Friday, September 9, 2016

Finding Dory

Fyri 13 árum síðani góvu Pixar út teknifilmin "Finding Nemo". Tað var ein sera góður filmur,  sum varð væl móttikin og vann eina Oscar heiðursløn fyri besta teknifilm. Nú er tveyarin komin út við heitinum "Finding Dory".

Søgan fer fram eitt ár eftir hendingarnar í "Finding Nemo". Dory (Ellen DeGeneres) byrjar at minnast ymiskt frá sínum barndómi, so hon ger av, at fara út at leita eftir síni familju – við hjálp frá Marlin (Albert Brooks) og Nemo (Hayden Rolence).

"Finding Dory" er leikstjórnaður av Andrew Stanton, sum eisini leikstjórnaði eittarin. Tað er ein stórur fyrimunur og hann hevur gjørt eitt gott arbeiði. "Finding Dory" er ikki líka góður sum eittarin, men kortini ein sera góður og væleydnaður teknifilmur. Tað er ikki lætt at gera ein eftirfylgjara til "Finding Nemo", men Andrew Stanton fær tað rigga við, at byggja víðari út á persónarnir.

Eittarin handlaði um Marlin og Nemo. Fyri at gera tað øðrvísi, so handlar hesin meira um Dory. Tað er torført at taka tann stuttliga persónin og geva henni høvuðsleiklutin í eftirfylgjaranum, men tað er væl gjøgnumført. Hesin filmurin er ikki bert skemtiligur, men eisini rættiliga dramatiskur. Hann granskar væl, hvussu tað er, at blíva við at missa vitið. Í eittaranum var tað skemtiligt, meðan í hesum filminum er tað meira dramatiskt. Hann vísir, hvørjar fylgir tað hevur í lívinum hjá Dory. Dramaið er sera væleydnað og eg bleiv rørdur – eg fór onkuntíð at tára.

Mær dámar væl, at søgan líkist ikki ov nógv eittaranum. Summar senur líkjast, men samanumtikið er hendan søgan øðrvísi. Hon er sera góð. Dory er ein dámligur høvuðspersónur og vit læra hana betri at kenna hesuferð. Tað er eisini gott at hitta summir persónar frá eittaranum aftur. Ikki øll koma aftur, men tað bilar ikki, tí í staðin hitta vit nýggir persónar – m.a. høgguslokkurin Hank (Ed O’Neill), sum er sera kulur og dámligur. Røddirnar eru góðar og animatiónin er sera góð. Ikki øll søgan fer fram undir sjónum, men tað bilar ikki. Tað gjørdu tey longu í eittaranum, so í staðin royna Pixar hesuferð okkurt nýtt.

Eg havi nakrir kritikkir. Tann fyrra helvtin av filminum er ikki líka góð sum tann seinna. Tá føldist tað onkuntíð sum ein filmur, sum var bert fyri børn. Tíbetur er tann seinna sera góð, bæði fyri børn og vaksin. Fyri tað næsta kemur einaferð – tíðliga í filminum – ein actionsena við einum høgguslokki, sum bert følist meiningsleys. Annars er "Finding Dory" ein sera góður teknifilmur, sum er ein væleydnaður eftirfylgjari. Hann hongur væl saman við eittarin og syrgir fyri, at vit læra Dory betri at kenna – meðan Marlin og Nemo framvegis hava stórar leiklutir.

4 / 5 stjørnur

Leikstjóri: Andrew Stanton 
Leikarar: Ellen DeGeneres, Albert Brooks, Hayden Rolence, Ed O’Neill, Kaitlin Olson, 
Ty Burrell, Diane Keaton, Eugene Levy 
Ár: 2016


No comments:

Post a Comment