Saturday, December 31, 2016

Arrival

Denis Villeneuve er ein leikstjóri, sum er stutt síðan vorðin kendur. Tey seinastu trý árini hevur hann leikstjórnað m.a. "Prisoners" og "Sicario", og í løtuni er hann í holt við "Blade Runner 2049", sum kemur út næsta ár – eftirfylgjarin til "Blade Runner" hjá Ridley Scott. Hansara nýggjasti filmur er "Arrival".

Sunday, December 25, 2016

Arthur Christmas

Bretska teknifilmsfelagið Aardman Animations hevur gjørt m.a. "Shaun the Sheep", "Chicken Run" og "Wallace and Gromit". Í 2011 gjørdu tey ein teknifilm, sum er satt at siga ein av teimum bestu jólafilmunum, ið eg nakrantíð havi sæð: "Arthur Christmas".

Friday, December 23, 2016

Rogue One: A Star Wars Story

Í fjør byrjaði ein nýggj røð av "Star Wars"-filmum við "The Force Awakens" – nummar 7 í røðini. Eftirfylgjarin kemur út næsta ár, so í ár hava Disney í staðin gjørt ein annan film, sum fer fram áðrenn fýrarin – tískil ein meira sjálvstøðug søga.

Friday, November 4, 2016

Doctor Strange

Filmsrøðin hjá Marvel heldur fram og nýggi sjónleikarin, sum skal spæla ein superhetja, er Benedict Cumberbatch – kendur fyri m.a. høvuðsleiklutin í sjónvarpsrøðini "Sherlock". Hansara leiklutur er gandakallurin Doctor Strange.

Saturday, October 1, 2016

The Magnificent Seven (2016)

Westernfilmar eru sjáldsamir fyri tíðina. Fyri nógvum árum síðan var tað ein tann mest væl umtókta sjangran í Hollywood og fleiri filmar vórðu framleiddir. Tann nýggjasti, "The Magnificent Seven", er satt at siga ein endurinnspæling av einum gomlum filmi frá 1960 við sama heitinum. Harafturat var tann filmurin ein amerikansk endurinnspæling av japanska samuraifilminum "Seven Samurai" frá 1954 – tey broyttu sjangruna frá samurai til western.

Friday, September 9, 2016

Finding Dory

Fyri 13 árum síðani góvu Pixar út teknifilmin "Finding Nemo". Tað var ein sera góður filmur,  sum varð væl móttikin og vann eina Oscar heiðursløn fyri besta teknifilm. Nú er tveyarin komin út við heitinum "Finding Dory".

Sunday, August 28, 2016

Finding Nemo

Í samband við, at "Finding Dory" er komin út hetta vikuskiftið, so havi eg avgjørt at ummæla eittarin, "Finding Nemo". Eg sá hendan teknifilmin í biografinum í 2003 og nú – 13 ár seinni – er ein tveyari komin út. Eg ætli mær at ummæla "Finding Dory" seinni – eg havi ikki sæð hann enn.

Wednesday, August 17, 2016

Suicide Squad

Fyrr í ár skuffaðu DC Comics við filminum "Batman v. Superman: Dawn of Justice". Tey royna at skapa eina filmsrøð, sum skal kappast við Marvel og nú er tíðin komin til meira ókendar persónar: Suicide Squad.

Tuesday, July 26, 2016

How to Train Your Dragon

Fyri tveimum árum síðani ummælti eg "How to train your dragon 2". Mær dámdi filmin væl og eg havi avgjørt, at eisini ummæla eittarin. "How to train your Dragon" er um ein ungan neyðarsligan víking, sum eitur Hiccup (Jay Baruchel) og er sonur høvdinganum, Stoick (Gerard Butler). Víkingar og drekar eru fíggindar, sum altíð kríggjast. Men Hiccup verður vinur við ein dreka, sum hann nevnir Toothless.

Tuesday, July 19, 2016

The Lego Movie

Mær dámar sera væl teknifilmar, men eg havi ikki ummælt nógvir tilsamans. Síðan 2013 havi eg bert ummælt ein ella tveir um árið. Eg havi tí avgjørt, at ummæla ein tilvildarligan teknifilm hvønn týsdag í juli og august 2016. Onkur vika verður kanska lopin um, men eg fari at gera mítt besta. Eg havi leingi ynskt at ummæla m.a. "The Lego Movie", sum kom út í 2014.

