Fyri tveimum árum síðani ummælti eg "How to train your dragon 2". Mær dámdi
filmin væl og eg havi avgjørt, at eisini ummæla eittarin. "How to train
your Dragon" er um ein ungan neyðarsligan víking, sum eitur Hiccup (Jay
Baruchel) og er sonur høvdinganum, Stoick (Gerard Butler). Víkingar og drekar
eru fíggindar, sum altíð kríggjast. Men Hiccup verður vinur við ein dreka, sum
hann nevnir Toothless.
Hesin filmurin er forútsiguligur, men kortini væleydnaður. Høvuðsorsøkin er forholdið millum Hiccup og Toothless. Tað er rørandi og sera áhugavert. Vit síggja Hiccup granska drekar og læra at samskifta við teir. Tað er áhugavert at læra teir at kenna. Senurnar, har ið Hiccup flýgur á drekanum, eru fantastiskar og flott gjørdar. Tað følist sum um, at veruliga flýgir á einum dreka og tað er sera spennandi. Samstundis hava tær fantastiskan bakgrundstónleik frá John Powell.
Persónarnir eru dámligir, serliga Hiccup og Toothless. Høvdingurin er eitt sindur kliché – pápin sum er skuffaður og krevur nógv av soninum – men tað er væl gjøgnumført og hansara persónleiki er djúpri enn tað sær út. Gobber (Craig Ferguson) er stuttligur og dámligur, og mær dámar eisini tannáringarnir, sum venja at berjast ímóti drekum. Eg vildi tó ynskt, at summi teirra høvdu meira at gera.
Røddirnar eru góðar og hóskandi. Jay Baruchel hevur eina snjalla rødd,
sum hóskar væl til Hiccup. Mær dámar væl, at skotskir sjónleikarar leggja rødd til skotskir víkingar. Gerard Butler og Craig Ferguson eru báðir sera góðir. Tað er
tó eitt sindur løgið, at tey vaksnu tosa enskt við skotskari "accent" og tey
ungu við amerikanskari, hóast øll búgva í somu bygdini – men tað venir man seg
beinavegin við. Animatiónin er sera góð, serliga í flogsenunum. Actionsenurnar eru spennandi og undirhaldandi.
Hetta er samanumtikið ein sera góður og undirhaldandi teknifilmur. Søgan er góð og áhugaverd, hóast hon er forútsigulig. Tað er sera áhugavert at læra um drekarnir og síggja, hvussu menniskju samskifta við tey. Flogsenurnar eru fantastiskar og minniligar – óivað tær bestu senurnar. Hiccup og Toothless eru sera dámligir høvuðspersónar og teirra forhold er besti parturin av filminum. Tað er serliga tað, sum ger søguna spennandi. Hetta er ein góð byrjan á filmsrøðina og tað sigst, at trýarin kemur út í 2018. Tað gleði eg meg til, tí hetta er ein spennandi søga.

4 / 5 stjørnur
Leikstjórar: Chris Sanders, Dean DeBlois
Leikarar: Jay Baruchel, Gerard Butler, Craig Ferguson, America Ferrera, Jonah Hill, Christopher Mintz-Plasse, T.J. Miller, Kristen Wiig
Leikarar: Jay Baruchel, Gerard Butler, Craig Ferguson, America Ferrera, Jonah Hill, Christopher Mintz-Plasse, T.J. Miller, Kristen Wiig
No comments:
Post a Comment