Fyrr í ár skuffaðu DC Comics við filminum "Batman v. Superman: Dawn of Justice". Tey royna at skapa eina filmsrøð, sum skal kappast við Marvel og nú
er tíðin komin til meira ókendar persónar: Suicide Squad.
Hóast mær ikki dámdi "Batman v. Superman: Dawn of Justice", so gleddi eg meg til "Suicide Squad". Marknaðarføringin hevur verið sera góð og hann hevur mín yndistreylara higartil í ár. Tað var skuffandi at síggja, at hann fekk ring ummæli, men eg gav honum ein møguleika. Mær dámdi filmin væl. Hann hevur sínar feilir og kundi verið betri, men úrslitið er ein góður og undirhaldandi superhetjufilmur – eg rokni við, at fleiri eru ósamd við mær. Eg ynskti, at hann skuldi verið undirhaldandi og tað var hann.
Høvuðsorsøkin var, at mær dámdi persónarnir. Tað er kul at síggja hesir skurkarnir
arbeiða saman og spæla hetjur. Hetta eru anti-hetjur í høvuðsleiklutunum og tað
er væleydnað. Av tí at teir eru skurkar, so kunnu teir vera brutalt erligir,
ófólkaligir og óreinir hvør við annan; uttan at tað ávirkar teirra forhold – í
mun til superhetjur sum t.d. Superman. Tað er ein undirhaldandi og original
broyting á superhetjusjangruna. Mínir yndispersónar eru Deadshot og Captain Boomerang. Deadshot er
dámligur, og forholdið millum hann og dóttrina er ein væleydnað søgugongd.
Captain Boomerang er stuttligur og mær dámar væl hansara persónleika. Hann er
líkaglaður, ger sum hann vil og drekkur øl mitt í einum skotbardaga. Harafturat
er hetta besta framførslan, sum eg havi sæð frá Jai Courtney.
Harley Quinn er eisini ein av bestu persónunum. Hon sigur sína meining beint út og hevur eina góða baksøgu. Margot Robbie hóskar sera væl til leiklutin. Allar framførslurnar eru sera góðar, m.a. Will Smith, Jared Leto og Viola Davis. Tað einasta undantakið er Joel Kinnaman, sum gevur eina eitt sindur keðiliga framførslu sum Rick Flag. Hann verður betri seinni í filminum, men er óivað tann veikasti sjónleikarin. Eg eri ikki nøgdur við designið hjá The Joker, men Jared Leto gevur eina sera góða framførslu. Hann hevur ein lítlan leiklut, men tað legði eg ikki í, tí filmurin handlar ikki um The Joker. Hann handlar um aðrir skurkar, sum skulu arbeiða saman.
Men hetta er ikki ein fantastiskur filmur, tí hann hevur nógvar feilir. Tann størsti trupulleikin er søgan. Hon er tunn. Tað, sum persónarnir kríggjast ímóti, er ikki áhugavert og verður illa frágreitt. Fyrra helvtin av filminum er eitt sindur óruddilig. Tá skiftir stemningurin ofta millum dapur og skemtiligur, og introduktiónirnar hjá fleiri persónum henda ov skjótt. Summir persónar hava ov lítið at gera, sum t.d. Killer Croc og Katana. Filmurin hevur so nógvir persónar, at summi lærir man ikki væl at kenna. Harumframt er klimaksið eitt sindur skuffandi og tunt skrivað.
"Suicide Squad" kundi verið betri og er eitt sindur óruddiligur. Søgan er ikki góð og summir persónar lærir man lítið um, men tíbetur hevur hann eisini aðrir dámligir persónar. Teir spæla væl saman og hava góðar baksøgur. Dialogurin er væl skrivaður, skemtið er sera gott og actionsenurnar eru undirhaldandi. Filmurin hevur eisini nógvar fangandi sangir. Mær dámdi hendan filmin munandi betri enn "Batman v. Superman: Dawn of Justice" og tað kann væl vera, at eg eri í minniluta. Eg viðgangi, at hann hevur feilir og kundi verið betri, men eftir mínari meining er hann kulur og undirhaldandi – serliga orsakað av, at mær dámdi actionsenurnar, skemtið og persónarnir.

3,5 / 5 stjørnur
Leikstjóri: David Ayer
Leikarar: Will Smith, Jared Leto, Margot Robbie, Joel
Kinnaman, Viola Davis, Jai Courtney, Jay Hernandez, Adewale Akinnuoye-Agbaje,
Ike Barinholtz, Scott Eastwood, Cara Delevingne
Ár: 2016
No comments:
Post a Comment