Í samband við, at "Finding Dory" er
komin út hetta vikuskiftið, so havi eg avgjørt at ummæla eittarin, "Finding Nemo". Eg sá hendan teknifilmin í biografinum í 2003 og nú – 13 ár
seinni – er ein tveyari komin út. Eg ætli mær at ummæla "Finding Dory" seinni – eg havi ikki sæð hann enn.
Tá ið "Finding Nemo" kom út,
gjørdist hann mín yndisfilmur hjá Pixar. Nú hava tey verið virkin í meir enn 20
ár og sett støðið høgt við filmum sum t.d. "Toy Story", "Ratatouille" og "Up". Eg havi
sæð "Finding Nemo" fleiri ferðir, men hesa vikuna hugdi eftir honum fyri fyrstu
ferð aftaná nøkur ár. Tíbetur er hann framvegis ein sera góður teknifilmur.
Animatiónin er sera góð og heimurin
er flott gjørdur. Tað er sannførandi, at alt fer fram undir sjónum. Tað er
spennandi at uppliva hendan heimin og síggja alt frá sjónarhornunum hjá fiskum.
Allir persónarnir eru dámligir og røddirnar hóska væl til. Dory er stuttlig,
undirhaldandi og dámlig. Tað er stuttligt, at hon blívir við at gloyma alt og er
tískil sera optimistisk. Um okkurt keðiligt hendir, so gloymir hon tað og
verður glað aftur. Tað ger hana dámliga. Harfturat gevur Ellen DeGeneres eina
sera góða framførslu.
Eitt, sum er serliga uppdagaði, tá
eg stutt síðan hugdi eftir filminum umaftur, var skemtið. Hesin filmurin er sera
stuttligur – allan vegin gjøgnum. Marlin og Dory hitta eina rúgvu av stuttligum
persónum – t.d. tær býttu likkurnar, sum altíð fáa meg at flenna. Filmurin
hevur skemt, sum er hóskandi fyri bæði børn og vaksin. Tað er nakað, sum Pixar
duga serstakliga væl: At gera filmar, sum eru undirhaldandi fyri bæði. Eg
uppdagaði summar jokes í "Finding Nemo", sum eg ikki skilti, tá eg var lítil.
Søgan er einføld, men góð og sera
rørandi. Tað er ein fangandi og væl skrivað søga um forholdið millum ein pápa
og son hansara. Tað er endamálið við søguni og tann parturin er væleydnaður. Hinvegin
er søgan so mikið einføld, at úrslitið er ikki ein heilt fantastiskur filmur. Hann
er sera góður, men ikki ein av mínum yndisteknifilmum. Søgan er bygd soleiðis,
at vit fara á eina ferð og hitta ymiskir persónar – eins og
ein "road movie". Hon er eitt sindur forútsigulig og hevur ikki nógvar
yvirraskilsir. Søgan er góð, men ikki fantastisk. Tískil er tað ikki longur mín yndisfilmur hjá Pixar, men mær dámar hann framvegis sera væl.
"Finding Nemo" er ein sera góður og sjarmerandi teknifilmur, sum tekur hyggjaran við á eina hendingarríka ferð tvørtur um havið. Søgan
er góð, skemtið er sera gott og allir persónarnir eru dámligir – eingin er
irriterandi. Animatión er so mikið góð, at tað følist spennandi og sannførandi at uppliva hendan teldugjørda heimin undir sjónum – eg gleði meg til at vitja hann aftur í "Finding Dory". Tónleikurin
hjá Thomas Newman er fantastiskur og mær dámar serstakliga temasangin, sum
verður spældur í byrjanini, tá ið heitið á filminum verður víst. Harumframt er hetta ein av teimum stuttligastu teknifilmunum, sum eg havi sæð fyri tíðina, og hann hevur
eisini nakrar sera rørandi og dramatiskar løtur.
4 / 5 stjørnur
Leikstjóri: Andrew Stanton
Leikarar: Albert Brooks, Ellen DeGeneres, Alexander Gould, Willem
Dafoe, Brad Garrett, Allison Janney, Austin Pendleton, Stephen Root, Vicki
Lewis, Geoffrey Rush
Ár: 2003
Ár: 2003
No comments:
Post a Comment