Friday, September 19, 2014

Ludo

Katrin Ottarsdóttir hevur givið út ein nýggjan film við heitinum "Ludo". Hetta er tann fyrsti føroyski spælifilmurin síðan "Bye Bye Blue Bird" í 1999 – eisini gjørdur av Katrini Ottarsdóttir.

Monday, September 8, 2014

The Expendables 3

Eg havi nevnt fyrr, at mær dámar væl óseriøsar actionfilmar. Vit fingu slíkt undirhald við "The Expendables 2" og stutt síðani "Guardians of the Galaxy". Hesin filmurin, "The Expendables 3", sá út til, at bjóða meira yvirdrivið, óseriøst og gamaldags undirhald.

Wednesday, September 3, 2014

Guardians of the Galaxy

Tann fyrsti treylarin fyri "Guardians of the Galaxy" kom út í februar. Í byrjanini av árinum var eg ikki sera áhugaður í filminum, men tá eg sá treylarin, broyttist mín meining fullkomiliga. Hóast hann var stuttur, so var tað ein fangandi og genialur treylari. Tað var kul, at síggja stuttligt skemt og hoyra poppsangin “Hooked on a Feeling”, meðan man sá kríggj og løgnar superhetjur úti í rúmdini. Seinni gjørdist hetta tann filmurin, sum eg gleddi meg mest til í summar.