufilmur við eini sera týpiskari søgu. Hann var amatøragtigur og ikki sera góður, men tað eru ung fólk, sum hava gjørt hann, so tað fyrigevi eg. Hann hevði trupulleikar við ljóðinum, amatøragtigar framførslur og nakrar vánaligar og óneyðugar teldugjørdar effektir. Men eg respekteri hesi ungu fyri, at hava roynt at gera ein film. Tey hava óivað lagt nógv arbeiði í tað – 2 / 5 stjørnur. “Ein Vitjan” var ein sera stuttur filmur, ið varð gjørdur av Nóllywood. Hann dámdi mær sera væl. Hann hevði góða atmosferu, sera pent kameraarbeiði og sera góðan tónleik. Søgan var eisini passaliga einføld og næstan bert søgd við myndum – 4 / 5 stjørnur.

“Einsemi” var okey og væl gjørdur fyri einum filmi, sum varð gjørdur av skúlanæmingum. Hann hevði ein góðan og viðkomandi boðskap. Hann hevði eitt sindur ov nógvar effektir, sum føldust óneyðugar, men fyri einum skúlafilmi, so var hann væl gjørdur – 3 / 5 stjørnur. Tann fimti filmurin var “Mist” hjá Anniku á Lofti. Hann var sera góður og flott gjørdur. Eg var alvorliga imponeraður. Tað var ein sera listarligur filmur, sum segði frá eina góða og syrgiliga søgu næstan bert við myndum. Hann hevði sera flott og kreativt kameraarbeiði, og góðar framførslur – 4 / 5 stjørnur.

Sætti filmurin var “Ongin Konflikt” hjá Bjarka Thomsen. Hetta var fyrsti føroyski gangstarafilmurin. Eg má tíverri siga, at mær dámdi hann als ikki. Eg helt hann vera sera vánaligan. Hann kundi havt verið góður, tí hann hevði gott kameraarbeiði, flottar og sannførandi kulissur, og eina góða framførslu frá Jóannes Lamhauge. Men hann hevði ein stóran trupulleika: Næstan allur dialogurin var eftirsynkroniseraður. Tá ið persónarnir tosaðu, synkroniseraðu røddirnar næstan ongantíð við varrarnar hjá teimum – og tað sá út til at vera gjørt við vilja. Tað var øgiliga irriterandi.

Ljóðeffektirnar synkroniseraðu altíð, so eg rokni ikki við, at tað var eitt mistak. Eg skilti í hvussu er ikki, hvat meiningin var við tí. Tað var sum at hyggja eftir einum útlendskum filmi, ið var illa umsettur til føroyskt. Tað gjørdi eisini ofta, so at framførslurnar føldust falskar og samanspælið millum persónarnir ikki var sannførandi. Skemtið í filminum miseydnaðist næstan altíð, orsakað av vánaliga ljóðinum, og eg ivaðist onkuntíð, um filmurin royndi at vera stuttligur ella álvarsamur. Hann var vánaligur og flovisligur at hyggja eftir – 
1,5 / 5 stjørnur.

Síðan var ein dansifilmur á skránni, sum æt “Gló(ð)” – leikstjórnaður av Sáru Wang og Mariu Winther Olsen. Mær dámdi hann væl. Eg skilti ikki, hvat boðskapurin var við honum, men tað bilti ikki, tí hann var ein góður og flott gjørdur dansifilmur. Hann hevði góða koreografi, góðan tónleik og sera flott kameraarbeiði – 4 / 5 stjørnurAt enda varð nýggi stuttfilmurin hjá Sakaris Stórá sýndur, “Summarnátt”. Mær dámdi hann best av øllum filmunum. Hann var sera góður og imponerandi. Søgan var góð, framførslurnar vóru sera góðar og realistiskar, dialogurin var realistiskur og væl skrivaður, tónleikurin var góður, og kameraarbeiðið var sera flott og kreativt. Eg hevði eitt sindur ringt við at skilja, hvat boðskapurin var, men tað er smákritikkur. Ein sera góður og væl gjørdur filmur – 
4,5 / 5 stjørnur.

Samanumtikið var “Klippfisk á ferð” eitt sera gott og áhugavert tiltak. Tað var gott at fáa møguleikan, at síggja føroyskar stuttfilmar á stórskíggjanum. Har vóru tveir filmar, sum mær ikki dámdi, men samanumtikið var tað eitt gott tiltak við nøkrum góðum filmum.

A Hipstory – 3,5 / 5 stjørnur
Svartideyði – 2 / 5 stjørnur
Ein Vitjan – 4 / 5 stjørnur
Einsemi – 3 / 5 stjørnur
Mist – 4 / 5 stjørnur
Ongin Konflikt – 1,5 / 5 stjørnur
Gló(ð) – 4 / 5 stjørnur
Summarnátt – 4,5 / 5 stjørnur


"Summarnátt" hjá Sakaris Stórá

2 comments:

  1. "Summarnátt" fær 4,5, og er tí presis líka góður sum "Django: Unchained"? Tað var ikki eiti á!

    ReplyDelete
    Replies
    1. Eg haldi ikki, at teir kunnu samanberast, tí teir eru fullkomiliga ymiskir. Men teir eru báðir sera góðir á hvør sín máta :)

      Delete