Monday, September 8, 2014

The Expendables 3

Eg havi nevnt fyrr, at mær dámar væl óseriøsar actionfilmar. Vit fingu slíkt undirhald við "The Expendables 2" og stutt síðani "Guardians of the Galaxy". Hesin filmurin, "The Expendables 3", sá út til, at bjóða meira yvirdrivið, óseriøst og gamaldags undirhald.

Limirnir í "The Expendables" finna út av, at ein gamal limur, sum gjørdist óndur og varð dripin, er framvegis livandi og komin aftur fyri at hevna seg. Eftir at ein missión ikki endar væl, ger Barney Ross (Sylvester Stallone) av, at savna eitt nýtt lið við ungum fólkum. Hann er sannførdur um, at núverandi limirnir eru vorðnir ov gamlir.

Mær dámar ikki eittarin, men tvey’arin var góður og sera undirhaldandi. Hann syrgdi fyri góðum og óseriøsum undirhaldi, sum eittarin burdi havt givið. Hesin filmurin burdi tí havt verið góður, men tíverri er hann ein skuffandi actionfilmur, sum bert bjóðar eitt sindur av undirhaldi – ikki nóg mikið. Eg má tó nevna, at teir flestu áskoðararnir sóu út til, at dáma hann væl. Eg helt sjálvur, at hann hevði nakrar undirhaldandi partar, men var samanumtikið vánaligur.

Filmurin byrjar rættiliga væl. Byrjanin er ein undirhaldandi og yvirdrivin actionsena. Hon er ikki fantastisk, men inniheldur yvirdrivið action, sum man væntar frá "The Expendables". Tað er undirhaldandi at hyggja eftir. Men so skjótt sum hon endar, steðgar filmurin brádliga upp. Barney Ross ger av, at savna eitt nýtt lið og tað koyrir filmin á skeiva kós. Í størsta partinum av filminum verða teir eldru sjónleikararnir koyrdir í bakgrundina, meðan tey ungu taka yvir. Tá verður tað ein øgiliga vánaligur actionfilmur.

Tey ungu, sum fara upp í liðið, eru ódámlig, óinteressant og irriterandi. Eg hataði Smilee, sum alla tíðina roynir at vera kulur, men er bara sjálvglaður og ódámligur. Harafturat gevur sjónleikarin, Kellan Lutz, eina vánaliga framførslu. Tað virkar sum um, at Sylvester Stallone hevur gjørt eina miseydnaða roynd, at presentera nýggir ungir actionsjónleikarar. Men tann størsti trupulleikin, sum oyðileggur filmin, er satt at siga dialogurin. Tvey’arin hevði stuttligar samrøður millum persónarnir og góðar jokes. Dialogurin í hesum filminum er sera vánaligur og illa skrivaður. Tær álvarsomu samrøðurnar eru ikki áhugaverdar og jokes’nar eru vánaligar. Í tvey’aranum søgdu leikararnir stuttligar replikkir í actionsenunum. Hesin filmurin roynir at gera tað sama, men tað miseydnast, av tí at replikkirnar eru vánaligar og ókreativar – summar eru stuttligar, men tað hendir ov sjáldan.

Filmurin hevur eisini nýggir eldri sjónleikarar. Wesley Snipes, Mel Gibson og Antonio Banderas eru góðir, meðan hinir eru vánaligir. Antonio Banderas er tann besti sjónleikarin. Hann er kulur, undirhaldandi og onkuntíð rættiliga stuttligur. Men seinni verður hansara skemt irriterandi, tí tað er ofta tann sama joke’in umaftur og umaftur. Wesley Snipes er kulur og undirhaldandi, men onkuntíð noyðist hann at siga vánaligar replikkir. Kelsey Grammer hevur einki at gera og Harrison Ford er als ikki góður í actionsenunum. Arnold Schwarzenegger hevur nakrar undirhaldandi løtur nær við endanum, men hevur annars einki at gera. Tað er eisini skuffandi, at Terry Crews hevur ein tann minsta leiklutin í filminum – hann er mín yndissjónleikari í røðini.

Effektirnar eru øgiliga vánaligar. Tað sæst væl, tá ið okkurt er teldugjørt og tað er ikki sannførandi. Eitt gott dømi er ein sena, har Sylvester Stallone og Kelsey Grammer koyra biltúr. Tað sæst væl, at bakgrundin er følsk. Sjálvt klippingin er ikki góð. Summar senur enda brádliga og følast meiningsleysar. Men klimaksið er rættiliga undirhaldandi. Tað er ikki fantastiskt, tí tað er fórútsiguligt og inniheldur vánaligan dialog, men í minsta lagi er tað kul og undirhaldandi. "The Expendables 3" hevur undirhaldandi partar, men er samanumtikið ein skuffandi og vánaligur actionfilmur. Hann er ov óruddiligur, illa skrivaður og illa gjøgnumførdur. Tað var eisini býtt, at koyra teir eldru leikararnir í bakgrundina í størsta partinum av filminum.

2 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Patrick Hughes
Leikarar: Sylvester Stallone, Jason Statham, Antonio Banderas, Jet Li, Wesley Snipes, Dolph Lundgren, Kelsey Grammer, Randy Couture, Terry Crews, Kellan Lutz, Ronda Rousey, Glen Powell, Victor Ortiz, Robert Davi, Mel Gibson, Harrison Ford, Arnold Schwarzenegger 
Ár: 2014


No comments:

Post a Comment