Sunday, July 17, 2016

Central Intelligence

Av øllum sjónleikarum, sum vanligt spæla í actionfilmum, so er Dwayne Johnson – eisini nevndur The Rock – ein av teimum, sum mær dámar best. Hann er sera dámligur og undirhaldandi í m.a. "Fast and Furious" røðini. Men hvat hendir, um man koyrir hann í ein actionskemtifilm saman við skemtaranum Kevin Hart?

Tuesday, July 12, 2016

Ice Age: Collision Course

Nú er tann fimti teknifilmurin í "Ice Age" røðini komin út. Manny, Diego, Sid og øll hini finna út av, at ein halastjørna fer skjótt at oyðileggja jørðina. Tískil fara tey í samstarv við Buck – sum var við í triðja filminum – og royna at steðga henni.

Tuesday, July 5, 2016

The Nice Guys

Shane Black er leikstjórin handan "Iron Man 3" og "Kiss Kiss Bang Bang" – ein stuttligur og undirhaldandi krimiskemtifilmur við Robert Downey Jr. og Val Kilmer. "The Nice Guys" er tann triði filmurin, sum hann hevur leikstjórnað. Hann er annars meira kendur sum rithøvundur av fleiri filmum, sum t.d. "Lethal Weapon".

Wednesday, June 15, 2016

Warcraft: The Beginning

Filmatiseringar av telduspølum plaga sjáldan at eydnast og nú er tíðin komin til ein av heimsins kendastu røðum, "Warcraft". Felagið Blizzard hava lagt ætlanir um at gera film í fleiri ár og nú er tað endiliga vorðið veruleiki. Eg havi ikki spælt spølini, so eg veit lítið um tey. Filmurin er leikstjórnaður av Duncan Jones, sum eisini hevur gjørt "Moon" og "Source Code".

Tuesday, June 7, 2016

The Angry Birds Movie

Fyri nøkrum árum síðani var spælið "Angry Birds" ein tann mest væl umtókta Smartphone appin. Eg havi sjálvur spælt tað og nústani í 2016 er tað gjørt til film. Vit hava fyrr sæð filmatiseringar av telduspølum, men hetta er ein av teimum fyrstu filmunum, sum eru gjørdir eftir eina app.

Monday, May 23, 2016

Captain America: Civil War

Eg eri seinur við hesum, men eg vil fegin siga mína meining um "Captain America: Civil War". Fyrr í ár gjørdu DC Comics ein superhetjufilm við Batman og Superman sum fíggindar. Úrslitið miseydnaðist og nú royna teirra størsti rivalur, Marvel, at gera tað sama við Iron Man og Captain America.

Saturday, April 30, 2016

The Jungle Book (2016)

Disney hava gjørt eina nýggja filmatisering av ein av teirra teknifilmum, "The Jungle Book". Tað er ein klassiskur teknifilmur frá 1967, so tað er ein avbjóðing at gera eina endurinnspæling í "live action".

Thursday, March 24, 2016

Batman v Superman: Dawn of Justice

Superhetjufilmar eru væl umtóktir og tað er serliga Marvel, sum hava fingið góð úrslit. Nú royna DC Comics at skapa teirra egnu filmsrøð og hesin filmurin, "Batman v Superman: Dawn of Justice", presenterar bæði Batman og Wonder Woman. Hetta er eftirfylgjarin til "Man of Steel" og ætlanin er, at hann skal føra til "Justice League" um nøkur ár.

Thursday, March 3, 2016

Deadpool

Ryan Reynolds hevur ynskt í fleiri ár, at spæla høvuðsleiklutin í eini filmatisering av superhetjuni Deadpool. Hann spældi tann leiklutin í "X-Men Origins: Wolverine", men úrslitið var illa móttikið og ikki trúfast ímóti teknirøðini. Nú verður roynt umaftur og hesuferð er superhetjan líka sum í teknirøðini. Fólkini handan filmin hava valt at byrja av nýggjum og tað var rætta avgerðin.