Nú er langt síðan, at eg havi sæð ein “science
fiction”-film í biografinum. Tá ið eg hoyrdi um nýggja filmin “Oblivion”, gjørdist eg áhugaður. Hann sá sera flottur og áhugaverdur út. Hann hevði eisini Tom Cruise
í høvuðsleiklutinum og Morgan Freeman í einum hjáleikluti. Hetta sá út sum ein
lovandi filmur, sum kundi vera nakað serligt.
Filmurin fer fram í USA í ár 2077. Fyri nógvum árum
síðan var kríggj millum menniskjuni og nøkrum rúmdarverum. Rúmdarverurnar oyðiløgdu mánan og tað gjørdi, so at jarðskjálvtar og annað oyðilegði alt á jørðini. Menniskjuni búgva nú í einum rúmdarskipi úti
í rúmdini, uttan tvey fólk, sum eru á jørðini og umvæla maskinur. Tey eru leikt
av Tom Cruise og Andrea Riseborough. Vit fylgja Tom Cruise og ein dagin finnur
hann eitt rúmdarskip, sum er neyðlent. Tað førir til, at hann setir
spurnartekin við m.a., hvør hann er og hvussu alt í heiminum hongur saman.
Eg ætli mær ikki at avdúka meir enn tað, tí filmurin
inniheldur nógvar “twists” og gátuførar hendingar. “Oblivion” er ein stórur “science
fiction”-filmur við eini rúgvu av effektum. Hann er ótrúliga flott gjørdur á
tekniska økinum, men tíverri hevur hann eitt handrit, sum als ikki er líka gott. Hesin
filmurin kundi havt verið fantastiskur, tí hann sær ótrúliga flottur út, men hann
verður togaður niður av eini skuffandi søgu. Úrslitið er ein flottur filmur,
sum ikki er sera fangandi. Hann er bert okey og eitt sindur gloymandi – tískil
ein skuffandi filmur.
Sum eg segði í áðni, so er hann ótrúliga flott
gjørdur. Effektirnar eru fantastiskar og sera sannførandi. Filmurin tekur hyggjaran inn í ein
heim, sum er sera kreativt uppbygdur. Tað er áhugavert at síggja alla
útgerðina, sum persónarnir brúka, sum t.d. eitt borð, ið faktiskt er ein telda,
sum verður bert brúkt við “touch screen”. Har er nógvur kreativitetur í
sniðgevingini av heiminum. Kameraarbeiðið er eisini flott og tónleikurin er
sera góður. Hann brúkar góðan “techno”-tónleik, sum hóskar væl til umhvørvið í
filminum. Leikstjórin, Joseph Kosinski, hevur eisini gott skil fyri action og tempo. Actionsenurnar eru væl gjørdar og hampuliga undirhaldandi. Tær eru bara ikki sera spennandi, av tí at søgan ikki er nóg mikið fangandi.
Framførslurnar eru góðar og sannførandi. Tom Cruise
gevur eina góða framførslu og ger sítt besta. Hann ger persónin, sum ikki er
sertakliga væl skrivaður, til ein dámligan høvuðspersón. Mær dámdi væl, tá hann
tosaði um upplýsingar, sum hann hevði lisið um jørðina í gomlum døgum. Eitt gott dømi er ein sena, har hann tosar um síðsta "Super Bowl"-dystin. Hon var góð, væl spæld av Tom Cruise og hevði nakrar góðar og hóskandi
ljóðeffektir. Olga Kurylenko er eisini góð og sannførandi. Morgan Freeman er
sera góður sum vanligt. Hann hevur ikki ein stóran leiklut og tíverri ikki nógv
at gera, men hann ger allar sínar senur fangandi og áhugaverdar. Melissa Leo er eisini við í filminum, men hon hevur næstan einki at gera. “Oblivion”
hevur samanumtikið bæði flottar effektir og góðar framførslur. Tað er ein stórur fyrimunur,
men tíverri hevur hann eisini eitt óoriginalt og veikt handrit.
