“Kon-Tiki” er ein norskur filmur, sum er gjørdur eftir
eina sanna søgu. Tað er søgan um eina ferð hjá normanninum Thor Heyerdahl. Eg
visti lítið um filmin og søguna, men eg hevði uppdagað, at fólk vóru áhugað í
at síggja hendan filmin.
Filmurin fer fram í 1940’unum. Normaðurin Thor
Heyerdahl er sannførdur um, at fólkini í Polynesia vóru ættað úr Suður-Amerika.
Eingin trýr honum, so hann setir sær fyri at prógva, at tað bar til fyrr í
tíðini, at sigla úr Suður-Amerika til Polynesia. Hann savnar tí fimm menn og
teir byggja ein flaka úr somu útgerðini, sum varð nýtt fyrr í tíðini. Síðan
sigla teir á flakanum, sum eitur “Kon-Tiki”, úr Peru og ætlanin er, at sigla tvørtur
um Kyrrahavið til Polynesia.
Hetta er samanumtikið ein filmur um eina ferð tvørtur
um Kyrrahavið. Ein sonn søga um ein mann, sum fór á eina vandamikla ferð, fyri
at prógva sína teori. Eg væntaði ikki nógv av filminum og eg má siga, at eg var
sera imponeraður. “Kon-Tiki” er ein av teimum bestu filmunum, sum eg havi sæð
higartil í ár. Hann tekur hyggjaran við á eina fantastiska ferð, sum
realistiskt vísir, hvussu tað er, at sigla fleiri túsund kilometrar á flaka.
Tað er eisini ótrúligt, at hann er gjørdur eftir eina sanna søgu, tí tað vísir,
hvussu djørv summi fólk kunnu vera – eg visti næstan einki um ta sonnu søguna,
áðrenn eg sá filmin.
Filmurin kemur eitt sindur seint í gongd, men eg var
forvitin eftir at síggja, hvat fór at henda, tá ið persónarnir fóru avstað. Í byrjanini
kláraði filmurin væl at presentera høvuðspersónin og syrgja fyri, at man lærdi
hann at kenna, men tað tók eitt sindur av tíð, inntil sjálva søgan gjørdist
fangandi. Danski sjónleikarin Søren Pilmark var við í einari senu og gav eina
góða framførslu, men filmurin greiddi illa frá, hvør persónurin var og hvat
meiningin var við honum. Men tað er bara ein sena í byrjanini, so tað er ikki
ein stórur trupulleiki. Filmurin greiddi annars væl frá, hvørjar ætlanir Thor
Heyerdahl hevði, og presenteraði væl høvuðspersónarnir. Tá ið ferðin so endiliga
byrjaði, gjørdist filmurin fangandi, spennandi og samanumtikið fantastiskur.
Filmurin syrgir fyri, at man sum hyggjari følir, at
man er staddur á einum flaka úti á havinum. Tá ið ferðin byrjar, er ikki nógvur
dialogur og tað dámdi mær sera væl. Man sær bara persónarnir arbeiða og hyggja
runt, uttan at siga nakað, og tað ger, so at man følir, at man er staddur úti á
havinum saman við teimum. Tað er sannførandi og realistiskt. Filmurin riggar
eisini, av tí at allir persónarnir á flakanum eru dámligir og hava ymiskar
persónleikar. Man dámar teir, hevur samkenslu við teimum og ynskir, at teir
skulu klára hesa uppgávuna. Dialogurin millum teirra er góður, undirhaldandi og
væl skrivaður. Filmurin klárar eisini væl at balansera skemt, drama og
spenning. Dramaið er realistiskt og væl gjørt, og skemtið er gott og hóskandi. Tað
er einfalt skemt, sum t.d. stuttligur dialogur, har persónarnir arga hvønn
annan og siga okkurt stuttligt. Mær dámar eisini væl, tá ið filmurin vísir upptøkur, sum persónarnir upptaka á einum videotóli, ið teir hava við sær á ferðini.
Filmurin byggir eisini væl upp spenning. Hann vísir m.a.,
hvussu vandamikið og krevjandi tað er, at fara á eina slíka ferð. Summar senur
eru nervapirrandi og sera spennnandi. Eg var positivt yvirraskaður av, at ofta tá
eg helt meg vita, hvat fór at henda í einari senu, hendi okkurt heilt annað ístaðin.
Eg var eisini sera imponeraður av, hvussu flott gjørdur filmurin var. Hann
hevur sera flottar effektir og nakrar sera vakrar myndir. Kameraarbeiðið er
sera flott og brúkar nakrar góðar vinklar. Ein sena, har persónarnir lóu á
flakanum og hugdu eftir stjørnunum, var ótrúliga flott gjørd og væl upptikin.
Eg avdúki ikki, hvat hendi í senuni, men hon var so imponerandi, at eg var púra
málleysur. Tónleikurin er eisini fantastiskur, og endin á filminum er sera
nøktandi og væl spældur.
“Kon-Tiki” er ein av teimum bestu filmunum, sum eg
havi sæð higartil í ár. Eg væntaði ikki nógv av honum og eg var sera
imponeraður. Hann hevur nakrar trupulleikar í byrjanini og er eitt sindur ov
langur, men samanumtikið fantastiskur og sera flott gjørdur. Hann fekk meg til
at føla, at eg var staddur á einum flaka úti á Kyrrahavinum, og tað gjørdi filmin fangandi og spennandi. Framførslurnar eru eisini sera góðar, serliga Pål Sverre Hagen sum Thor Heyerdahl. Hetta er ein
fantastiskur filmur, sum tekur hyggjaran við á eina spennandi ferð.
4,5 / 5 stjørnur
Leikstjórar: Joachim Rønning og Espen Sandberg
Leikarar: Pål Sverre Hagen, Anders Baasmo
Christiansen, Gustaf Skarsgård
Ár: 2012
No comments:
Post a Comment