Søgan er ov óoriginal og ikki nóg mikið fangandi. Hon hevur nógvar “twists”, men tær eru næstan allar óoriginalar – og summar eru forútsiguligar. Mær dámar væl hugskotið, at man gjøgnum filmin lærir nøkur loyndarmál um heimin. Trupulleikin er, at tey eru ikki sera áhugaverd ella nakað serligt. Tað størsta “twistið”, sum filmurin byggir upp til, er sera óoriginalt og tí rættiliga forútsiguligt. Nógvar gátuførar hendingar fara fram gjøgnum filmin og sum hyggjari vildi eg fegin vita, hvussu alt hekk saman, men svarið er tíverri sera óoriginalt og lætt at gita. Filmurin klárar heldur ikki, at byggja upp nógvan spenning. Persónarnir eru ikki sera djúpir, minniligir og áhugaverdir. Mær dámdi best persónarnir, sum Tom Cruise og Morgan Freeman spældu, og tað var mest orsakað av teirra framførslum.
Søgan er ov óoriginal og ikki nóg mikið fangandi. Hon hevur nógvar “twists”, men tær eru næstan allar óoriginalar – og summar eru forútsiguligar. Mær dámar væl hugskotið, at man gjøgnum filmin lærir nøkur loyndarmál um heimin. Trupulleikin er, at tey eru ikki sera áhugaverd ella nakað serligt. Tað størsta “twistið”, sum filmurin byggir upp til, er sera óoriginalt og tí rættiliga forútsiguligt. Nógvar gátuførar hendingar fara fram gjøgnum filmin og sum hyggjari vildi eg fegin vita, hvussu alt hekk saman, men svarið er tíverri sera óoriginalt og lætt at gita. Filmurin klárar heldur ikki, at byggja upp nógvan spenning. Persónarnir eru ikki sera djúpir, minniligir og áhugaverdir. Mær dámdi best persónarnir, sum Tom Cruise og Morgan Freeman spældu, og tað var mest orsakað av teirra framførslum.
Joseph Kosinski hevur bæði
leikstjórnað filmin og funnið uppá søguna. Hann hevur leikstjórnað filmin væl,
men hansara søga er als ikki líka góð. “Oblivion” er stutt sagt ein flottur,
men skuffandi og eitt sindur gloymandi “science fiction”-filmur. Hann fer fram í einum sera flottum og kreativum umhvørvi,
men man hugsar ikki nógv um hann aftaná. Hann hevur góðar
framførslur, sera góðan tónleik, flott kameraarbeiði og fantastiskar effektir,
men handritið er ikki sera gott. Søgan er ov óoriginal og tískil ikki so fangandi, sum hon burdi verið.
2,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Joseph Kosinski
Leikarar: Tom Cruise, Olga Kurylenko, Andrea
Riseborough, Morgan Freeman
Ár: 2013
Joseph Kosinsky er leikstjórin handan Oblivion. Frammanundan hevur hann gjørt eitt nú “Tron: Legacy”, og av hesi orsøk fóru hyggjarar beinanvegin undir at samanbera teir. Teir kunnu eisini saktans samanberast á onkrum økjum. Visuelt er Oblivion, eins og Tron: Legacy, ein opinbering. Oblivion er tó ikki í so høgum tempo, sum undanfarni filmur leikstjórans. Stemningurin er døkkari, og gevur Kosinsky eisini leikfólkunum góðar stundir at menna seg. Ljóðblandið er somuleiðis eitt meistaraverk, væl stuðlað av soundtrackinum frá franska synthpop, new wave bólkinum “M83”. Fyri so vítt býður “Oblivion” til veitslu fyri sansirnar.
ReplyDeleteLeikritið er frálíkt. Havi lisið nógv gremja seg, um hvussu óorginalt, og hvussu nógv hesin filmurin hevur stolið frá eldri filmum í SciFi genruni. Hetta er nakað fjas. Jú, saktans lænir filmurin nøkur hugskot og evnir frá øðrum klassikarum í eini yvir 100 ára gamlari genru, so er tað eg spyrji teg Eirikur Biskopstø, hvør filmur, ella bók, ger ikki tað? Meginparturin av handritunum hjá Shakespeare vóru endurtulkingar av uppaftur eldri søgum. Fert tú at ákæra hann fyri at plagiarisera, og kalla tey ritini óorginal , og tí ikki eru verd at lesa?
Um tú vilt síggja ein spakføran SciFi film, vakrar myndir og eitt fyrimyndarligt soundtrack, so viðmæli eg so hjartaliga Oblivion.
8/10
Tú kanst ikki samanbera Shakespeare við SciFi film. So hatta er nokkso býttisligt sum tú sigur har.
ReplyDeleteMen tó eri eg samdur í at hann hevur uppiborið 8/10.